mikudagur 18. januar 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. januar 2012 · Nr. 8
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eg flýddi
undan ágangi
– Menniskjan er eirindaleys. Tá hon kennir seg kroysta, fer hon eftir tí veikasta liðnum og leypir á.
Fólk vóru frustrerað um flatskattin, og tað gekk útyvir meg. Viðmerkingarnar vóru ljótar, óreinar og
persónligar, og tað hevði einki við politikk at gera. Eg haldi ikki, at eg hevði uppiborið hasa viðferðina,
heldur Jóna Mortensen, tingfólk hjá Sambandsflokkinum, um atfinningarnar móti henni fyri jól
Eydna Skaale
– Eg hevði heilt víst roknað við,
at eg fór at koma út fyri einum
sindri av hvørjum, tá eg fór uppí
politikk. Men eg fór frá at vera
tann fitta konan, sum savnaði
inn til tey fátæku, og til at verða
syndabukkur – næstan yvir eina
nátt. Og tað var eg ikki fyrireikað
uppá.
Tað sigur Jóna Mortensen, sum
av álvara kom í miðlameldurin í
desembermánaði. Hon er útlærd
bankakvinna, og tá hon stillaði
upp til seinasta løgtingsval, fekk
hon 161 atkvøður. Tað gjørdi hana
til triðja eykafólk á sambands
listanum. Tá Sambandsflokkurin
kom í samgongu, tók Jóna sæti
á tingið. Men tað hendi ikki fyrr
enn
samgongusamráðingarnar
vóru lidnar og samgonguskjalið
nærum var komið undir land.
Hon hevði undan valinum lov
að at arbeiða fyri teimum veiku
bólkunum í samfelagnum, og
tað lyftið sampakkaði sambært
summum ikki heilt við ætlaninar
um flatskattin hjá tí samgonguni,
sum Jóna gjørdist ein partur av.
Hon varð viðgjørd í sjón
varpi, útvarpi og bløðum, og tá
hon seinni stongdi sín facebook
profil, varð eisini tað tikið upp
til analysu og kjak í útvarpinum
– bæði í tíðindunum og morgun
sendingini.
– Eg kendi tað, sum at øll
ábyrgdin fyri alt, sum stóð í sam
gonguskjalinum, var løgd á meg.
Eg skuldi brádliga svara fyri av
gerðir í samgonguskjalinum, men
veruleikin er, at eg bara eri triðja
eykafólk á sambandslistanum.
Eg havi tískil nærum onga ávirk
an havt á, hvat stendur í sam
gonguskjalinum, sigur Jóna.
– Eg umhugsaði, hvat eg skuldi
gera, tá ágangurin var størstur.
Um eg skuldi gevast, um eg skuldi
atkvøða ímóti flatskattinum og
pensjónsskipanini ella hvat. Eg
skal vera púra erlig og viðganga,
at uppskotið smakkaði mær ikki
væl. Men boðini vóru púra greið:
tann, sum atkvøddi ímóti, var
uttanfyri. Og ert tú uttanfyri,
fært tú ikki ávirkað nakað sum
helst, staðfestir Jóna.
Persónligur ágangur
Jóna greiðir frá, at ágangurin á
hana byrjaði, tá eitt videobrot,
sum hon hevði gjørt undir val
stríðnum, varð lagt út á facebook.
Í brotinum sigur Jóna seg vilja
arbeiða fyri teimum, ið bera brek,
teimum gomlu og øðrum, sum
hava tørv á eini hjálpandi hond.
Og so byrjaðu viðmerkingarnar
at hegla omanyvir Jónu. Brotið
breiddi seg skjótt á facebook, tað
bleiv sett upp ímóti samgongu
skjalinum og varð sera nógv við
merkt. Tað var tað heilt stóra
samrøðuevnið.
– Í fyrstuni lat eg tað bara
ganga sína gongd. Men tá onkur
skrivaði, at »hon hevur verið
krabbasjúk fyri stuttari tíð síðani,
so hon er veik. Vit kunnu helst
fáa hana at knekka skjótt«, og tað
beinanvegin komu hópatals við
merkingar frá fólki, sum stuðlaðu
hesi útsøgnini og sum søgdu seg
ætla at koyra á meg, inntil eg fór
niður við nakkanum, tá hugsaði
eg, at hesum hevði eg ikki brúk
fyri, greiðir Jóna frá.
– Slíkar viðmerkingar gera
einki gott fyri nakað, og tí deakti
veraði eg profilin hjá mær. Hvat
skuldi eg brúka hatta til? Men
nakrar dagar seinni sat eg heima
í køkinum ein morgunin og
hoyrdi, at eg var til viðgerðar í
útvarpinum. Eg varð analyserað
aftur og fram av serfrøðingum, tí
eg hevði stongt facebookprofilin.
– Teir komu fram til, at eg
royndi at sleppa mær undan tí
boðskapinum, sum eg var farin
til val uppá. Teir søgdu, at tá
man stillar upp, so má man eis
ini kunna taka eitt sindur av
kritikki.
– Men sannleikin var, at eg
rann ikki undan kritikki. Eg rann
undan ágangi. Tann ágangurin,
sum var á meg, snúi seg hvørki
um mín boðskap ella um politikk,
men um meg persónliga. Tað var
óreint og skitið, og hevði einki við
kritikk at gera, heldur Jóna.
Hon vísir eisini á, at heimasíða
hennara allatíðina var opin, og
har lógu øll tey somu klippini.
Hon rann tí ikki frá sínum lyftum
á nakran hátt. Men hon tímdi ikki
útspillingina, sum gekk fyri seg á
facebook.
Jóna fór tó ikki niður við nakk
anum av áganginum. Tvørtur
ímóti.
– Eg gjørdist treisk og hugsaði,
at eg so aldrin skuldi gevast á
hondum. Men nú skilji eg væl, at
politikkur ger fólk hørð. Tað vóni
eg tó ikki, at eg verði. Eg vil ikki
missa meg sjálva burtur.
Jóna situr eina løtu uttan at
siga nakað. So ristir hon við høvd
inum.
– Og hetta er tað, sum øll so
fegin vilja verða ein partur av.
Vit brúka tíð, orku og pengar
uppá at føra valstríð, og stríðið
í meldrinum
Jóna Mortensen:
– Men nú skilji eg væl, at politikkur ger fólk hørð.
Tað vóni eg tó ikki, at eg verði.
Eg vil ikki missa meg sjálva burtur