mikudagur 18. januar 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. januar 2012 · Nr. 8
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rólant Waag Dam
Rigmor
Dam,
tingkvinna
hjá
Javnaðarflokkinum
og vald á Føroya Løgting í
Suðurstreymi á valinum 29.
oktober í fjør, hevði ongantíð
fingið ágóðan av kostnaðar
endurgjaldinum, um hon
gjørdist landsstýriskvinna
ein dag. Eitt kostnaðarendur
gjald, sum tryggjar eitt nú
tinglimum úr Norðoyggjum
og
Suðuroynni
slakar
200.000 skattafríar krónur
árliga.
Kostnaðarendur
gjaldið umfatar nevniliga
ikki landsstýrisfólk búsit
andi í Havn, Hoyvík, á Argj
um ella á Hvítanesi.
Rigmor
Dam
vísir
hinvegin á, at uppskotið um
at avtaka kostnaðarendur
gjaldið ikki er nakað, hon
sjálv hevur funnið uppá.
- Hetta varð stungið út í
kortið longu í vár, tá fíggjar
karmarnir fyri 2012 vórðu
lagdir. Tá var eitt uppskot
klárt at bera niðan í tingið,
men so varð valið útskrivað
og uppskotið datt burtur.
Henda samgongan hevur
so valt, at at kostnaðar
endurgjaldið ikki skal av
takast, greiðir Rigmor Dam
frá.
Droppi pendlarapengar
Sostatt varð arbeitt við hes
um uppskotinum, áðrenn
Rigmor sjálv kom á ting.
Valið forpurraði uppskoti
num, men nú kostnaðar
endurgjaldið, sum er 1,2
skattafríar milliónir krón
ur til landsstýrisfólkini til
samans
árliga,
framvegis
stendur við, heldur Rigmor
Dam, at tíðin er búgvin til at
taka uppskotið fram aftur.
- Orsøkin til er, at eg dugi
ikki at síggja hví lands
stýrisfólk skulu hava so stórt
endurgjald, sum er skatta
frítt enntá, tá vanlig fólk
fáa ferðastuðul til tað, sum
tað reelt kostar at ferðast
millum heim og arbeiði, tá tú
býrt uttan fyri høvuðsstaðin,
ger Rigmor Dam úr Javnað
arflokkinum greitt.
Hon vísir á, at tað á ongan
hátt kostar 14.000 krónur,
sum fýra landsstýrisfólk
fáa skattafrítt um mánaðin,
at ferðast úr annaðhvørt
Suðuroynni ella Norðoyggj
um til Havnar.
- Tí er tað órímiligt, at
vanligi føroyski skattaborg
arin skal geva sína koyring
upp fyri at fáa eitt endur
Fullkomiliga
KOSTNAÐARENDURGJALD Tað er órímiligt, at vanligi føroyski skattaborgarin skal geva sína koyring
upp og fær so eitt endurgjald árliga, meðan landsstýrisfólkini fáa upp til 14.000 krónur skattafrítt
oman á lønina hjá sær hvønn mánað. Tað heldur Rigmor Dam, tingkvinna hjá Javnaðarflokkinum
Landsstýrisfólk
Tað er órímiligt, at skattaborgarin skal geva
sína koyring upp fyri at fáa eitt endurgjald árliga,
meðan landsstýrisfólkini fáa upp til 14.000 krónur
skattafrítt oman á lønina hjá sær hvønn mánað