Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-16, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 16. januar 2012 · Nr. 7 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Toftir: Hóast ligin eru meiri enn 107 ár síðani Blái Krossur byrj­aði virksemið sítt her á lan­di, er framvegis lív í hesum frá­halds­felags­skapi­ num á ávísum støðum kring landið. Tað prógvaði til fulnar Blá­kross­festin, sum varð hild­in í missións­húsi­num á Toft­um næst­sein­asta sunnu­ dag. Talan var um aðalfundin í staðbundna felagnum, har ein legði fram roknskap og frá­greið­ing frá virkseminum, eins og nevndin í felagnum varð aftur vald. Eftir fundin var eitt ser­ stakt blákrossmøti um kvøld­ið, har omanfyri 150 fólk tóku lut. Her talaði for­ mað­ur­in í landsnevndini, Sverri Steinhólm, og Tofta Streingja­kór, dupult­kvartett­ in VEGA úr Fuglafirði og tónleika­bólkurin TOS fram­ førdu. Tofta Blákrossfelag er eitt av íalt átta feløgum kring land­ið. snorri@sosialurin.fo Árnafjørður: Leygarmorgunin 5. mai byrjar ruddingardagurin í bygdini. Endað verður seinnapartin við grillparty. Strendur: Mikukvøldið verður stokkaklirr í bygdarhúsinum, tá fyrrverandi borgarstjórin, Malena Thomsen fer at vísa myndir úr Ungarn. Menn eru eisini vælkomnir. Trøllanes: Hesar komandi dagarnar verður arbeitt í tunlinum til norðastu bygdina á Kalsoynni. Arbeitt verður frá klokkan 8 til 18. Hoyvík: Skúlavegurin hjá børnunum í skúlanum við Løgmannabreyt skal nú gerast tryggari. - Tað sama skal gerast við skúlan í Kollafirði, sigur Levi Mørk, býráðslimur. Eg skilji ikki, hví tóna­ deyv fólk royna seg í X-Factor (Laila Carlsen, songkvinna) Runavík: Tað er ikki eins stórur eftir­spurn­ ing­u­r eftir grundøkjum nú sum áður í stóru kommu­n­uni í Eystur­ oyn­ni. - Men vit hava tó selt okkurt grundøki í fjør, upplýsir Magnus Rasmus­sen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu. Í flestu bygdum í kommun­uni eru tøk grund­øki, men tað tykist yvir­høvur sum hava fólk bert hug á økjum í Saltangar­á og Runavík. Hóast hesi viðurskifti verð­ur staðfest, at økini eru farin at fækkast. Bý­ráð­ið hevur tí sett av 2,5 milliónir krónur til keyps at lenda í ár. Hetta verður gjørt í Saltangar­á. Í stóru Runavíkar kommu­nu búgva í dag 3800 fólk. Bøur: Í august mánaði varð nýggja reinsiverkið í bygd­ ini sett til. Hóast mong mundu fegnast um hetta fram­stig­ ið, so eru ikki øll heilt nøgd við skipanina enn. - Í skurðtíðini verður nógv meiri vatn brúkt enn van­ligt er í mun til fólka­ talið, tí so nógv verður slátr­að, verður sagt úr Sør­ vágs kommunu. Ætlanin er tí at gera ávís­ar broytingar nú til várs, soleiðis at nóg mikið av reinsaðum vatni verður til bygdarfólkið. Lagt verður tó aftrat, at hetta ikki á nakran hátt hevur gingið út yvir góðsku­na á vatninum. - Góðskan á vatninum, hon er í lagi. snorri@sosialurin.fo kring landið Vatngóðskan er í lagi Framvegis lív í Bláa Krossi Grundøkini fara at fækkast SANGUR Góðar sangkreftir av Toftum settu sín dám á Blákrossfestina í missiónshúsinum mynd: blakross.fo