mánadagur 16. januar 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 16. januar 2012 · Nr. 7
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
U18 EM-undankapping:
Pætur Albinus
At síggja til var hann týðiliga vón
brotin, men lovaði okkum, at hann
seinni á kvøldinum skuldi vera
glaður aftur. Hann var vónbrotin
av úrslitinum, men sera fegin um
umstøðurnar.
– Vit stressaðu okkum sjálvar
í byrjanini av dystinum, og tað
ger tað øgiliga strævið. Men eg
haldi vit spæla upp til okkara
besta í øðrum setti, har vit tó gera
feilir og eru óhepnar í endanum
av settinum. Men eg vil tó geva
Luksemburg rós fyri at spæla væl
og serliga serva væl, sigur Magnus
Aðalsteinsson, sum beint eftir
dystin segði seg vera vónbrotnan,
men at hann seinni um kvøldið
væntaði aftur var glaður, tí:
– Hetta hevur verið ein fan
tastisk kapping og alt runt um
hevur verið sera væl fyriskipað,
sigur hann.
Byrjaðu settini illa
Eitt, sum var alt ov gjøgnum
gangandi hjá føroysku gentunum
í hesi kappingini, var, at tær komu
langt afturúr frá byrjan í so at siga
øllum settunum.
– Tað er eins og vit bara stóðu
og hugdu hvat tað var, sum hendi.
Vit bíðaðu heldur enn at fara inn
at vísa, hvat vit duga. Hetta er
nakað vit mugu menna – tað, at
stýra spælinum, vísir Magnus á.
Hann heldur tó, at liðið hevur
tikið seg nógv fram í kappingini.
– Sum lið hava vit eisini tikið
okkum nógv fram hesar seinastu
tveir mánaðirnar, vit hava verið
saman. Vit vandu serliga hart mill
um jól og nýggjár, og genturnar
hava víst sera góðan vilja. Høvdu
vit spælt okkum til endaspælið, so
høvdu vit fingið nakrar mánaðir
at ment okkum enn meiri, og
eg ivist ikki í, at vit høvdu havt
møguleikan at sent eitt munandi
betri lið avstað tá, sigur Magnus.
Ikki tað sálarliga
Rannvá Berg í Heiðunum, sum
spældi á føroyska liðnum at kalla
alla tíðina, vísti á, at leikararnir
fingu nervar av at tónleikurin var
so harður, og at tað brádliga bleiv
so friðarligt og øll eyguni vóru á
teimum. Hetta metir landsliðs
venjarin tó ikki vera ein sálarligur
trupulleiki í spælinum.
– Tær mangla ikki nakað sálar
liga. Tær skulu bara vinna sær
størri royndir, so síggja vit ikki
longur til slíkar feilir, sigur lands
liðsvenjarin, sum hevur góðar
vónir um at menna hetta liðið til
at vera eins sterkt sum tað U19-
landsliðið, sum vann silvur í NM-
kapping herfyri.
– Tær kunnu nú brúka hesi eitt
ella tvey árini, og eg haldi avgjørt,
at tað letur seg gera. Hetta er ein
tilgongd, og aftanfyri okkum
hava vit sambandið, sum er sera
positivt og bakkar okkum upp
við øllum. Eg vil tí siga, at alt er
til staðar fyri at røkka hesum, og
at tær bara skulu ynskja tað og
vera motiveraðar, segði Magnus
Aðalsteinsson at enda.
albinus@sosialurin.fo
æl á hesum sinni
Taptu stórt
Aftur í hesum settinum vóru tær
ikki við frá byrjan. Luksemburg
kom skjótt á odda 7-1 og 12-4, og tá
tóktist tað eins og tær føroysku fóru
niður við høvdinum. Sannleikin var
eisini tann, at støðið í spælinum
hjá Føroyum ikki samsvaraði við
tað støðið, ið Luksemburg hevði
lagt fyri dagin. Føroyar stríddust
tó væl, fingu nógvar bóltar upp úr
gólvinum og skaptu nógvar góðar
bóltar. Tað var bara ikki nokk henda
dagin, og Luksemburg vann settið
25-14 og harvið dystin.
Liktinstein og Luksemburg
Við hesum úrslitinum gjørdist tað
greitt, at føroyska U18-kvinnulands
liðið ikki megnaði at spæla seg í EM-
endaspælið. Liktinstein vann bólkin
og sleppur til endaspælið saman
við Luksemburg, meðan Føroyar
og Írland gjørdust ov stuttar.
Nevnast skal, at føroyska liðið er
sera ungt. Ein er bara 14 ára gomul,
tær flestu 16 ár og bara tvær eru 17
ára gamlar. Tær skuldu tískil havt
góðan møguleika fyri at ment seg
fram ímóti bæði U18- og U19-kapp
ingum í framtíðini.
albinus@sosialurin.fo
Landsliðsvenjarin:
Blandaðar
kenslur
Flogbóltur Tað var væl skiljandi
ein vónbrotin landsliðsvenjari,
Magnus Aðalsteinsson, ið vit
hittu beint eftir dystin
Mynd: Álvur Haraldsen
Myndir: Álvur Haraldsen