Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-16, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. januar 2012 · Nr. 7 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Latið okkum sum Føroya fólk standa saman um okk­ ara vinnulívsfólk, soleiðis, at hesi føla seg væl og virð­ is­mett í okkara landi. Bæði til at gera íløgur og skapa arbeiðspláss til frama fyri okkara fólk og tjóð. Vit eiga at seta prís upp á hesi fólk, sum halda landinum uppi. Tey hava sanniliga uppiborið eitt herða­klapp fyri teirra ágrýtni. Eg kann taka dømir frá Norðurøkinum. Vit eru væl­ sign­að við vinnulívs­fólk­um, sum viðáræði og ágrýtni hava havt sera stóran týdn­ ing fyri økið ígjøg­num langa tíð. Hettar eru óstøð­ugar og til tíðir sera ótrygg­ar vinnur, sum hesi hava arbeitt undir. Nógvir ókendir faktorar spæla inn og tey hava verið noydd til allar tíðir at inn­orna seg eftir hvussu náttúran og annað hevur skikkað sær. Tað er tí um­ ráð­andi at tey kunnu leggja til síðis í góðum tíðum til at brúka í verri tíðum. Í Klaksvík merkja vit sera skjótt, um vinnan hevur tað gott ella ikki. Hetta av­speglast beinanvegin í kommuni. Um vit skapa góð­ ar karmar, so vil hetta gera sítt til at eggja føroyingum uttanlanda at koma hend­an­ vegin at gera íløgur og skapa arbeiðspláss. Hetta kann vera innan ymisk­ar vinnur. Hetta kundi t.d. verið innan tøkni, gransking, heilivág, films- og tónlist. Føroyar skulu teljast mill­um heimsins fremstu vinnu­lívs­tjóðir. Í Føroyum skal vera virðing fyri okkara vinnulívsfólki. Her skulu teir bestu karmarnir vera. Her skal tað loysa seg at arbeiða nógv. Tað skal vera rúmligt og pláss fyri øllum. Vit mugu ansa eftir, at okkara vinnulívsfólk ikki kasta handklæðið í ringin og rýma, tí tey ikki føla seg nóg virðiliga viðfarin. Sjálv­ andi skulu tey halda seg innanfyri lógarinnar ramm­ ur og ikki viðfarast sum heilagar kýr. Eitt er heilt vist: Okkara vinnulívsfólk verða verðandi vinnulívsfólk. Um tey kasta handklæðið í ringin her, so fara tey aðrar leiðir. Onnur lond standa við opnum ørm­ um og taka væl ímóti teim­ um. Øll samfeløg hava brúk fyri slíkum fólkum. Latum okkum vera góð við og sláa ring um tey. Tá vinnulívið hevur tað gott, er ein av teim grundleggjandi fortreytunum fyri einum góðum samfelagið uppfylt. Verða okkara vinnulívsfólk vird nóg nógv? Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur Løgtingslimur Í gjár var tað einmælt sam­ tykt í Teknisku nevnd hjá Tórs­havnar kommunu, at ferðsluviðurskiftini við Kolla­fjarðar skúla, skulu gerast tryggari fyri skúla­ børnum og øllum ferð­andi. Tekniska nevnd hev­ur arbeitt í eina tíð við mál­in­ um, og Tórshavnar komm­ una hevur sett 500.000 krónur av til endamálið á fíggjarætlanini fyri 2012. Ætlanin er at gera eina sokallað »ferðsluoyggj«, við Kollafjarðar skúla soleiðis, at skúlabørnini kunnu koma trygd til og frá skúlanum. Hetta er at sera neyðugt, fyri trygdina hjá børnum og foreldrum í Kollafirði. Leggjast skal aftrat, at nú er skúlatryggur vegur við Hoyvíkar skúla og somu­ leiðis verður í løtuni arbeitt við at gera vegin við Skúlan við Løgmannabreyt meira skúla­tryggan. Somuleiðis verður arbeitt við einari ferðslutryggari ætlan fyri alla kommuna, sum verður klár í næstum. Eg eri takksamur fyri, at ein samd nevnd tók undir við hesum, nú verður gjørt eitt skitsuuppskot sum verð­ur lagt til støðutakan í nevndini og so kann arbeiði byrja. Sí lýsing av málinum: Ferðslutryggur vegur við Kollafjarðar skúla. Lýsing av málinum - sam­ an­dráttur. Í sambandi við ynski um at dagføra veganetið í Kolla­firði, eru settar eru kr. 500.000,- til ferðslutrygd við Kollfjarðar skúla. (§6 konto 8175 fyri fíggjarárið 2012). Víst verður annars í hesum sambandi til fylgjandi mál: Mál nr. 2004-2400 Viðv. ferðslu­tryggum vegum í Kolla­firði Mál nr. 2006-3569 Ferðslu­ viðurskifti í Kollafirði Umsitingin leggur fram uppskot til viðmerkingar. Tilmæli: Tekniski stjórin, býarverkfrøðingurin og leið­ar­in á plan- og rasktrar­ deildini mæla til játta kr. 100.000,- til at gera skitsu­upp­skot við kostn­ aðar­meting at leggja fyri nevndina aftur og at beina málið, um fíggj­ar­nevnd­ina, í býráðið. Tekniska nevnd 1. de­ semb­er 2011: Nevndin sam­ tykti at taka undir við til­ mæl­inum og beina mál­ið í býráðið, um fíggjar­nevnd­ ina. Fíggjarnevndin 7. de­sem­ b­er 2011: Staðfest verð­ur, at játtanin er á rakstrar­konto. Ískoyti: Í sambandi við viðgerðina av fíggjarætlanini fyri 2012 í fíggjarnevndini 24. oktober 2011 (mál nr 2011-1443) var samtykt í 2. við­gerð at flyta kr. 500.000,- av íløgum fyri vegir kto. 8175 til rakstrarkonto fyri vegir – kto. 8110. Arbeiðið at gera skitsu uppskot verður sostatt fíggjað av rakstri. Tilmæli: Tekniski stjórin, býarverkfrøðingurin og leið­arin á plan- og rasktrar­ deildini mæla til, at farið verður undir at fáa til vega skitsuuppskot við kostn­ aðarmeting at leggja fyri nevndina aftur. Tekniska nevnd 12. januar 2012: Nevndin sam­ tykti at taka undir við til­ mælinum. Skúlatryggur vegur í Kollafirði Levi Mørk býráðslimur og næstformaður í tekniskunevnd