mikudagur 18. januar 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. januar 2012 · Nr. 8
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
mikudagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Hóast eingin uttan løgmaður trúði
upp á tað – og hóast Bjarne Coryd
on, fíggjarmálaráðharri, longu skar
tað út í papp í fólkatinginum 29.
november í fjør, so hevur løgmaður
kortini hildið fast í, at blokkstuð
ulin úr Danmark skal hækka upp í
200 milliónir krónur árliga.
Mánadagin sendi løgmaður út
eitt tíðindaskriv, sum hann kallaði
»Løgmaður og danski forsætisráð
harrin hava havt sín fyrsta fund«.
Í linju 18 av 25 kemur hann til po
engið við fundinum sum var, at
blokkstuðulin ikki hækkar við aft
urvirkandi kraft, so sum løgmaður
hevur lovað.
Hervið er staðfest, at ríkisveit
ingin als ikki verður hækkað. Hon
verður regulerað ár fyri ár. Hesa
ferð 1,4 prosent, sum er 8,6 milliónir
krónur. Næstu ferð verður hækk
ingin nakað tann sama, alt eftir,
hvussu prístalið verður tá.
Soleiðis kunnu vit staðfesta, at
løgmaður tapti slagið um blokk
stuðulin. Løgmaður og Sambands
flokkurin mugu nú gevast við at
billa fólki inn, at tað er ein møg
uleiki, at blokkstuðulin hækkar.
Hendan avgerðin er tikin – og tað
eru allir samstarvsflokkarnir hjá
løgmanni, sum hava tikið ta avgerð
ina saman við Tjóðveldisflokkinum.
Har vendst ikki aftur.
Vit kunnu soleiðis staðfesta, at
tað tók 63 dagar hjá landsstýrinum
at staðfesta, at løgmaður tapti slag
ið um blokkstuðulin so dyggiliga, tó
at hetta varð gjørt kunnugt í Fólk
atinginum longu, tá landsstýrið
hevði sitið í 15 dagar.
Hinvegin so hevur Fólkaflokkurin
vunnið alt. Flokkurin hevur ong
antíð trú uppá, at blokkstuðulin
skuldi hækka. Hesum boðaði Jørg
en Niclasen frá á landsfundi hjá
flokkinum 26. november – altso
vikuskiftið áðrenn hetta varð kunn
gjørt í Fólkatinginum.
Men eftir øllum at døma hevur
Fólkaflokkurin latið løgmann spælt
sær
við
blokkstuðulshækking
ina, meðan Fólkaflokkurin trygt
og sikkurt hevur koyrt flatskattin
ígjøgnum løgtingið, har Miðflokkur,
Gamla Sjálvstýrið og Sambandið so
væl hava slóðað fyri.
Hóast legitimiteturin hjá sam
gonguni sambært løgmanni var at
økja »inntøkuna« úr danska lands
kassanum, so var veruligi legitimit
eturin hjá samgonguni skattapolit
ikkurin hjá Fólkaflokkinum.
Og meðan Fólkaflokkurin hevur
dugað sera væl, so hevur Sambands
flokkurin dugað sera illa. Løgmaður
er dumpaður, og situr nú eftir við
ongum, tí sambært samgonguskjal
inum, so verður øll hækkingin so
ríkiliga mótroknað.
Man løgmaður skilja, at hann
als ongar pengar hevur fingið?
Løgmaður segði í Degi og
Viku mánakvøldið, at hann
sleppur undan at siga 40
fólkum úr starvi – av tí at
hann hevur fingið slakar
níggju milliónir meira í
blokkstuðuli.
Tá blokkstuðulin hækk
ar 8,6 milliónir krónur, so
kostar hvørt starvið sam
bært
løgmanni
215.000
krónur. Og er tað rætt, at
løgmaður skal siga 40 fólk
um færri upp fyri hesar 8,6
milliónirnar, so má hann
siga 890 fólkum úr starvi
fyri tær 191,4 milliónirnar,
sum hann ikki fekk.
