Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. januar 2012síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mikudagur 18. januar 2012 · Nr. 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen – Vit fegnast um, at danska stjórnin sópaði løgmann av borðinum. Jenis av Rana dylir ikki fyri, at hann er sera fegin um, at løgmaður onki fekk burtur úr samráðingunum við donsku stjórnina um at hækka ríkisveitingina til Før­oyar. Hann staðfestir, at tá ið Miflokkurin fór í sam­ gonguna, var prísurin fyri at fáa ávirkan, at gingið varð undir kravið frá Sam­ bandsflokkinum um at taka samráðingar upp við donsku stjórnina um at hækka ríkisveitingina. – Hetta hevur altíð smakk­ að Miðflokkinum sera illa og tí fegnast vit um, at tað gekk, sum tað gekk og at Løgmaður onki fekk burtur úr. Fekk onki Áðrenn løgmaður fór undir samráðingarnar við donsku stjórnina, varð upplýst í Løgtinginum, at endamálið var at fáa danir at góðtaka, at ríkisveitingin skuldi hækka einar 150 milliónir. Men tá ið avtornaði vildu danir bara góðtaka, at ríkis­ veitingin verður prístals­ viðgjørd og tí hækkar hon bara níggu milliónir næsta ár. Kortini hevur løgmaður mett hetta sum ein sigur, tí hann sigur, at nú er grund­regulin brotin um, at ríkis­veitingin ikki verður prístalsviðgjørd og at hetta fer at føra til, at ríkisveitingin hækkar nógv næstu árini. Jenis av Rana er als ikki samdur við løgmanni, tí hann staðfestir, at ætlanin var at ríkisveitingin skuldi hækka einar 150 milliónir. – Men vit kunnu ikki byggja okkara framtíð á eina gávu frá øðrum og tí er tað gleðiligt, at onki kom burtur úr, sigur formaður Miðfloksins. Er tað ikki júst Miðflokk­ urin, sum hevur ført fram, at ríkisveitingin er nettupp ikki ein gáva? – Jú, men vit kunnu fram­ vegis ikki byggja okkara framtíð á eina veiting, vit fáa uttaneftir. Vit hava eisini við í samgonguskjalinum, at vit skulu fáa greiði á hesum viðurskiftunum við eini fíggjar­ligari uppgerð við danir. Skal mótroknast Jenis av Rana staðfestir eis­ini, at tað stendur í sam­ gongu­skjalinum, at inn­tøku­ hækkingar hjá lands­kass­ anum skulu mótroknast. Tað merkir, at tá ið inn­ tøkan hjá landskassanum hækkar, skulu 15% av hækkingini dragast frá hækkingini í ríkisveitingini. Tað merkir, at hækkar inntøkan hjá landskassanum nakað nevnivert, verður ríkisveitingin ikki hækkað. – Tað er ógvuliga sannlíkt, at ríkisveitingin slett ikki fer at hækka yvirhøvur og tað kunnu vit bara fegnast um, sigur formaðurin í Mið­ flokkinum. Nú ríkisveitingin verður prístalsviðgjørd er støðan tann, at bara inntøkurnar hjá landskassanum hækka einar 60 milliónir um árið, sum er sjáldsama lítið, fellur hækkingin í ríkisveitingini burtur sambært semjuni í samgonguskjalinum. Leggjast kann afturat, at sambært metingunum hjá landsstýrinum, fer inntøkan næsta ár at hækka nógv meiri enn tað og sostatt ver­ ður heldur ikki talan um at hækka ríkisveitingina sam­ bært semjuni í sam­gongu- skjalinum. Hinvegin hevur løg- maður eisini ført fram, at nú ríkisveitingin hækkar níggju milliónir, fer tað at bjarga einum 30 almennum starvsfólkum arbeiðið. Men í hesum sambandi vísir Jenis av Rana á, at sam­ gongan hevur ført fram, at hækkar ríkisveitingin, skal tað bara brúkast til at lækka hallið á fíggjarlógini. Ein hækking skal ikki føra til hægri útreiðslur fyri landskassan, tí út­reiðslu­ støðið er lagt í fastar karmar frammanundan og tað hevur samgongan samtykt at halda seg til. Tí fær tað onga ávirkan á møguligar uppsagnir, at ríkisveitingin hækkar. - Í hesum sambandi hevur Kaj Leo Holm Johannesen ikki ført seg fram sum Føroya løgmaður, men sum formaður Sambandsfloksins. Formaðurin í Mið­flokk­ inum at ístaðin fyri at byggja okkara álit á gávur frá øðrum, er bara ein vegur burtur úr kreppuni og tað er, at vit framleiða okkum búrtur úr henni og tað er hetta, sum er málið hjá samgonguni. Hann heldur, at tað hava vit allar fortreytir fyri, tí vit búgva í einum ríkum landi. Fegnast um at løgmaður varð sópaður av borðinum RÍKISVEITINGIN Formaðurin í Miðflokkinum er fegin um, at løgmaður onki fekk burtur úr samráðingum við donsku stjórnina um at hækka ríkisveitingina Fekk onki - Vit kunnu ikki byggja okkara framtíð á eina gávu frá øðrum og tí fegnast vit um, at løgmaður ikki fekk hækkað ríkisveitingina, sigur Jenis av Rana, formaður Miðflokkinum, sum eisini er í samgonguni Vit kunnu ikki byggja okkara framtíð á eina gávu frá øðrum og tí er tað gleðiligt, at onki kom burtur úr, sigur formaður Miðfloksins Nú staðfestir Jenis av Rana, at hann gongur beint ímóti løgmanni