Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. januar 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 18. januar 2012 · Nr. 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Snorri Brend Eitt slíkt tiltak varð skipað í fjør, við so góðum úrsliti, at av­gerð nú er tikin um at endur­taka tað. – Vit fingu sera góðar aftur­meldingar eftir tiltakið í fjør­summar, og tí ynskja vit at gera tað aftur, sigur borgar­stjórin á Sandi, Brandur Sandoy. Tá fíggjarætlanin fyri 2012 varð samtykt í novemb­ur í fjør, varð játtanin til trivn­ aðar­kontoina somu­leiðis hækk­að úr 140.000 krónum, sum játtanin hevði verið í nógv ár, og uppí 300.000 krónur. – Ja, vit hækkaðu játtan­ ina, tí vit meta at brúk er fyri til­tøkum sum kunnu saman­ sjóða bygdarlívið og styrkja okkara samleika sum heima­ sandsfólk, vísir borgar­stjórin á. – Endamálið er eisini at leggja børnunum góð minni í skjátt­una úr stað­num, har tey vuksu upp. snorri@sosialurin.fo Skapa trivnað millum bygdarfólkið Nesvík: Longu fleiri vikur áðrenn Kvinnutingið 3. til 4. februar, er tað fult teknað. Tað verður hildið í Leguhúsinum. Havn: – Hvar bleiv av bachelor-útbúgvingini til lærarar?, spyr Maria V. Hansen, nevndarlimur í Lærarafelagnum, og eftirlýsir eini ætlan um, hvussu hetta kann skipast í Føroyum. Sandur: Aftur í ár fáa ungfólk høvið at vinna sær nøkur oyru við at arbeiða fyri kommununa. Onnur tiltøk eru eisini fyri framman. Skálafjørður: – Her eru góðir møguleikar fyri einum oljumiðdepli, heldur stjórin í MEST, Mourits Mohr, sum fegnast um ætlanirnar hjá kommununi á hesum øki. Sandur Hóast fólkatalið í bygdini ikki veksur, hevur kommunan ikki mist mótið. Í næsta mánaði verður aftur skipað fyri einum stórum trivnaðartiltaki Páll Guðlaugsson skal nokk fáa meg og hinar KÍ-leikararnar í toppvenjing Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Alheims kvinnur hittast til bøn Hoyvík: Altjóða kvinnu­ bønardagurin verður í Hoyvíkar kirkju 2.mars, har allar kvinn­ur eru bodnar til eina felags­ kristiliga guðstænastu. Kvinnubønardagurin er ein heimsumfatandi og felagskristiligur bønar­dagur, har kvinnur úr øll­um heiminum koma sam­an at biðja. Í dag eru meir enn 170 lond við í bønar­felags­ skap­inum. Í Føroyum eru 10 sam­ komur umboðaðar, her Fólka­kirkjan gjørdist lim­ur í fjør. Kvinnubønardagurin hevur hvørt ár eitt evn­ ið, og í ár er tað: »Lat rættvísi sigra«. Hetta er eitt evni, sum kvinnur­ nar í Malaysia hava lagt til rættis. Meir fæst at vita við at vitja heimasíðuna hjá kvinnubønardegnum www.worlddayofprayer. net snorri@sosialurin.fo Sumba: Ikki færri enn 27 fólk møttu á fundinum leygardagin, við tí fyri eyga at stovna eina Nýggjársnevnd í Sumba. Á fundinum var full semja um, at skal sum mest fáast burtur úr komandi nýggjárshaldum í bygdini, er neyðugt við samskipan. Fundurin valdi tískil eina nevnd, har Sólfinn Gudmundson er formaður. Hini í nevndini eru: André D. Kjærbo, næstformaður, Jógvan D. Kjærbo, skrivari og Durita Poulsen sum er kassameistari. Tiltakslimir eru Marner Gudmundson, Birgir Jacobsen, Rúni Vestergaard Thomsen, Heidi Beck og Finngerð Jacobsen. snorri@sosialurin.fo Nýggjársnevndin fer til verka kring landið JÁTTAN Brúk er fyri peningi og tiltøkum at samansjóða heimasandsfólk, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri