Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. januar 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 18. januar 2012 · Nr. 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SAMSKIFTI Starvið sum fíggjarstjóri og tekniskur stjóri verða løgd saman Eirikur Lindenskov Vodafone kunnger í dag, at leiðslan á Vodafone hev­ur valt at fremja bygn­að­ar­ broyt­ing­ar. Broytingarnar fara fram á leiðarastigi og hava við sær, at tekniski- og fíggjar­stjóri verða lagdir saman fyri síðani at forma ein rakstrarstjóra. – Fyri áhaldandi at menn­ast á føroyska fjar­ skiftis­marknaðinum hava vit valt at fremja bygn­að­ar­ broytingar fyri at op­ti­mera dagliga virksemið á Voda­ fone. Nýggja deildin verð­ur týðandi partur av tekn­isku menningini og fíggjar­stýr­ ingini á Vodafone, sigur Gudny Langgaard, stjóri. Gudny Langgaard tók við stjóra­sessinum í summar eftir Bjarna Askham Bjarna­ son. – Við hesum flytur Vodafone seg frá at vera ein pioner fyritøka til at vera ein meira rótfest fjar­skifti­s­ fyritøka. Hóast hetta heldur Voda­fone fast í tí leisti, ið tey hava fylgt øll 10 árini, at veita bestu tænstuna, vera mest nýskapandi virki, um­ framt at vera fremsti sam­ skiftisútbjóðarin á føroyska mark­naðinum, sigur Gudny Langgaard. Fyrst í februar 2012 tek­ ur Thomas Dam við sum nýggj­ur rakstrarstjóri á Voda­fone. Thomas Dam er 46 ára gamal og útbúgvin bú­skapar­frøðingur. Hann hev­ur drúgvar royndir við fíggjar­stýring og hevur síðan februar 2011 verið fíggjar­ stjóri í Nærverkinum. Har­ aftur­at hevur Thomas Dam eitt nú starvast á Føroya Gjald­stovu, Eimskip um­ framt at hava havt egið virki inn­an virkisráðgeving. Thomas Dam er formaður í Búskaparráðnum. Gudny Langgaard sigur, at tey eru sera feg­in og spent um nýggju bygn­að­ar­broyt­ ing­ina og leggur afturat, at Vodafone á hendan hátt set­ ur kósina móti einum nýggj­ um tíðarmóti, har við­skifta­ fólkini altíð eru miðpunktið. Thomas Dam rakstrar­ stjóri á Vodafone Uppsjóvarvirkið á Tvøroyri stovnað í gjár Varðin P/F úr Gøtu kunn­ gjørdi fyri góðari viku síðan ætlanir um at byggja upp­sjóvarvirki á Tvøroyri saman við Delta Seafood P/F. 

Feløgini bæði hava í dag stovnað felagið, sum skal ­standa aftan fyri hesa verk­æt­la­n­ina, sum fevnir um pelagiskt matvøruvirki, ið skal standa á bryggjuni á Tvør­oyri. Virkið skal í byrjanini hava eina framleiðsluorku upp á 600 tons um døgn­ ið. 

Felagið eitur Varðin Pe­ lagic P/F og hevur heim­stað á Tvøroyri. Stjórin í felagnum er Bogi Jacobsen úr Sanda­ vági.

Innskotið í felagið er 65 milliónir krón­ ur.

Ætlanin er at virkið skal stan­da klárt til framleiðslu longu í summar. 

Á mynduni síggja vit nevnd og stjórn hjá felagnum: Frá vinstru: Marner Lisberg, nevndarlimur, