mánadagur 16. januar 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 16. januar 2012 · Nr. 7
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Mynd: Álvur Haraldsen
Pætur Albinus
Tað var KÍF, ið frá dystarbyrjan
tóktist meiri tendraðir og eisini
fingu sett fyrstu málini á talvuna.
Teir dugdu væl at taka luftina úr
dystinum, avtala eitt spæl við yvir
gongd og var hetta eisini við til at
lata neistaverjuna upp. Teir løgdu
seg á odda við fáum málum, men
Ári E. Dam í neistamálinum helt
teimum inni í dystinum, og Neistin
– við sínum nógvu einstaklingum –
helt í og lat ikki KÍF renna avstað
við nakrari stórari leiðslu. Allar
yvirgongdirnar hjá KÍF sýndust
eina løtu at vera í meira lagi og vóru
við at fløkja um í álopspartinum,
har neistaverjan hevði gott tamar
hald á.
Stutt undan hálvleikinum slapp
Neistin at spæla í yvirtali, og hetta
gagnnýttu teir til fulnar og vunnu
seg upp á javnt 9-9. So slapp KÍF
hinvegin eisini at spæla í yvirtali,
drógu eitt sindur frá og sluppu til
hálvleiks við einari 12-10-leiðslu.
Hildu fast
Í seinna hálvleiki helt KÍF fast við
leiðsluni, og skiftust liðini um at
skjóta mál. Neistin var í løtum tætt
við at eta seg inn aftur á KÍF, men eitt
nú innskifti veteranurin í málinum,
Óla Kristian Djurhuus, var við til
at halda Neistanum aftanfyri. Teir
bláu høvdu seint í dystinum gyltar
møguleikar at koma bara eitt mál
frá Neistanum, men teir misnýttu
góðar møguleikar og ikki fyrr enn
í seinastu sekundunum gjørdu teir
tað til 23-24. Tá var ov seint, og við
hesum 24-23-sigrinum leggur KÍF
enn størri sjógv niður til hini liðini
og staðfestir sína støðu sum eina
av liðunum í einari komandi FM-
finaluni.
Hart leiktur
Dysturin var til tíðir sera hart
leiktur. Eitt nú mátti Jugoslav
Djumic miðskeiðis í fyrra hálvleiki
av vøllinum við skaða. Hann tók
sær til vinstra arm. Eisini Heini
Hanusarson meiddi seg og mátti
spæla størsta partin av dystinum
við ísposa klistraðum um høvdið.
Fleiri aðrir smáskaðar vóru eisini,
men megnaði altjóða dómarapar
føroyinga, Eyðun Samuelsen og
Andreas F. Hansen, at halda tamar
hald á og sekta leikararnar, tá ið
neyðugt var við hesum.
albinus@sosialurin.fo
Neistin – KÍF 23-24 (10-13)
Neistin: Heini Hanusarson (5)
Finnur Hansson (5) Carl Herup
Olsen (5) Áki Mørk (3) Beinir í
Ólavsstovu (1) Teitur Magnusson
(1) Heini Ragnarsson (1)
Útvísingar: 4x2min.
KÍF: Niklas Reginsson (5) Niklas
Selvig (3) Hans Eli Sigurbjørnsson
(3) Gert Hansen (3) Rógvi Weyhe
(2) Ási Dam (2) Andrias Nielsen (2)
Tony Weyhe (2) Teitur Joensen (2)
Útvísingar: 4x2min.
Pætur Albinus
Tað var annars heldur óvæntað
Kyndil, ið streyk avstað frá byrjan
og var á odda 7-3 eftir átta minutt
um og 10-4 tá ið fyrri hálvleikur var
hálvrunnin. Verjan sá ikki ov gott
út hjá VÍF og valdi venjarin, Dia
Midjord, at taka time-out, og mun
aði hetta væl eina løtu. Kyndil helt
tó fast og slapp til hálvleiks við
15-11-leiðslu.
Vendu dystinum
Í seinna hálvleiki skuldi VÍF bara
hava eina løtu, áðrenn teir vístu,
hvat av liðunum er við í FM-stríð
num og hvat av liðunum liggur nið
ast í deildini. VÍF vann seg upp á
javnt tá ið seks minuttir vóru aftir
at spæla, og eftir hetta gekk tað
bara skjótt ein veg. Kyndil var á
odda 22-18 eina løtu, men skoraðu
síðani ikki eitt mál í 10 minuttir
og taptu dystin 22-25. Hesi sjey
málini á rað, sum Agnar Joensen
og Magnus á Rógvi skiftust um at
skora, gjørdu fullkomiliga av við
Kyndil, sum hevur tað kølið á aft
asta plássi, meðan VÍF nú deilir 2.
plássið við Neistan.
Farvæl, Ingi Olsen
Dysturin í gjár var hin seinasti
heimadysturin á hesum sinni hjá
veteraninum, Inga Olsen. Hann
hevur spælt í felagnum í mong ár
og verið ein av ímyndunum innan
føroyskan hondbólt.
Formaðurin í VÍF nýtti undan
dystinum høvi at bera Inga Olsen
eina røðu, nú hann flytir til Grøn
lands í arbeiðsørindum.
VÍF – Kyndil 25-22 (11-15)
VÍF: Agnar Joensen (7) Magnus
á Rógvi (5) Bjarti Hansen (4) Ingi
Olsen (3) Sámal Joensen (3) Jákup
Andrias Joensen (2) Joen Pauli
Høgnesen (1)
Útvísingar: 3x2min.
Kyndil: Miroslav Vladkov
(5) Andrias Sólsker (6) Rani
Ellingsgaard (2) Frank Askildsen
(2) Høgni K. Olsen (2) Ludvík
Súnason (1) Tróndur Jensen (1)
Hans Arni B. Thomsen (1) Regin
Petersen (1)
Útvísingar: 2x2min.
albinus@sosialurin.fo
VÍF við í FM-stríðnum
Hondbóltur Blandaðar kenslur í Vestmanna sunnudagin, har Ingi Olsen takkaði fyri seg í einum týdningar
miklum 25-22-sigri á Kyndli, sum lyftir VÍF upp á 2. pláss og av álvara limar teir inn í FM-stríðið
KÍF í stórum stíli
Hondbóltur Neistin var væl við allan dystin, men KÍF helt leiðsluni
allan dystin á tamb og vann oddabrakið tepurt 24-23