Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-16, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 16. januar 2012 · Nr. 7 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Demba Ba hevur verið heilt stóri leikarin fyri Newcastle, sum er við í stríðnum um fjórða plássið, sum gevur atgongd til Champions League. Tí skuldi Newcastle í heima­ dystinum móti QPR prógva, at teir kunnu uttan teir báðar. Tað eydn­ aðist nú væl og Newcastle vann 1-0 við málið, ið Leon Best skoraði um miðjan fyrra hálvleik. Við sigrinum prógvaði Newcastle at teir kunnu, men mótstøðan var ikki tann tor­ førasta, og QPR manglaði eisini leik­arar orsaka av Afrika Nations Cup. Fyri Queen’s Park Rangers, so var hetta fyrsti dysturin við Mark Hughes sum venjara. Maðurin, sum tvær ferðir hevur verið venjari hjá føroyska landsliðsmálmanninum, Gunnari Nielsen, var seint í farnu viku settur í starvið sum venjari eftir Neil Warnock. QPR stendur í løtuni veikast av uppflytarnum, men hevur pengar at arbeiða við í flytingarvindeyganum. Henry bjargaði ikki Arsenal hesi ferð Mistu stigini hjá Liverpool og Tottenham góvu Arsenal ein kær­ komnan møguleika at vinna seg fram sunnudagin, tá teir vitjaðu Swansea. Feløgini deila somu fót­bóltshug­sjón, sum best kann lýsast sum Barcelona-fótbóltur. Bólt­urin skal spælast eftir jørðini, bólt­førleikin er í hásæti og kendi enski fótbóltsstílurin við longum sendingum og styrki er ikki ein møguleiki. Swansea hevur fingið nógv rós fyri at tora at spæla slíkan fót­ bólt, hóast liðið ikki hevur somu møgu­leikar sum eitt nú Arsenal og Barcelona, sum eru undangongu feløg á økinum. Dyrsturin byrjaði sum flestu dystir hjá Arsenal við at Robin van Persie skoraði. Swansea javnaði stutt eftir upp á brotsspark. Í seinna hálvieki kom Swansea upp á 3-2 og hóast Arsenal sendi Thierry Henry á vøllin, so megnaði hann ikki at koma við bjargingini eins og í FA Cup dystinum móti Leeds. Leigusveinar úr Amerika Tað er steðgur í MLS kappingini og trý felaøg hava longu tryggjar sær leigusveinar komandi tveir mán­aðir­nir. Arsenal hevur leigað Thierry Henry frá New York Red Bull, Everton hevur leigað Landon Donovan úr LA Galaxy og Aston Villa hevur leigað Robbie Keane somu­leiðis úr La Galaxy. Allur fótbóltsheimurin mundi fáa tað við, at Theirry Henry skor­ aði í fyrsta dystinum aftur í Arsenal troyggjuni. Í dystinum millum Aston Villa og Everton skulu so liðfelagirnir í La Galaxy, Landon Donovan og Robbie Keane, dystast móti hvørj­ um øðrum. Innanhýsis dystin vann amerikumaðurin í Everton, men sjálvur dysturin endaði við javnleiki. Landon Donovan byrjaði inn fyri Everton og legði upp til einsmalla málið hjá gestinum við neyvari avlevering. Robbie Keane kom inn sein­astu løtuna fyri heimaliðið, men megnaði ikki at vinna dystin fyri Aston Villa. Gongdin hjá Blackburn vend »Kean out!« Tað er standard setn­ ingurin rundan um Blackburn og hevur verið tað í eina tíð, men í løtuni tykist skotin við róðrið hava fingið tamarhald á skútuni. Uttan liðskiparan og verjukempuna, Chris Samba, og við einum manni í undirtal í ein tíma, megnaði Black­burn alíkavæl at vinna 3-1 Fulham og hála seg uppum niður­ flytingarstrikuna. Blackburn hevur í seinastu megn­að at vunnið á Old Trafford og spælt javnt á Anfield. Spurningurin er nú um gongdin er vend fyri Black­burn og Steve Kean, og um fel­agið fer at leita longur vekk frá niður­flytingarstrikuni. Manchester City í kvøld Oddaliðið kann í kvøld aftur leggja seg trý stig fremst við at vinna á Wigan. Tað sá einki út hjá Wigan við kappingarbyrjan, men við tíðini er liðið komi betri við. Tað er tó óhugs­ andi, at Manchester City ikki fer við øllum trimum stigunum í kvøld. Manchester City hevur tapt heilar tríggjar ferðir seinastu fýra dyst­irnar, men viðmerkjarar og ser­frøð­ingar meta tó ikki at talan er um nakra kreppu í felagnum hjá Gunnari Nielsen. trondur@sosialurin.fo Premier league besta kappingarár hjá van perise Robin van Persie hevur skotið 18 mál í Premier League í hesum kappingarárinum. Skorar hann eitt afturat, so er talan um besta kappingarárið hjá honum í Arsenal troyggjuni hvat málum viðvíkur.(Twitter: OptaJoe) 73 rangstøður Liverpool eru fangaðir rangstaddir heili 73 ferðir í hesum kappingarárinum. Tað er fleiri ferðir enn nakað annað lið. (Twitter: OptaJoe) Enska Barclays Premier League nr. lið dystir vunni javnt tapt mál stig 1 Manchester City 20 15 3 2 56-16 48 2 Manchester United 21 15 3 3 52-20 48 3 Tottenham 21 14 4 3 39-21 46 4 Chelsea 21 12 4 5 40-25 40 5 Arsenal 21 11 3 7 38-31 36 6 Newcastle 21 10 6 5 30-25 36 7 Liverpool 21 9 8 4 24-18 35 8 Stoke 21 8 6 7 22-31 30 9 Norwich 21 7 7 7 32-36 28 10 Swansea 21 6 8 7 23-25 26 11 Everton 21 7 4 10 21-25 25 12 Sunderland 21 6 6 9 27-24 24 13 Aston Villa 21 5 9 7 23-27 24 14 Fulham 21 5 8 8 23-29 23 15 West Bromwich 21 6 4 11 20-30 22 16 Wolverhampton 21 4 6 11 23-37 18 17 Blackburn 21 4 5 12 32-44 17 18 Queens Park Rangers 21 4 5 12 19-36 17 19 Bolton 21 5 1 15 25-46 16 20 Wigan 20 3 6 11 18-41 15 Lítli reyðhardi miðvallarin ger lítið um seg uttanfyri vøllin, men so skjótt hann traðkar inn á fót­bólts­vøllin broytist hann til ein vanda­miklan og drúgvan mið­vallara, sum við eini avlevering kann fanga eitt heilt lið á skeivum beini. Mynd: Polfoto