Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. januar 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. januar 2012 · Nr. 8 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rannvá G. Fossaberg Øll fólkini, sum vóru boð­ in við til hátíðarhaldið hjá Margrethu drotning, vóru pyntað upp á stás, so­leiðis sum eitt kongaligt ball legg­ur upp til. Ein av gest­ un­um hetta kvøldið var kona fólkatingslimin Sjúrð Skaale, Súsanna Skaale, sum fjølmiðlarnir dúgliga foto­ graferaðu á reyða teppinum. – Vit báðar vildu fegnar vera við til at pynta hana, soleiðis at hon kundi vera tann flottasta kvinnan tað kvøldið. Og soleiðis sum mynda­menninir kliktu við teirra myndatólum, so kann ikki annað sigast, enn at Súsanna og hennara look var ein succes, sigur Guðrun við Rættará, sum saman við Poulu McGavin syrgdi fyri kjóla, skóm, háruppsetan og smyrsli hjá Súsonnu Skaale. Tær eru báðar útbúnar hár­ fríðkanarkvinnur. Innbjóðingin setti krøv Á innbjóðingini, sum Sú­ sanna og Sjúrður Skaale høvdu fingið frá danska kongs­húsinum, stóð, at allir gestir skuldu vera ílatnir smoking og aftenkjole, men stylistarnir høvdu nakað áðrenn avgjørt, hvat Súsanna Skaale skuldi fara í. – Saman við Súsonnu av­ gjørdu vit, at hon skuldi vera í klæðum, sum føroyskir sniðgevar, høvdu gjørt. Tað bleiv so til ein svartan kjóla frá Guðrun & Guðrun, sum kom nakað niður um knøini, uttan ermar, og við einum mynstri ovast, greiðir Guðrun við Rættará frá, sum eisini er systir Súsonnu Skaale. Súsanna Skaale hevði eisini spurt seg eitt sindur fyri um kjóla og hár. – Eg spurdi fólk, sum eg sjálv haldi hava góðan stíl, og sum hava betri skil upp á sniðgeving enn eg, sigur Súsanna Skaale. Hóast Guð­ run við Rættará og Poula McGavin fingu fríar teymar, so hevði Súsanna Skaale onk­ ur krøv. – Tað skuldi vera føroyskt, originalt og alternativt. Bara eg ikki kom at líkjast einum ljósareyðum marengs, so var fínt, greiðir Súsanna skemt­ ingarsamt frá. Tá kjólin bleiv valdur til kongaliga hátíðarhaldið, skuldi hann tó lúka nøkur krøv. – Tú kanst ikki fara í hvat sum helst, tá tað er til eitt so stórt hátíðarhald, sum tað hjá drotningini jú var. Vit ynsktu, at Súsanna skuldi síggja smart og presentabul út, og tískil skuldi kjólin ikki vera ov berur ella ov stutt­ ur í longd, fortelur Poula McGanin. Vóru væl fyrireikaðar Áðrenn ferðina til Danmarkar høvdu Guðrun við Rættará og Poula McGavin hugt eitt sindur á ymiskum heima­ síðum og í bløðum fyri at finna íblástur til klæðir, hár og smyrsl til Súsonnu Skaale. Tær eru væl nøgdar við tað endaliga lookið. – Vit ynsktu at blanda eitt 50ara look við onkrum meira modernaðum, so tí bleiv hárið uppsett, og har vóru nøkur føll í eisini, sigur Guðrun við Rættará og legg­ ur afturat, at hon hevði roynt hesa uppsetanina á dóttr­ini, soleiðis at hon visti, júst hvussu tað skuldi gerast á stóra degnum, tá Súsanna Skaale saman við manni sínum skuldi há­tíð­ ar­halda drotningina. Sam­ bært Súsonnu Skaale vóru Guðrun við Rættará og Poula McGavin ógvuliga væl fyrireikaðar. – Tær høvdu stýr upp á alt. Eg haldi, at tær vóru nógvar ferðir spentari enn eg, so tað burdu verið tær, sum fóru í ballið, sigur Súsanna Skaale og flennir. Panikkur hoyrir til Okkurt um tveir tímar áðr­ enn Súsanna og Sjúrður Skaale skuldu í stóra kon­ sertsalin hjá Danmarks Radio, byrjaðu Guðrun við Rættará og Poula McGavin at seta hár, leggja make-up og finna rætta tilhoyri til kjólan. – Alt gekk væl, og vit báðar hugnaðu okkum óført við at gera Súsonnu klára, sigur Poula McGavin. Men eitt sindur av panikki var eisini ta einu løtuna í íbúðini, har Súsanna og Sjúrður vóru stødd. – Brádliga løgdu vit til merkis, at hol var á neilon­ sokkunum, men til alla lukku høvdu handlarnir ikki latið aftur tá, sigur Poula McGavin frá. Eisini onkrar broytingar komu fyri í evstu løtu. – Skógvarnir vóru ikki teir heilt røttu, so vit avgjørdu brádliga, at hon skuldi í einar heilt aðrar skógvar. Eisini kjak­aðust vit óført, hvør hond­taska hóskaði best til kjólan, sigur Guðrun við Rætt­ará. Tær eru tó báðar samdar um, at alt gekk, sum tað skuldi, og tær fegnast um endaliga úrslitið. – Eg havi fingið at vita, at tá Súsanna og Sjúrður stillaðu seg framman fyri mynda­monnunum á reyða teppinum, bóðu teir Sjúrð fara eitt sindur til síðis, so­leiðis at teir kundu fáa myndir bara við Súsonnu á, fortelur Guðrun við Rættará og flennir. Ein sonn uppliving Hóast Súsanna Skaale ong­ antíð áður hevur verið við til eitt so stórt hátíðarhald sum hetta, so kendi hon seg væl millum tey kongaligu, politikararnar og øll hini kendu. – Sjálvandi var tað rætti­ liga løgið, at skula ganga á tí reyða teppinum og blíva fotograferað, men eg haldi, at tað var ein fantastisk upp­ living, sigur Súsanna Skaale. Eisini fekk hon fleiri jaligar viðmerkingar um kjólan, sum jú var føroysk sniðgeving. – Fleiri politikarar kendu stílin aftur og spurdu, um tað var ein føroyskur kjóli, tí teir kendu stílin aftur frá sjónvarpssendingini Brots­ gerðin, greiðir Súsanna Skaale frá. Sjálv er hon eisini fegin um lookið sum heild. – Eg vil siga sum so, at eg haldi ongantíð, at eg havi verið so fín. Heldur ikki tá eg giftist, flennir Súsanna Skaale. Pyntaðu gestir hjá drotningini – Tá tú skalt í ball hjá drotningini skulu kjóli, skógvar, hár og make-up ganga upp í eina hægri eind. Tað siga tær báðar Guðrun við Rættará og Poula McGavin, sum leygarkvøldið pyntaðu ein av føroysku gestunum. Poula McGavin (t.v.) og Guðrun við Rættará, sum báðar eru hárfríðkanarkvinnur, pyntaðu Súsonnu Skaale til hátíðarhaldið hjá Margrethu drotning Mynd: Álvur Haraldsen