mánadagur 16. januar 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. januar 2012 · Nr. 7
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Pætur Albinus
Hesi liðini hittust fyri einari viku
síðani, og tá vann Neistin 43-17.
Hesaferð var Tjaldur uttan Adinu
Petrea, og tað sást. Tjaldur hevði
eitt sera ungt lið og formáddu tær
sær sjáldsama lítið á vøllinum, har
Neistin var klassar omanfyri á
øllum plássum. Neistin var framm
anfyri 22-4 í hálveikinum, og kann
nevnast, at Neistin eina løtu brúkti
tríggjar minuttir um at skjóta fýra
mál, meðan Tjaldur skuldi brúka
allan hálvleikin til tað.
Sama gongdin
Í seinna hálvleiki helt júst hin sama
gongdin fram. Miðskeiðis í seinna
hálvleiki nýtti Neistin møguleikan
at
spara
stuðulsleikarar
sum
Barbaru Brauer, og ístaðin seta
yngri leikarar inn á vøllin.
Neistin yvirkoyrdi Tjaldur full
komiliga og vann ein knúsandi
43-7-sigur.
Neistin er framvegis seks stig á
odda í kappingini, meðan Tjaldur
liggur niðast við fimm stigum upp
til næsta lið, sum er StÍF.
albinus@sosialurin.fo
Neistin – Tjaldur 43-7 (22-4)
Neistin: Nicoleta R. Hansen
(10) Jacklin Durhuus (8) Bára
Hansen (7) Barbara Brauer (6)
Anja Eliasen (4) Birita Wardum (4)
Marjun F. Danberg (3) Barbara N.
Johannesen (1)
Útvísingar: 2x2min
Tjaldur: Heidi Sevdal (4) Ranvá
Jacobsen (1) Barbara Nygaard (1)
Ansy Sevdal (1)
Útvísingar: 1x2min.
Pætur Albinus
Dysturin var sera týðandi í
tann mun, at tann, ið vann
dystin, vann sær 2. plássið í
deildini, sum gevur atgongd til
FM-finaluna. Hóast Stjørnan
legði bragdligari fyri, so var tað
VB, sum skjótt kom fyri seg og
sat á tí mesta í fyrra hálvleiki.
Eina løtu var VB á odda 10-6,
men so svaraði Stjørnan aftur
stutt undan hálvleikinum og
slapp til hálvleiks bara eitt
mál aftanfyri, nevniliga 14-13
til VB.
Stjørnan lýsti
VB helt fast í seinna hálvleiki
og helt Stjørnuni aftanfyri
seg eina løtu, men miðskeiðis
í seinna hálvleiki mistu tær
takið um dystin. Guðrun í
Lágabø stóð væl í málinum og
Corina Demeterca sendi bóltin
í málið ferð eftir ferð, og var
tað við til at venda dystinum.
VB minkaði til bara eitt mál í
seinastu sekundunum, men tá
var ov seint og Stjørnan vann
dystin 23-22.
Stjørnan hevur tískil lagt
seg einsamalla á 2. pláss við
18 stigum. VB hevur 16 stig og
ein dyst fleiri eftir at leika enn
Stjørnan.
albinus@sosialurin.fo
Stjørnan – VB 23-22 (13-14)
Stjørnan: Corina Demeterca
(9) Simona Petersen (5) Judit
Hansen (3) Una Olsen (2)
Lovisa Lassen (2) Annika
Ljósstein (1)
Útvísingar: 3x2min.
VB: Gurið Mortensen (5)
Rannvá Johannesen (5)
Bára K. Mortensen (4) Laila
Jespersen (3) Natasha
Ivanovsky (2) Helga Kjærbo (2)
Andrea Nielsen (1)
Útvísingar: 3x2min.
Pætur Albinus
VÍF legði út sum eitt ódnarveður
og var á odda 7-3 tá ið bara 10 min
uttir vóru farnir. Verjan stóð sera
væl og við málskjótingini gekk tað
somuleiðis væl. Men so kom veru
ligur stígur í hjá vestmannagentum,
sum ikki fingu mál í átta minuttir
og lovaðu Kyndli upp á 7-7.
Fyri hálvleik kom tó aftur lív í
málskjótingina hjá VÍF og sluppu
tær til hálvleiks við 15-11-leiðslu.
Bara øktu
Tvey tey fyrstu málini í seinna
hálvleiki fekk eisini VÍF, og so var
dysturin í roynd og veru avgjørdur.
Kyndil megnaði ongantíð at trýsta
VÍF, sum bara økti og økti, meðan
kyndlakvinnur sóu alt meiri troytt
ar út. Tað var eisini í seinastu fýra
minuttunum, at VÍF økti munandi
og slóg ein 29-20-sigur fastan.
Í seinna hálvleiki var tað serliga
Agnas Olsen, sum vísti stórspæl.
Bara í seinna hálvleiki skeyt hon
seks mál.
VÍF: Liljan Djurhuus (9) Agnas
Olsen (8) Annika Poulsen (3)
Jóhanna Gunlaugsdóttir (3)
Kristina í Dávastovu (2) Elisa Leo
(2) Tóra Seloy (1) og Annika Patti (1)
Útvísingar: 5x2min.
Kyndil: Ásleyg Súnadóttir (5) Anja
Heinadóttir (4) Guðrið G. Eystberg
(3) Anna Brimnes (3) Birita
Mortansdóttir (2) Turið Arge (2)
Jórun S. Ludvig (1)
Útvísingar: 2x2min.
albinus@sosialurin.fo
Stjørnan
nærkast
FM-finaluni
Hondbóltur Í KÍ-høllini var rættiligt
oddabrak í gjár, tá ið Stjørnan og
VB, sum undan dystinum bæði
deildu 2. plássið, brustu saman
Savnsmynd: Álvur Haraldsen
VÍF vísti stórspæl
Hondbóltur Vestmannagentur skutu hópin av málum
og vunnu stórt 29-20 á einum troyttum Kyndla-liði
Neistin vann
við 36 málum
Hondbóltur Tað var klassamunur, tá ið oddur og
botnur í SunSet-kappingini hittust í gjár. Neistin vann
Tjaldur við ikki færri enn 36 málum, nevniliga 43-7
Mynd: Álvur Haraldsen