mánadagur 16. januar 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. januar 2012 · Nr. 7
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Jóannes Hansen
Longu tá ið toppskjúttin Finnur
Justinussen
skrivaði
undir
sáttmála við svenska felagið
Jönköping Södra, varð tað greitt,
at Víkingur skal hava nýggjan
álopsspælara, og at tað var
rættuliga sannlíkt, at talan verður
um ein útlendskan spælara.
Finnur
Justinussen
hevur
roynst Víkingi sannur bombari
á sama hátt, sum pápi hansara,
Símun Petur Justinussen, í síni
tíð var tað.
Eingin upplagdur er í Sarpu
gerði at loysa Finn Justinussen
av. Tí hava teir í Víkingi leitað
uttanlands, og nú eru teir komnir
so mikið langt, at ein norðurírskur
spælari kemur henda vegin um
mánaðarskiftið.
– Vit hava verið í sambandi
við fleiri danskar álopsspælarar,
sum hava sagt seg vera áhugaðar
at koma henda vegin at royna
seg, men tað er ikki spurst
nakað burtur úr hesum, tí hesir
spælararnir hava kostað ov nógv.
Tí hava vit seinastu vikurnar
havt fokus á spælarum í Írlandi
og Norðurírlandi. Vit hava havt
samband við tríggjar, og tann
fyrsti kemur henda vegin um
mánaðarskiftið at royndarvenja
og spæla venjingardyst, sigur
Jógvan Martin Olsen venjari hjá
Víkingi.
Um tað vísir seg, at tann fyrsti,
sum kemur, verður mettur at vera
nóg góður, so verður sáttmáli
skrivaður við hann. Um tað vísir
seg, at hann ikki er nóg góður,
so verða boð send eftir næsta
manninum at royndarvenja.
Royndir úr Tjekkia
og Svøríki
Paul Munster úr Norðurírlandi,
sum 9. februar verður 30 ár, eitur
maðurin, sum um mánaðarskiftið
kemur til Víking at royndarvenja.
Hann hevur áður spælt í Tjekkia
og í Svøríki.
Seinastu trý árini hevur Paul
Munster spælt við Linfield, sum
eigur heimavøll á Windsor Park í
Belfast. Paul Munster, sum er 185
cm og ættaður úr Belfast, varð
illa skaddur í knænum, tá ið hann
var 19 ára gamal. Tá varð roknað
við, at tað ikki fór at eydnast
honum at koma fyri seg aftur
sum fótbóltsspælari, men hann
kom seg aftur, og nú er møguleiki
fyri, at Paul Munster fer at verða
fremsti maður hjá Víkingi.
Síðani 2008 hevur Paul Munster
umboðað Linfield í 80 dystum og
skorað 35 mál. Í 2004 spældi hann
í London City, 2004-2005 í Slavia
Prag, 2006 í Ørebro SK, 2006 í
Bunkeflo IF og í 2007 í SK Hradec
Kralov, har hann í ellivu dystum
skoraði 10 mál.
Plássið stendur tómt
Tað er ikki sørt, at talan hevur
verið um gjøgnumtrekk tey trý ár
ini, sum Jógvan Martin Olsen hev
ur verið venjari í Víkingi. Umleið
tíggju spælarar, sum hava verið á
besta liðnum, eru farnir úr felag
num. Miðvallarin Sam Jacobsen er
júst farin av landinum, og Símun
Hansen er fluttur í B36. Millum
hinar, sum eru farnir, teljast Súni
Olsen, Sverri Jacobsen, Símun
Louis Jacobsen, Magnus Skoralíð
og Andreas Lava Olsen. Og nú var
tað so Finnur Justinussen, sum í
trý ár ætlar at royna, hvussu langt
hann kann røkka í svenskum
fótbólti.