Og tá løgmaður kortini
dróg upp á tað og segði »ella
30 fólk...«, so kostar hvørt
starvið 287.000 krónur, og
so verða tað »bara« 668 al
ment lønt, sum løgmaður
skal siga úr starvi.
Taka vit hinvegin tað
lægru
blokkstuðulsupp
hæddina, sum løgmaður
hevur nevnt, 130 millión
ir krónur, so verða tað eitt
stað í millum 423 og 565
fólk, sum hann skal siga úr
starvi.
Í øllum førum kunnu vit
taka samanum, at tað kostar
ímillum 423 og 890 størv, at
løgmaður ikki megnaði at
fáa 200 ella 130 milliónir
krónur meira í blokkstuðuli,
men bara slakar níggju.
Men tá tað nú kortini er
greitt, at blokkurin als ikki
hækkar kortini, so er alt
líka vítt sum sítt...
890 alment sett
sigast úr starvi
Hóast løgmaður er komin
heim av Flatlondum við frá
boðan um, at blokkstuðulin í
ár hækkar slakar 9 milliónir,
so er hetta ikki rætt. Tí blokk
stuðulin 2012 hækkar als ikki,
tí tað er brot á samgongu
skjalið.
Á fyrstu síðu í samgongu
skjalinum stendur soleiðis:
»Samráðingar verða við
donsku stjórnina um at dag
føra ríkisveitingina til dags
virði. Av hesum og komandi
árligu økingini av ríkisveit
ingini verða 15% av vanligu
meirinntøkum landskassans
mótroknaðar í økingini.«
Meirinntøkur landskass
ans (konto 61 í fíggjarætlan
ini hjá Fíggjarmálaráðnum,
»Skattur og avgjøld«) frá
játtan í 2011 til fíggjarætlan
2012 er 123 millónir krónur. 15
prosent av hesum er 15,9 mill
iónir krónur.
Fyri at fáa fult gagn av
hesum sløku níggju millión
unum, sum danir hava lovað
løgmanni, so skal landskassin
ongan inntøkuvøkstur hava
– og fer vøksturin upp
um 60 milliónir krónur,
so eru allar hesar níggju
milliónirnar burtur.
Tað er púra greitt, at talan
verður ikki um at hækka
blokkstuðulin við øðrum,
enn prístalsviðgerð framyvir
– hetta var breið semja um í
Fólkatinginum.
Spurningurin er so, um
løgmaður bluffar. Ella um
løgmaður ikki veit betur.
Ella um løgmaður heldur, at
Fólkaflokkurin hevur gloymt
samgonguskjalið og soleiðis
ætlar at lumpa Fólkaflokkin.
(Tað er kortini lítið hugsandi,
tí tað plagar at vera Fólka
flokkuroin sum lumpar løg
mann)
Í øllum førum er tað brot
á samgonguskjalið at taka
ímóti hesum nýggju níggju
milliónum krónum dana.
Blokkstuðulin hækkar ikki!
Eingi
uppboðs
søla eingin
prísur
Frank Davidsen
kjak á síðu 18
Må en
lagmand
lyve og
bedrage?
John Rødgaard
kjak á síðu 17
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lisið á
Jørgen vann – Kaj Leo tapti
Poul Michelsen:
8,6 milliónir judasar-
krónur – grát mítt elskaða
land.
Løgmaður kann passa
ndi bjóða øllum kvinnum í
Føroyum eitt árshald av SE
& Hør fyri pengarnar...
Bjarni Corydon, danski fíggjarmálaráðharr
in, hevur sagt púra greitt, at føroyingar í mesta
lagi fáa prístalsregulering av blokkinum
framyvir – annað kemur ikki upp á tal!
So greitt hava løgmaður og hini í samgonguni tryggjað sær, at blokkstuðulin í ár IKKI hækkar