Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-16, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 16. januar 2012 · Nr. 7 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Árni Joensen Danmark vann í gjár sín fyrsta dyst í EM-hondbóltskappingini hjá monnum 30-25 á Slovakia. Slo­ vakia er mett sum tað veikasta liðið í bólki A, men í byrjanini bitu slovakar væl frá sær og vóru á odda ta fyrstu løtuna. Men so fingu danir álopsspælið at rigga betur, og tað mesta av hálvleikinum fylgd­ust liðini. Ta seinastu løtuna und­an steðginum vóru danir tað betra liðið, og í steðginum var støðan 15- 12 til Danmark. Slovak­ar hingu væl í dønum í seinna hálv­leiki, og tá 10 minuttir vóru eftir at spæla, var munurin framvegis trý mál. Men tað var ongantíð nakar ivi um, at danir vóru betri, og tá tíðin fór, hevði Dan­mark vunnið 30-25. Vertslandið vann Sum siður er, var heimaliðið annað liðið í setanardystinum, og hesa ferð var hann millum Serbia og Pólland. Bæði liðini byrjaðu varisliga, men sum frá leið, tóku serbar dyk á seg, og í hálvleikinum vóru teir á odda 17-11. Í seinna hálvleiki var ongantíð nakar ivi um, hvat lið var tað betra, og tá klokkan blásti dystin av, vísti máltalvan 22-18 til Serbia. Tann fyrsti dysturin í bólki B var millum Kekkia og Týskland. Longu frá byrjanini vístu kekkar seg at vera tað sterkara liðið, men sum so ofta komu týskararnir fyri seg í seinna hálvleiki. Eitt skifti var munurin bar eitt mál, men endin varð tó, at Kekkia vann dystin ­ 27-24. Sviar fingu javnt Tann seinni dysturin í bólki B var millum Svøríki og Makedonia, og aftan á nakrar sera spennandi enda­ minuttir endaði alt javnt 26-26. Tað vóru makedonar, sum byrjaðu best. Eitt skifti vóru teir á odda 8-4, men so vaknaðu sviar, og í hálvleikinum vóru teir á odda 14-13. Makedonar komu fyri seg eftir steðgin, men sviar hildu tørn, og tá átta minuttir vóru eftir at spæla, var støðan 25- 22 til Svøríki. Men eftir eina sera spennandi løtu endaði dysturin 26-26. arni@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen ÍF vann ein týdningarmiklan sig­ur á Fleyr um vikuskiftið, sum førir við sær, at teir halda fast í odda­ num. Teir deila nú framvegis fyrsta pláss við SÍ. ÍF tók heilt eftir ætlan fyrsta sett, áðrenn Fleyr svaraði aftur og vann eitt drúgt 2. sett, áðrenn ÍF vísti sítt veruliga støðið og vann stórt tey bæði seinastu settini. ÍF vann harvið dystin 3-1. Tveir bóltar á muni Oddabrak var í bestu deildini hjá kvinnum, har Fleyr á øðrum plássi tók ímóti Mjølnir á fyrsta plássi. Sigast má, at hetta gjørdist ein sannur gysari, tí bara tveir bóltar skiltu liðini. Neyðugt var vði einum 5. og avgerandi setti, sum oddaliðið Mjølnir vann 15-13 og harvið legði sjógv niður til hini liðini. Fleyr er fýra stig aftanfyri Mjølnir á fyrsta plássi og somuleiðis fýra stig frammanfyri SÍ, sum tó hevur leikt ein dyst færri og kann leggja trýst á. uni@sosialurin.fo Tveir flogbóltsdystir um vikuskiftið Flogbóltur Menninir hjá ÍF halda fast um oddasessin, meðan kvinnurnar hjá Mjølnir við sigri í oddadysti nú leggja sjógv niður til hini liðini Danmark vann og sviar spældu javnt Hondbóltur Danmark fekk eina góða byrjan og sviar vóru um reppið at gera tað sama, tá ið EM-endaspælið hjá monnum fór av bakkastakki í gjár