Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-16, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2012síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. januar 2012 · Nr. 7 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Land og kommunur keypa inn fyri hundraðtals milliónir á hvørjum ári. “Grøn almenn innkeyp” eru eitt ógvuliga sterkt marknaðaramboð til at leiða samfelagið ímóti burð­ardyggari nýtslu og fram­leiðslu. Men, hvussu fáa vit land og kommunur at hugsa grønt, tá tey keypa vørur og tænastur? Tað er millum annað enda­málið við verkætlanini “Umhvørvisvinarligt inn­ keyp í norðurlendsku smá­ samfeløgunum”. Saman við Íslandi og Álandi luttaka Føroyar í hesi verkætlan um grøn almenn innkeyp, sum á enskum verður rópt Green public procurement (GPP) og er eitt altjóða hugtak. Endamálið er eisini at gera einfaldar vegleiðingar, sum lýsa forðingar og avbjóðingar í mun til at samskipa almenn grøn innkeyp. Ger stóran mun Á hvørjum ári keypir tað almenna vørur og tænastur fyri fleiri hundrað milliónir krónur. Í ES verður til dømis roknað við, at á leið 19% av BTÚ fer til almenn innkeyp. Um tað almenna setir um­ hvørviskrøv, tá keypt verður, ber til at gera eitt stórt lop frameftir í mun til at verja umhvørvið. Tí tá ein slíkur stórnýtari leggur seg eftir at keypa vørur og tænastur, sum eru framleiddar burðardygt og umhvørvisvinarligt, eru veitararnir skjótir at fáa vørurnar til vega, og tað hevur stóra jaliga ávirkan á marknaðin. Talan kann vera um al­ skyns vørur og tænastur. Eitt nú orkusparandi teldur og kt-útbúnað, bygningar og byggitilfar, bilar og ferð­ ing, reingerðarevni, pappír, endurnýtsla av kontór­møbl­ um og so frameftir. Ein avbjóðing í sambandi við GPP er, at tað kann kosta nakað meira at byrja við, men í flestu førum loysa grønu innkeypini seg fíggjarliga í longdini. Eitt nú ber til at spara sera nógvan pening við at keypa orkusparandi útgerð og tilfar. Nýta royndirnar hjá grannunum Bæði ES og Norðurlond hava lagt ætlanir fyri, hvussu londini skulu leggja seg eftir at hugsa um umhvørvið tá tað almenna keypir inn. Og fleiri Norðurlond eru komin langt, tá tað snýr seg um at fáa sett miðvísar ætlanir í verk, sum eggja bæði mynd­ ug­leikum og fyritøkum hugsa grønt. Hesar royndir kunnu smá­samfeløgini taka til sín, og til­laga egin viðurskifti. Tørv á grønum innkeypspolitikki Úrslitini frá verkætlanini kunnu nýtast til at gera meira miðvís átøk, fyri at fáa føroyskar almennar stovnar at seta GPP í verk. Í mong ár hevur verið tos­ að um og arbeitt við at gera ein felags almennan inn­ keypsportal, har tað almenna kann keypa inn meira skipað, bíligari og betri. Tað er upp­ lagt, at flætta krøv um um­hvørvisdygd inn í hesa skipan. Til tess at fáa sett eina grøna almenna innkeyps­ skipan í verk, er neyðugt við sterkum politiskum áhuga og vilja til at raðfesta hetta. Áland og Ísland, sum eisini eru við í verkætlanini, eru komin nakað longri enn Føroyar í mun til at samskipa almenn grøn innkeyp. Føroysku luttakararnir Tað er Norðurlendska Ráð­ harra­ráðið, sum fíggj­ar verk­ ætl­anina “ Um­hvørv­is­vinar­ ligt inn­keyp í norðurlendsku smá­sam­feløgunum”. Tey, sum vega Føroyar hava luttikið, eru umboð fyri Umhvørvisstovuna, Lands­ verk, Landsnet og Vinnu­ málaráðið. Atlanticon hevur staðið fyri leiðsluni. Meira fæst at vita við at venda sær til GPP-verk­ ætlanarleiðaran á tlf 211202. Grøn almenn innkeyp – ein vinningur fyri umhvørvið og samfelagið Vegna GPP-verkætlanina Dorthea Thomsen verkætlanarleiðari Leo Poulsen Talan er um gamla »bilskúrin«, sum upprunaliga og fyri nógv­um árum síðani varð nýttur til júst bilskúr. Men við tíðini datt bygningurin meira ella minni niður, og varð fyri nøkrum árum síð­ ani bygdur upp aftur. Síðani varð húsið í nøkur ár nýtt til amboðsskúr hjá kommununi, men seinastu tíðina hevur bygningurin staðið tómur. Nú hevur Nólsoyar Bjarg­ ingarfelag leigað húsið frá Tórshavnar kommunu, og gamli bilskúrurin skal nú virka sum karmur um felagsvirksemið hjá bjarg­ inga­rliðnum. Nólsoyar Bjargingarfelag hevur eitt bjargingarlið, sum telur um 20 mans, men tá skal havast í huga, at Nólsoy í stóran mun er sjó­ mannabygd, og tað er tí eitt sindur avmarkað, hvussu nógv fólk er heima til eina og hvørja tíð. Bjargingarliðið gongur nakað inn í sløkkiliðið, sum bygdin eisini hevur. Sløkkiliðið telur sjey mans, og leiðari fyri liðnum er Beinir Poulsen. Leiðari fyri bjargingarlið­ num er Jan Hansen, sum eisini er formaður í Nólsoyar Bjargingarfelag. Bygdin er ógvuliga væl útgjørd við millum øðrum ein­um fult operativum sløkkibili, umframt ein sjúkra­bil. Leygardagin koyrdu báðir bilarnir runt í bygdini við børnum, sum fingu eina hugaliga og stutt­ liga uppliving. Nevndin í felagnum er: Jan Hansen, formaður Hans Martin Hansen, næstformaður Malan Hansen, peningarøkil Evy Toftegaard Nielsen, skrivari Torfríð Johannesen Varalimir eru: Hilmar Joensen Beinir Poulsen NBF fingið nýggj felagshølir Leygardagin klokkan 14 bjóðaði Nólsoyar Bjargingarfelag til móttøku í nýggju felagshølunum hjá liðinum Nýggju felagshølini hjá Nólsoyar Bjargingarfelag er gamli »bilskúrurin«. Sløkkiliðið hevur egnan sløkkibil, eins og bjargingarfelagið ræður yvir einum sjúkrabili