Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-16, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2012síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 16. januar 2012 · Nr. 7 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ja, so fór tann seinasti av brøðrum okkara Hans, 17. de­semb­er, 73 ára gamalur - ein­ans 3 mánaðir aftaná Ró­land bróðir, sum fór 17. sep­tember, 70 ára gamalur - Tað kennist sera tómt aftaná at hava mist allar 3 brøðurnar eftir bert 4 árum. Martin fór 21. september 2007 næstan 56 ára gamalur. Ikki gjørdist nakar tykkara serliga gamalur, men soleiðis var lagað. Vit vuksu upp niðri á Bakka á Glyvrum í einum góðum og tryggum heimi. Góð foreldur, ið fyrst og fremst lærdu okkum tey anda­ligu virðini – hvønn sunnu­dag varð annaðhvørt farið í kirkju ella lestur lisin. Vit vórðu sanniliga eisini lærd at arbeiða. Pápi hevði saman við brøðrum sínum bygt turkihús, so har var fiska­virking. Hjálptu vit børn­ini eisini til – ja, ofta varð farið upp klokkan 6 á morgni at breiða fisk út á fiskastykkinum, áðrenn farið varð í skúla. – Kanska var hetta fyrsti íblásturin hjá tykkum til, at tit sum vaksnir fóru undir at byggja sildavirki í 1967. Men vit fingu eisini tíð at spæla, og spæliplássið var stórt niðri á Bakka. Við tráðu á brúnni og á báti í fjørðin við pápa ella onkrum pápabeiggja at royna eftir smáfiski. – Jú, barnaárini vóru rík niðri á Bakka. Tit bygdu tykkum vøkur hús, Hans og Róland á Glyvr­ um og Martin í Havn. Martin var tó burtur í 10 ár og las matverkfrøði í Noreg og arbeiddi har, til hann í 1984 kom heimaftur at arbeiða sum virkisleiðari á Bacalao, og umframt ymisk onnur størv aftaná tað tey seinnu árini á Bakkafrost. Róland fór burtur sum 14 ára gamalur og var sjómaður, og Hans fekk sær handil. - So gingu nøkur ár til farið varð undir sildaframleiðslu síðst í sekstiárunum og seinni laksa­framleiðslu. Sigast kann um tykkum, at tit vóru sera arbeiðssamir og dugnaligir til alt hand­ verk. Tað sást aftur í heim­ um tykkara. Nakað, ið var felags fyri tykkum allar, vóru konur tykkara – tær eru allar líka vakrar og tit vóru allir líka forelskaðir til tykkara síðsta dag. Sigast skal eisini, at tær vóru góðar við tykkum, ikki minst tá heilsan fór at bila. Hvussu tær vóru um tykkum – takk fyri tað Katrin, Anna og Oddvør. Lív tykkara kundi tykjast at gerast nakað stutt, men fingu tit eitt sera ríkt og gott lív, ikki at gloyma deiligu børn og barnabørn tykkara. – Saknurin hjá okkum systrunum er stórur. Ikki ber til longur at ringja til tykkum og fáa eitt prát ella at støkka inn á gólvið – tað var altíð sera hugaligt. Tit vóru so gávumildir. Takk fyri tað, tit lívgaðu og gleddu okkum við! Gestablídnið og hjartalagið treyt ikki nakrantíð. Trúgv tykkara á Jesus var styrki tykkara og ein dag skulu vit hittast aftur har heima, har eingin sjúka og sorg er meir. Góða Katrin, Anna og Oddvør. Teir – Martin, Ró­ land og Hans vórðu alt ov ungir ryktir frá tykkum, men Harrin styrki tykkum og tykkara kæru. Takk kæru brøður, fyri alt og friður veri yvir minni tykkara. Systrarnar Jóhanna og Halgerð Til minnis um brøður okkara Martin, Róland og Hans Jacobsen av Glyvrum Nøvn 90 ára føðingardagur 24. januar verður John Jacobsen 90 ára gamal. Dagurin verður hildin í Ellisheiminum í Runavík 24 januar frá kl. 15.00. 70 ára føðingardagur Týsdagin 17. januar fyllir Jóan Petur Jacobsen 70 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 21. januar frá kl. 17.00 í Poul Juels Gøtu 1, har eg vóni at síggja familju, vinir, grannar, fyrr­verandi arbeiðsfelagar og kenn­ingar annars. 80 ára føðingardagur 8. februar fyllir Gunhild Djurhuus, Sev­mýri 80 ár. Dagurin verður hild­in heima og eru øll hjartaliga væl­komin at heilsa uppá Gunhild millum kl. 14 & 17 henda dag! Hvussu stórur verður hitin í arktiska tundra-økinum í 2050? Henda spurning fara før­ oyskir granskarar, saman við starvsfelagum kring allan heimin at royna finna svarið uppá. Hesir granskarar koma úr so ymiskum londum sum Kanada, Australia, USA, Noreg, Ísland, Japan, Holland, Svøríki, Skotland, Finland, og Danmark. Áðrenn ein kemur so langt, hevur verið neyðugt við nógvum og drúgvum kann­ingum, fyri at koma fram til, hvussu hesar broyt­ ingar fara at ávirka plantu­ lívið í framtíðini. Skal ein trúgva teimum forsøgnum, sum longu nú eru komnar fram til, fer miðal­hitin í arktisku tundra- økinum at vera 1,8 stig hægri í 2050 enn í dag. Hóast tað ikki ljóðar av nógvum, so fer hetta uttan iva at fáa stóra ávirkan føði­ grundarlagið hjá millum annað reinsdjórum. Miðalhitin hækkar 1,8 stig í Arktis