– Plássið eftir Finn stendur
tómt. Vit hava fleiri ungar og
evnaríkar spælarar, sum venja
við besta liðnum, men í løtuni
er tað eingin, sum er upplagdur
til týdningarmikla plássið sum
boksspælari ella málbombari. Tí
er tað, at vit leita uttanlands. Í fjør
var tað neyvan nakað annað felag,
sum brúkti vongverjarnar so nógv
í framrættaða partinum, sum vit
gjørdu. Tað bar nógv góð innlegg
við sær, og Finnur var óførur at
umseta tey til mál. Tað er einum,
ið hevur hesar somu dygdirnar, at
vit leita eftir, sigur Jógvan Martin
Olsen.
Tit vilja hava útlendsku spæl
ararnar henda vegin at royndar
venja?
– Vit vita akkurát, hvørjar
dygdir spælarin skal hava, sum
vit leita eftir. Tí vilja vit fegnir, at
hann venur og spælir saman við
okkara monnum. Harvið ber til
at staðfesta, um hann passar inn
í okkara konsept, sigur Víkinga
venjarin.
Víkingur leitar
uttanlands
Fótbóltur Samband er fingið
við norðurírskan álopsspælara,
sum um mánaðarskiftið kemur at
royndarvenja og í venjingardysti
at vísa, hvør dugur er í honum
Jóannes Hansen
Tað var eftir døgurða leygardagin,
at yvirskriftin á Portalinum var
»Norðurírskur bombari í Sarpu
gerði«. Søgan snúði seg um Paul
Munster úr Belfast, sum nú skal
royndarvenja í Víkingi.
Hóast flestu fótbóltshugað iva
leyst munnu vita, hvat liggur í tí, tá
ið tað í fótbóltshøpi verður tosað
um ein bombara, so var tað onkur,
sum í viðmerking á Portalinum gav
ilt av sær, og tað mundi vera orsøkin
til, at yvirskriftin leygarkvøldið
var broytt til »Norðurírskur álops
spælari í Sarpugerði«.
Ein føroyingur, sum lesur í
Skotlandi, skrivaði soleiðis (eitt lítið
sendur broytt):
»Eg vil hervið biðja um at
yvirskriftin á portalinum verður
broytt. Tú hevur yvirhøvur ikki
hugsað teg um, tá ið tú hevur valt
hana. Tú sipar til ein áleypara úr
Norðurírlandi ið er »bombari«. Tú
sipar her til »The Troubles« ið hava
gingið fyri seg har. Eg eri búsitandi
í Skotlandi og havi dagliga nógv
samskifti við norðurírar, ið hava/
høvdu familju, ið vórðu dripin ella
særd í »The Troubles«. Tú veist ikki
hvat tú tosar um, og at brúka tað
sum eina »joke« yvirskrift er HEILT
offside. Eg vil spýggja!«
Hesi vórðu orðini, og onkur ann
ar nevndi okkurt, sum bar á sama
borðið.
Tá ið nógv verður skrivað, so
verður tað ivaleyst altíð okkurt,
sum kundi verið øðrvísi, og sum
verður fatað á ymiskan hátt. Tað
valdast ikki minst um bakgrundina
hjá teimum mongu, sum lesa á
Portalinum.
Føroysku bombarnir
Millum
fótbóltsáhugað
verður
mangan
tosað
um
bombarar.
Sakaris Lydersen ella Sakaris á
Reyðhúsi var ein sovorðin á KÍ
liðnum í fýrati og fimmti árunum.
Eivin Dam hevð henda leiklutin
á HB liðnum stóran part av sektti
árunum, Páll Sigmund Sørensen á
66 liðnum hjá KÍ tey fyrru árini, og
soleiðis kundu vit hildið á.
Felags fyri hesar og eitt nú John
Eysturoy, Suna Jacobsen og Kára
Nielsen hjá HB, Bergur Magnussen
hjá B36, Súna Fríða Barbá hjá B68,
Una Arge hjá HB og Kurt Mørkøre
hjá KÍ var, at teir vóru likamliga væl
fyri, at teir høvdu máltev, og at teir
dyrgdu nógv í brotsteiginum og
altíð vóru klárir til í knappari vend
at smekka til.
