Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. januar 2012 · Nr. 7 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Tróndur Arge – Anfield Hevði hann verið líka penur sum David Beckham, so hevði Paul Scholes verið heimsins besti fót­ bólts­leikari. Nakað soleiðis verður mangan tikið til, tá viðmerkjarar og serfrøðingar skulu taka saman um yrkisleiðina hjá nú 37-ára gamla Paul Scholes. Lítli reyðhardi miðvallarin ger lítið um seg uttanfyri vøllin, men so skjótt hann traðkar inn á fót­bólts­ vøllin broytist hann til ein vanda­ miklan og drúgvan mið­vallara, sum við eini avlevering kann fanga eitt heilt lið á skeivum beini. Hann er eftir hondini blivin 37 ár og avrikið í dystinum leygardagin var ikki sannførandi. Fleiri ferðir vóru lættar sendingar óneyvar og tað ganga helst nakrar vikur áðrenn hann kemur á sama stig sum í fjør. Avrikið er tó ikki tað, ið stendur eftir eftir dystin. Tað er heldur mál­ ið, tá hann beint fyri hálvleik legði Manchester United á odda. Bólturin kom flat innfyri úr høgru og hóast hann lá nakað aftan­fyri mannin við 22-talinum á rygg­inum, so var ongin ivi, tá Paul Scholes sendi bóltin flott í málið. Málið varð grundsteinurin und­ ir 3-0 sigrinum á Bolton. Danny Welbeck og Michael Carrick skor­ aðu hini bæði málini í seinna hálv­ leiki. Paul Scholes er aftur og tað kann ongin verða í iva um. Tottenham misti týðandi stig Mikukvøldið vann Tottenham 2-0 á Everton í einum útsettum dysti, og kom við sigrinum ájavnt við Man­chester United á øðrum plássi. Spurn­ingurin síðani seinasta bríkslið í tí dystinum hevur verið um Totten­ham hevur tað, ið skal til fyri at vinna meistaraheitið í ár. Svarið er fyribils nei. Tottenham hevði eina á papír­ inum ikki ov torføra uppgávu á White Hard Lane móti Wolver­ hampton. Dysturin endaði 1-1 og úrslitið er eitt sindur misvísandi, tí Totten­ham vóru millum annað snýttir fyri eitt mál, ið órætt varð koll­dømt fyri rangstøðu. Um Tottenham skal gerast meist­arar, so eru tað dystir sum hesir, ið skulu vinnast, tí sum Harry Redknapp segði eftir dystin; »Fyri utt­an Manchester United, so skulu vit spæla móti øllum hinum liðnum í topp­inum á útivølli.« Teir skulu nevniliga spæla móti Manchester City, Arsenal, Chelsea og Liverpool á útivølli. Í Tottenham kunnu tey tó gleða seg um, at tað fyribils sær út til, at Luca Modric fær fri í hesum flyt­ingar­vindeyganum. Hann skoraði málið hjá Tottenhan í viku­ skiftinum og er lykilin til eitt gott kappingarár. Liverpool rakar ikki málið Fyri sjeyndu ferð í hesum kapp­ ingar­árinum spældi Liverpool javnt á Anfield, tá Stoke leygardagin var á vitjan. Tey flestu mundu øtast við, tá tað gjørdist greitt, at ikki færri enn seks miðverjar vóru á vøll­inum. Liverpool broytti spæli­ skip­an, so at pláss var fyri Jamie Carragher, Sebastian Coates og Martin Skrtel. Í hinum endanum vóru Ryan Shawcross og Robert Huth í miðverjuni, meðan Jonathan Woodgate, sum eisini er miðverji, spældi á høgra bakki. Úrslitið var eis­ini har eftir. Málleysur javnleikur í einum lítið hendingaríkum dysti. Fleiri og fleiri Liverpool við­ halds­fólk eru um at hava mist tolið við álopspartinum hjá Liverpool, sum hevur torført við at umseta yvir­vág og møguleikar til mál. Uttan Luis Suarez manglaði onk­ ur við skapandi eginleikum á vøll­ inum og tað stendur helst eis­ini ovast á ynskilistanum hjá venjar­ anum, Kenny Dalglish, nú flytingar­ vindeygað er opið. Stoke City hevur við tíðini bitið seg fast í Premier League. Í ár lut­ tekur felagið í Evropa League og megn­ar samstundis at liggja í ovaru hálvu av stigatalvuni. Í hálvleikinum fekk ein Liverpool viðhaldsmaður úr Finnlandi møgu­ leikan at vinna eina ferð við uppi­ haldi til EM endaspælið í summar í Póllandi og Ukreina. Hann skuldi bara skorað upp á eitt av trimum brotsspørkum, meðan fyrrvernadi finska verjukempan, Sami Hyypia, gav honum góð ráð. Men sigandi fyri dagin, so megnaði viðhaldsmaðurin úr Finnlandi heldur ikki at raka málið upp á nakað av teimum trim­ um brotsspørkunum. Tað fyrsta end­aði á tvørstongini og tvey tey sein­astu fóru uppum. Sami Hyypia fekk tó eina megnar móttøku, tá hann kom á vøllin í hálvleikinum. Newcastle kann uttan Ba Framherjin úr Senegal er saman við landsmanninum, Cheik Tiote, í lands­liðsørindum nú Afrika Nations Cup stendur fyri framman. Premier league Tap nummar 100 hjá wenger Tapið hjá Arsenal fyri Swansea var nummar 100 í Premier League við Arsene Wenger á odda. (Twitter: Infostrada) 3. ferð á odda men tapt Hetta er triðju ferð, at Arsenal hevur verið á odda í einum dysti og tapt. Tað er tað mesta saman við West Bromwich Albion, sum eisini tapti í vikuskiftinum eftir at hava verið á odda móti Norwich. Fótbóltur Paul Scholes er aftur, Tottenham fær ringt við at vinna gull, Liverpool hevur álopstrupulleikar, Newcastle kann klára seg uttan Demba Ba og Thierry Henry kann ikki bjarga Arsenal hvørja ferð. Tað er nakað av tí, sum 21 umfar í Premier League lærdi okkum Scholes is back Hevði hann verið líka penur sum David Beckham, so hevði Paul Scholes verið heimsins besti fót­bólts­ leikari