Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-16, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2012síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 16. januar 2012 · Nr. 7 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í einum aftursvari til mína grein, har eg heiti staði­ liga á føroysku fólka­tings­ um­boðini um ikki at draga makrelin niður í danskan innanríkispolitikk, vil Sjúrð­ ur Skaale vera við, at hann ongantíð hevur lagt seg út í samráðingarnar um makrel­ in. Sjúrður sigur orðarætt: “Og tí havi eg aldrin – aldrin nakrantíð og ikki á nakran hátt! – blandað meg uppí sam­ráðingarnar.” Eri harmur um at siga tað, Sjúrður. Men tað er bara als ikki sannleikin. Í valstríðnum og val­ skránni hjá tær til fólka­ tings­valið, var makrelmálið ein týðandi partur av tí, sum tit vildu arbeiða við á Christiansborg. Og tit søgdu, at partapolitisku sambond millum tykkum og stjórnina fóru at verða ein fyrimunur fyri rættindi føroyinga og samráðingarnar í hesum máli. Og síðani hevur hetta verið brúkt til at profilera tykkum, sum tey, ið skulu loysa – ella loysa upp fyri makrelmálinum – við aftur­ vendandi tíðinda­skriv­um og útmeldingum í fjøl­miðl­ unum. Tíni egnu orð Til dømis hevur hetta stað­ ið í einum tíðindaskrivi frá tær sjálvum og javn­aðar­ flokkinum: “Javnaðarflokkurin á fólka­tingi er longu farin undir ta fyrstu, stóru polit­ isku uppgávuna, sum er at fáa til vega próvgrundir fyri, at Føroyar eiga rætt til ein munandi størri part av makrelkvotuni í Norð­ ur­atlantshavi enn hana, sum ES og Noreg vilja til­ luta Føroyum. Hetta er fyrst og fremst eitt mál fyri landsstýrið, men Javn­ aðar­flokkurin vil fegin nýta teir góðu møguleikar, sum fólkatingssessurin og tætta samstarvið við danska stjórn­ arflokkin geva, til at stuðla landsstýrinum í hesum máli. At ávirka og broyta støðuna hjá fyrst donskum myndugleikum og síðani ES er ein sera krevjandi uppgáva, og tí mugu allar kreftir arbeiða saman". Og síðani hevur tú sent eina røð av tíðindaskrivum um fundir við danskar ráð­ harrar um makrelmálið sum heild – ikki bert um ES-tiltøk. Millum annað ein fund, har tú handaði donskum ráðharra ein lunda, ið skuldu ímynda okkara krøv um makrelkvotu og ta ávirkan makrelurin hevur í føroyskum sjógvi. Og hetta sigur tú at vera “ongantíð og ikki á nakr­an hátt!” at blanda seg í sam­ ráðingarnar... Reinur partapolitikkur Eftir mínum tykki, hava bæði tú og Edmund Joensen av øllum alvi roynt at drig­ ið makrelmálið niður á Christiansborg. Hett elvir beinleiðis til, at aðrir danskir fólkatingslimir og ráð­harr­ arnir halda tað vera legitimt at úttala seg um, hvat Føroyar eiga at gera í makrelmálinum, tí tit brúka málið soleiðis og reisa tað á Christiansborg á hendan hátt. Seinast hava vit sæð framsøgumenn hjá bæði sosialdemokratunum, sum tú Sjúrður er partur av – og hjá Vinstraflokkinum úttala seg um, hvat føroyingar eiga at gera. Bæði tú og eg vita, at alt hetta tosið á Christiansborg um makrelin er bluff og spæl fyri gallarínum. Danmark hev­ur egin áhugamál í makrel­inum og er okkara bein­leiðis mótpartur. Um tað er ein fyrimunir fyri Danmark at revsa Føroyar og at Føroyar hava lítla makrel­kvotu, so arbeiða tey fyri tí. Um tað er ein bági fyri Danmark og danska vinnu, so arbeiða tey fyri linari til­ tøk­um. Tí eiga vit ikki at pakka hesa óhaldbæru skipan inn, har uttanríkispolitikkur Dan­markar er til bága fyri okk­um, og royna at seta tað fram sum um, at Dan­mark skal røkja føroysk áhuga­ mál. Hetta er ein støða, har fólkatingsumboðini legiti­ mera eina hjálandastøðu, heldur enn at vísa á tørvin á egnari rødd og leikluti hjá Føroyum. Tað er hetta, sum eg sigi í míni grein. Bæði tú og Edmund kappast um, hvør skal eitast at vera best­ ur at brúka partapolitisk sam­bond til danskar flokkar, sum avgerandi fyri rættindi og virði hjá føroysku tjóð­ini. Eg haldi hetta er ómeta­liga harmiligt, tí hetta er sam­ bandspolitikkur og legiti­ mering av heimastýri í ytsta potensi. Og sum tú sjálvur hev­ ur skrivað: Hetta málið er nógv ov álvarsligt til parta­ politikk. Tað er fiskiídnaðurin í Evropa – og so Ísland sum eru avgerandi Heimildirnar til revsitiltøkini hjá ES eru langt síðani sam­ rádd – eisini við luttøku frá donskum embætisfólki. Og tað hendi