mánadagur 16. januar 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. januar 2012 · Nr. 7
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Eyðun Klakstein
Í sambandi við at nýtt graslíki
varð í fjørsummar varð lagt á fót
bóltsvøllin við Djúpumýri, hava
almennu fótbóltsmyndugleikarnir
– FSF, UEFA og FIFA – gjørt eina
kanning og góðkenning av vøll
inum, har staðfest er, at vøllurin
lýkur settar treytir fyri hesi altjóða
góðkenning.
Grundað á hesar kanningar
handaði leverandørurin av vøll
inum, Polytan, kommununi FIFA II
Star-góðkenningarskjalið við eitt
hátíðarhald á vøllinum fríggjadagin.
Umboð fyri FSF, Klaksvíkar býráð,
KÍ, Polytan, Landsbyggifelagið, sum
hevur havt eftirlit við arbeiðinum
av at leggja vøllin, og onnur vóru
til staðar.
Eftir handanina, sum Ásvald
Simonsen frá Polytan stóð fyri,
helt Jógvan Skorheim, formaður
í mentanarnevnd býráðsins, og
Tummas Lervig, formaður í KÍ,
røðu, har teir takkaðu fyri gott
samstarv, og at málið var sett høgt
við at leggja ein FIFA II Star vøll á
fótbóltsvøllin við Djúpumýri.
Vøllurin í Klaksvík FIFA góðkenning
Sjey rógvarar til HM
Fótbóltur Fríggjadagin fekk
Klaksvíkar kommuna handað eina
FIFA II Star góðkenning av nýggja
fótbóltsvøllinum í býnum
Pætur Albinus
Undan kappingini hevði RSF sett
eina kravtíð á, sum svaraði til at
rógvarin skuldi rógva seg millum 25
teir fremstu sambært tíðunum til
seinasta HM. Rógvararnir, ið kvali
fiseraðu seg, sleppa til HM í Boston
19. februar, har Martin Simonsen og
Paula Eikhólm eru við sum ferða
leiðarar.
albinus@sosialurin.fo
Inniróður Róðrarsamband Føroya
skipaði leygardagin fyri úttøkukapping
til HM í inniróðri í Boston seinni í ár
Rógvararnir, ið kvalifiseraðu
seg til kappingina, gjørdust hesir:
Sverri Sandberg Nielsen við tíðini 6.02.2 U23
Hallur Nattestad við tíðini 6.47.0 Junior Men Light
Dánjal Martin Hofgaard við tíðini 6.19.3 U23 Light
Annetta C. Eidesgaard við tíðini 7.14.3 U23
Sarita Kristina Hansen við tíðini 7.43.6 Open Women Light
Jógvan Sofus Vilhelmsen við tíðini 6.20.5 Master 30-39 Heavy
Øssur Hansen við tíðini 6.52.8 Master 30-39 Light
Sverri Sandberg Nielsen (f.1994) er verandi heimsmeistari í bólkinum
U19 og verður hann aftur við í HM hesaferð
Savnsmynd