Heri
Nolsøe
hjá
HB,
Todi
Jónsson hjá KÍ og TB spælararnir
Henrik Thomsen og tvíburarnir
Ásmund og Trond Nolsøe vóru í
síni tíð málsóknir á sama hátt, sum
eitt nú Meinhardt Dalbúð hjá ÍF
eisini var tað, men felags fyri hesar
var, at teir kanska luttóku meiri í
spælinum uttan fyri brotsteigin,
enn Símun Petur Justinussen,
Finnur Justinussen og hinir oman
fyri nevndu gjørdu.
Útlendskir bombarar
Typiskir bombarar ella boksspæl
arar í eingilskum fótbólti hava ver
ið eitt nú Gary Lineker, sum í 80
landsdystum fyri Ongland skoraði
48 mál, og Allan Shearer, sum í 60
landsdystum skoraði 30 mál.
At hugtakið bombari verður nýtt
um ein, sum fyrst og fremst heldur
til í brotsteiginum og lúrir eftir
møguleikanum, stavar úr Týsklandi.
Navnframi
álopsspælarin
hjá
Bayern München, Gerd Müller,
hevði
kelinavnið
Bomber
der
Nation. Tað var fyrsti venjarin hjá
Gerd Müller í Bayern München,
Čik Čajkovski, sum var tann fyrsti
at kalla málslúkin bombarin. Venj
arin var serbi, og tað mundi vera
tí, at hann hevði so ilt við at úttala
týska navnið, at hann fann upp
á kelinavnið, sum Gerd Müller
framvegis er kendur fyri, og sum
so mangir aðrir stórir málskjúttar
kring knøttin hava verið nevndir.
Tølini siga, at Gerd Müller var
heilt framúr. Í tíðarskeiðnum 1966-
1974 spældi hann 62 landsdystir, og
hann skoraði 68 mál! Tað síðsta var
sigursmálið til 2-1 í HM finaluni á
heimavølli ímóti Hollandi í 1974.
2. heimsbardagi var gott og
væl tjúgu ár burtur, tá ið venjarin
gav Gerd Müller heitið bombarin.
Tískil kundi tað hugsast, at hetta
var rættuliga eldfimt, men soleiðis
varð tað ikki fatað.
Tíbetur eydnaðist tað fyri fleiri
árum síðani at fáa frið í lag í Belfast
og Norðurírlandi, sum annars hevur
havt sínar bombarar í fótbólti. Eitt
nú Norman Whiteside, sum um
boðaði Manchester United, og sum
var yngsti spælarin nakrantíð í HM
endaspælinum, tá ið hann fyrstu
ferð umboðaði Norðurírland sum
bombari.
Hetta var søgan aftan fyri yvir
skriftina, sum eftir øllum at døma
órógvaði onkran. Tað var altso ikki
til syrgiligu søguna í Norðurírlandi,
at tað varð sipað til, men heldur til
glæsiligu málskjúttarnar kring um
í Europa.
Um Paul Munster fer at megna
at taka arvin í Sarpugerði eftir
feðgarnar Símun Petur og Finn
Justinussen, fáa vit at síggja. Tað
er meiri enn so komið fyri áður, at
útlendingar hava skorað nógv mál
í føroysku kappingini: Leirvíkingar
minnast Martin Nugent, klaks
víkingar komast við Paul Clapson,
Heine Fernandez gjørdi um seg í
HB, og í Fuglafirði var David Jones
skarprættari miðskeiðis í sjeyti
árunum. Og Clayton Soares og
Lukasz Cieslewicz undirstrika, at
tað framvegis eru vandamiklir út
lendskir bombarar í føroyskum
fótbólti.
joannes@sosialurin.fo
Bombarin var
orsøk til órógv
Fótbóltur Onkur hevði hug at flyta fokus yvir á
politikkin, tá ið hálvt hundrað ára gamalt hugtak um góðan
málskjútta varð nýtt um álopsspælara úr Belfast