áðrenn fólka­tings­ valið og undir valstríðnum. Heimildirnar til revsitiltøk eru sera mildar. Tað er ikki hent orsakað av nøkrum donsk­um fólkatingslimi ella nakrari danskari stjórn. Tað er tí, at ES hevur valt eina millumloysn, ið mótvegis skotskum og øðrum fiski­ monnum, kann látast at vera tiltøk móti Føroyum og Íslandi. Men í roynd og veru ikki eru nakað sterkt amboð – og tað fer at taka langa tíð at seta nakað verk, tá heimildirnar eru fingnar til vega. Hesa loysn hevur ES valt, bæði tí at fiskiídnaðurin í Evropa ikki vil steingja fyri føroyskum og íslendskum fiski. Og ikki minst, tí at ES vil ikki provokera Ísland, nú samráðst verður um at fáa ìsland upp í ES (Og ES vil hava tey uppí til tess at fáa atgongd til tilfeingið í Norð­ uratlantshavi). Men bæði tú og Edmund Joensen royna at gera heim­ ildirnar til revsitiltøk frá ES til eitt stórt mál – hóast tað ikki er tað. Og hóast vit tosa um sera langa tíð, áðrenn eitt møguligt tiltak yvirhøvur kundi verðið sent í verk. Og tit royna hvør í sínum lagi, at látast vera avgerandi fyri gongdina í málinum. At tit royna at øsa hetta upp, er sera óheppið fyri sam­ráðingarnar hjá okk­ um. Tað gevur okkara sam­ ráðingarmótpørtum og donsk­um myndugleikum ta fatan, at vit í Føroyum óttast fyri og verða ávirkað av hesi framferð hjá Danmark og ES í makrelmálinum. Men okkara samráðingarstøða eigur at vera, at vit als ikki óttast tiltøk, bæði tí tey hava lítlan týdning fyri okkum, og tí vit meta tey vera ólóglig sambært altjóðarætti. Eg siti sjálvur í uttan­lands­ nevnd Løgtingsins og viðgeri makrelsamráðingarnar í trún­aði. Men eg kann siga so mikið, at tað sum okkara fólka­tings­umboð siga og gera í makrel­málinum, er ikki í sam­svari við ta seriøsu viðgerð og tey samráðingar­ amboð, sum vit leggja dent á. Makrelur og partapolitikkur – aftursvar til Sjúrð Skaale Høgni Hoydal Sambandsflokkurin á Christiansborg: Allir and­støðuflokkarnir á Fólkatingi eru ímóti, at ES vil seta í verk revsi­ til­tøk ímóti Før­oy­um or­sak­að av ósemjuni um makrel­veið­una. Tað er átalu­vert, at Javn­að­ar­ flokkurin stuðlar poli­ tikkinum hjá stjórnini, ið er sinnað at góðtaka, at ES í ávísan mun kann revsa Føroyar ES skal ikki seta revsi­ tiltøk í verk ímóti Føroy­ um. Hetta er støðan hjá øllum andstøðu­flokk­ u­n­um í Fólka­ting­in­ um: Vinstra, Konserva­ tiva Fólka­flokkinum, Libe­ralu Alli­ans­uni og Danska Fólka­flokk­in­ um. Hesir flokkar hava nú tikið støðu til ósemjuna millum Føroyar og ES um veiðuna eftir makreli í føroyskum sjógvi. Sambandsflokkurin á Christiansborg hevur havt samband við allar andstøðuflokkarnar í Fólkatinginum. Tað er at fegnast um, at flokk­ arnir halda saman í hes­um máli, ið hevur so stóran prinsipiellan og búskaparligan týdning fyri Føroyar. Hinvegin er støðan hjá sosialdemokratisku stjórnini sera óheppin. Sum Sambandsflokkurin á Christiansborg skilir støðuna, er stjórnin til reiðar at góðtaka, at ES- kommissiónin kann seta í verk ávís revsitiltøk ímóti Føroyum. Hetta er ein sera harmilig støðu­ takan. Sambandsflokkurin á Christiansborg harm­ ast eisini stórliga støðu­ takanina hjá føroyska Javn­aðarflokkinum í mál­inum. Tað er átalu­ vert, at Javnaðar­flokk­ urin á Fólkatingi við avger­andi atkvøðu síni stuðlar og góðtekur ávís ES-revsitiltøk ímóti Føroyum. At flokkurin so seint sum í gjár kallar hetta ”positivt” og ”maksi­mal ávirkan” er púra burt­urvið. Um 11 dagar verð­ur nýggjur samráð­ingar­ fundur millum Føroyar og ES um makrelveiðuna fyri 2012. Henda stutta tíð má brúkast effektivt. Í fyrsta umfari eig­ ur Landsstýrið at eftir­kanna sjónar­mið­ ið hjá Peter Øre­bech, proffessara á Universi­ tetinum í Tromsø, í Degi og viku í gjár. Hann førdi fram, at Noreg fremur brot á grein 56 í ST-hav­ rættarsáttmálanum. Hev­ur proffessarin rætt, so eigur hetta fáa avleið­ ingar. Í øðrum umfari má Javnaðarflokkurin nú til arbeiðis við síni av­ gerandi atkvøðu í Fólka­ tinginum, so sosial­ demo­krat­iska stjórnin veru­liga skilir álvaran fyri Føroyar í makrel­ mál­inum. Andstøðan á Christ­ians­ borg ímóti at ES vil revsa Føroyar Edmund Joensen fólkatingsmaður Sambandsflokkurin á Christiansborg Jú, víst hava fólkatingsumboðini roynt av øllum alvi at draga makrelsamráðingarnar niður á Christiansborg