mánadagur 16. januar 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 16. januar 2012 · Nr. 7
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
at henda
– Konan bað meg taka
barnið. Eg fekk fatur á tí,
men so skumpaði onkur
undir meg, og fyri at eg og
barnið ikki skuldu detta
oman trappurnar, gav eg
teimum barnið aftur. Eg
ivaðist ikki í, at hetta var
okkara seinasta løta, og at
tey tí áttu at vera saman
við barninum. Nú veit eg
ikki, hvar tey eru, segði ein
týðiliga skelkað Georgie
Ananias.
Skiparin skuldsettur
Sambært italsku sjóverjuni
sigldi Costa Concordia alt
ov nær landi, og tað gjørdi,
at skipið kom ov nær oynni
Giglio. Hinvegin rósar sjó
verjan skiparanum, Fran
cesco Schettino, fyri at
hava tilið eina skilagóða
avgerð,
tá
hann
valdi
at seta skipið á land, so
ferðafólkini skuldu fáa
betri møguleikar at verða
bjargað.
– Tað er eingin ivi um, at
hetta var ein avgerð, sum
gjørdi, at fleiri túsund fólk
kunnu sleppa trygt í land,
sigur talsmaðurin hjá sjó
verjuni.
Men Francesco Schet
tino má eisini átaka sær
ábyrgdina av, at tað væl
útgjørda skipið tók botn
og tað so harðliga, at ein
næstan 70 metrar long
riva kom á skrokkin. Og
so ger tað ikki støðu hans
ara betur, at hann valdi
at fara av skipinum,
meðan nógv ferðafólk
framvegis vóru umborð.
Eftir drúgva avhoyring
bleiv Francesco Schettino
skuldsettur fyri óviljað
manndráp og at fyri at
vera farin ov tíliga av
skipinum. Hetta seinasta
kann geva skiparanum
upp í 12 ára fongsul eftir
italskari lóg.
Reiðaríið Costa Cro
ciere,
sum
átti
Costa
Concordia,
ásannaði
í
gjárkvøldið, at tað vóru
mistøk hjá skiparanum,
sum gjørdu, at ferðin
hjá skipinum fekk ein so
syrgiligan enda. Reiðaríið
hevur samstundis gjørt
greitt, at manningin fylgdi
ikki teimum fyriskipanum,
sum eru galdandi, tá tílíkt
hendir.
Francesco
Schettino
hevur starvast hjá Costa
Crociere síðani 2002 og
bleiv skipari í 2006.
Italsku myndugleikar
nir kunngjørdu seinna
partin í gjár, at teir sokall
aðu svørtu kassarnir av
Costa
Concordia
vóru
fingnir í land. Teir skulu nú
kannast, og kanska goyma
teir svarið uppá, hvussu
tað, sum ikki átti at henda,
hendi. Men tað kann taka
drúgva tíð, ja, kanska ár,
áðrenn tað endaliga svarið
kemur.
Tær ringastu skips
vanlukkurnar
Mest umrødda skipsvanlukkan
í søguni er uttan iva Titanic,
sum sakk á jomfrúferðini
um Atlantshavið fyri
100 árum síðani
10. juli 2011: Eitt ovurfylt ferðamannaskip søkkur á
russisku ánni Volga nærindis Kazen. 122 fólk doyggja
26. februar 2010: Eitt ferðmannaskip hjá Costa Cruises
(sama reiðarí, sum eigur vanlukkuskipið í Italia, Costa
Concordian), Costa Europa, siglir á ein mola í Egyptalandi,
trý fólk doyggja, fýra verða særd.
21. juni 2008: Ein sterk tyfon fær The Pincess of the Stars
til brádliga at hálvast uttan fyri Filipinurnar. Moinst 800
fólk doyggja.
5. apríl 2007: Ferðamannaskipið Sea Diamond siglir inn
í eitt vulkanskt riv nærindis Santorini í Grikkalandi við
1200 fólkum umborð. Tvey fólk doyggja. Skipið liggur
framvegis í víkini við Santorini.
3. februar 2006: Fleiri enn 1.000 fólk drukna í Reya
Havini eftir at eldur kom í ferjuna Saudi-Arabia á veg til
egyptiska býin Safaga.
26. september 2002: Ein senegalsk ferja hálvist í
ódnarveðri uttan fyri Gambia og fleiri 1.800 fólk drukna.
21. mai 1996: Minst 800 ferðafólk doyggja umborð á eini
søkkandi ferju á Lake Victoria í Eysturafrika.
28. september 1994: Ferjan Estonia søkkur í Baltiska
Havinum, 852 fólk drukna.
16. februar 1993: Millum 500 og 700 fólk drukna, eftir at
ein ovurflyt ferja søkkur við Haiti á veg frá Jeremie til Port
Au-Prince.
7. apríl 1990: Ein ásettur eldur umborð á Scandinavian
Star á veg úr Oslo til Frederikshavn í Norðurjúllandi endar
við, at 159 fólk doyggja.
20. desember 1987: Tann ringasta
ferðamannaskipsvanlukka í friðartíð var tann við ferjuni
Dona Paz, tá hon rendi saman við tangaskipinum MT Victor
við Fillipinurnar. Ikki færri enn 4.340 fólk druknaðu.
31. august 1986: Sovjetiska ferðamannaskipið Ad
iral Nakhimov rennir saman við eitt annað skip í
Svartahavinum, og bæði skipini søkka. 448 fólk drukna.
25. mai 1986: Umleið 600 fólk doyggja umborð á eini
ferju á Meghnaánni í Bangladesh.
27. januar 1981: 580 indonesarar doyggja, eftir at eldur
ko í Tampoas II í havinum út fyri Java.
25. juli 1956: Tvey skip renna saman uttan fyri
Massachusetts og 46 av teimum 1706 ferðafólkunum
doyggja.
29. mai 1914: Damskipð The Empress of Ireland hjá
Canadian Pacific siglur inn í eitt norskt skip nærindis
Quebec og søkkur upp á 14 minuttir. 1012 fólk doyggja.
15. apríl 1912: Titanic, sum var heimsins størsta ferða
mannaskip tá, siglir á eitt ísfjall á fyrstu ferð síni um
Atlantshavið. 1496 fólk drokna í ísakalda havinum.
Aftur at hesum skipsvanlukkum eru nógv skip eisini søkt
í ymsum kríggjum, har nógv fólk eru deyð. Eitt av teimum
var týsa luksusferðamannaskipið M/S Wilhelm Gustloff,
sum sakk í Eystursjónum í 1945 við upp ímóti 10.000
offrum.
Skiparin á Costa Concordia, Francesco Schettino,
kann fáa upp í 12 ára fongsul, tí hann fór av
skipinum, áðrenn ferðafólkini vóru fingin av tí