mánadagur 16. januar 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. januar 2012 · Nr. 7
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
U18 EM-undankapping:
Pætur Albinus
Av tí at bæði Føroyar og Luksemburg
høvdu tvey stig og settúrtøkuna 3-3,
var hesin dysturin avgerandi fyri,
hvat av liðunum skuldi spæla seg
víðari í EM-endaspælið fyri smá
tjóðir, sum verður leikt á Kýpros
á páskum. Aftur hesaferð komu
føroysku kvinnurnar illa frá byrjan,
og hóast tær í løtum stríddu seg
væl inn aftur í dystin, vóru tær ov
stuttar og taptu dystin 3-0.
Sama søgan
Eitt, ið hevur verið alt ov gjøgnum
gangandi í hesum undanspælinum,
hevur verið, at Føroyar er komið
langt afturum beinanvegin í so at
siga øllum settunum. Tann sama
var søgan í hesum dystinum, sum
í ov stóran mun var søgan um eitt
føroyskt lið, ið allatíð kom at renna
aftaná Luksemburg.
Servurnar hjá Luksemburg vóru
ótrúliga góðar og settu beinanvegin
trýst á tær føroysku genturnar,
sum høvdu trupult í móttøkuni
og harvið eisini trupult við at fáa
álopsspælið at koyra. Tá ið so lagt
var upp til álop, endaðu sløgini ov
ofta aftanfyri baklinjuna. Føroyar
fingu bara níggju bóltar í hesum
fyrsta settinum.
Væl við
Í næsta settinum vóru tær føroysku
nógv betur við í dystinum. Føroyar
vann fyrsta bóltin í settinum, men
so endurtók søgan seg. Tað kom
fullkomin stígur í og Luksemburg
kom á odda 8-1. Føroyar stríddu seg
inn aftur í settið og umvegis einum
væl eydnaðum time-out og fleiri
sera góðum servum frá Rebekku
Magnussen, komu Føroyar á odda
13-12. Tá raknaði Luksemburg við
aftur og kom á odda 18-14, áðrenn
Føroyar enn einaferð svaraðu aftur
og komu á odda 20-18. Hesa løtuna
kókaði tað í høllini, sum var væl
vitjað og nærmast fullsett henda
dagin.
Í avgerðini av settinum vóru tær
føroysku tó ikki nóg kaldar, gjørdu
nógvar villur og taptu settið 25-22.
Pætur Albinus
Undan dystinum segði hjálp
arvenjarin hjá føroyska U18-
landsliðnum, at um tær á nakran
hátt skuldu standa Liktinstein
kurl, so skuldu tær allar leika upp
til sítt allarbesta. Tað gjørdu før
oysku genturnar bara heilt fáar
løtur í dystinum, og so var lítið og
einki at gera.
Nervar argaðu aftur
Eins og í fyrra dystinum ímóti
Írlandi, høvdu føroysku genturnar
eina nervøsa byrjan. Ein slík
byrjan heldur ikki ímóti einum
so sterkum liði sum Liktinstein,
og avroknaðu tær við at vera á
odda 7-0 alt fyri eitt. Tá gjørdist
mótbrekkan hjá føroysku gent
unum sjálvsagt brøtt. Magnus
Aðalsteinsson, føroyskur lands
liðsvenjari, var skiljandi als ikki
nøgdur við gongdina og tók
time-out. Lítið nyttaði tó, og løtu
seinni var 13-1 til Liktinstein. Tær
føroysku genturnar høvdu stórar
trupulleikar í verjupartinum og
fingu so at siga ongantíð lagt upp
til álop. Tær høgu genturnar úr
Liktinstein langaðu ein bólt fyri
og annan eftir í gólvið og vunnu
settið stórt 25-9.
Milicevic trein fram
Hóast føroysku genturnar loksins
komu væl frá byrjan og vóru á
odda 2-0, so svaraði Liktinstein
skjótt og sterkt aftur og kom á
odda 5-2. Føroysku kvinnurnar
fingu stórar partar av spælinum
at rigga betur, men munurin var
framvegis ov stórur millum liðini.
Liktinstein vann settið 25-14.
Serliga var tað Irena Milicevic,
sum uttan iva telist millum sterk
astu leikararnar í kappingini,
sum ferð eftir ferð avgjørdi góðu
álopini hjá Liktinstein.
Punkteraðu
Stóran part av triðja setti var
spenningur í, men miðskeiðis í
settinum dróg Liktinstein frá og
punkteraði fyri spenninginum í
dystinum. Føroyar spældu ikki upp
til sítt besta í kvøld, og serliga varð
taktikkurin hjá føroyingum, sum
var at standa væl í verjupartinum
og stressa Liktinstein, beindur til
viks. Liktinstein lat seg ongantíð
stressa, vunnu uppiborið triðja
sett 25-13 og harvið dystin 3-0.
Rannvá Berg í Heiðunum, sum var
ein av føstu leikarunum á liðnum
ígjøgnum alla kappingina, kastaði
ein stóran part av skuldini eftir
nervunum.
– Tað vóru ov nógvir nervar,
ið spældu inn. Vit byrjaðu illa og
fingu ikki spælið at koyra. Tær
servaðu væl, vit fingu ikki mót
tøkuna upp á pláss og høvdu tískil
trupult við at koyra eitt gott álop,
sigur hon.
Ein av orsøkunum til nógvu
nervarnar sigur hon vera:
– Tað var harður tónleikur fram
til beint áðrenn vit skuldu serva,
tá ið tað bleiv púra friðarligt og vit
føldu trýstið. Psykan var ikki nóg
sterk, staðfestir hon.
Hon er tó rímiliga nøgd við
kappingina sum heild.
– Vit vóru øgiliga væl nøgdar
eftir Írland-dystin, hóast vit ei
heldur tá spældu upp til okkara
besta. Sum heild hevur kappingini
tó riggað væl og vit hava lært
nógv. Hetta er jú fyrstu ferð vit
eru við í hesi kappingini, vísir hon
at enda á.
albinus@sosialurin.fo
Rannvá Berg í Heiðunum:
Tað sálarliga sveik
Rannvá Berg í Heiðunum
Liktinstein
í stórum stíli
Flogbóltur Føroyar hevði lítið at gera
í seinna dystinum í bólkaspælinum.
Liktinstein staðfesti útnevningina sum
sterkasta lið í bólkinum og vann greitt 3-0
Einki EM-endasp
Flogbóltur Føroyska U18-landsliðið hjá kvinnum hevði
leygardagin møguleika at spæla seg til EM-endaspæl
fyri smátjóðir seinni í ár. Kravið var, at tær vunnu á
Luksemburg, men tað megnaðu tær ikki. Tær taptu 3-0