Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. januar 2012 · Nr. 7 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tríggir úrmælingar Í gjørkvøldið handaði Bjørn Kalsø, lands­stýris­maður í mentamálum, Mentan­ar­virðislønir Landsins, Heiðurs­gáva Landsins og Virðis­ løn til ungt listafólk fyri 2011 á Tjóðpalli Føroya. - Eg eri fegin um at kunna handa nøkrum av fremstu lista- og mentanarfólkum okkara virðis­ lønir fyri avrik teirra, vísir menta­ mála­ráðharrin á. - Vit eiga í Føroyum úrmælingar á so nógvum økjum innan mentan og list, og tað er av týdningi, at vit áhald­andi varpa ljós á skapandi virð­ini, ið hava so stóran týdning fyri okkara samfelag, sigur Bjørn Kalsø. Virðislønirnar verða latnar við heimild í løgtingslóg, har ásett er, at virðislønarnevnd við fimm limum ger tilmæli til lands­ stýris­mannin um móttakarar av mentan­ar­virðis­lønum landsins: Mentanar­virðisløn Landsins er 150.000 krónur, Heiðursgáva Land­ sins er 75.000 krónur og Virðis­ lønin til ungt listafólk er 50.000 krónur. Tí - Kristian Kristian Blak fekk Heiðurs­gávu Landsins. Kristian Blak hevur seinastu 35 árini verið virkin á føroyska tón­ leika­pallinum, sum tón­leikari, tónasmiður og útgevari og sum kveikjari og ráðgevi hjá føroysk­um tónleikarum á veg út í heim. Kristian Blak fekk í 2002 virðisløn M. A. Jacobsens fyri mentan­ ar­avrik.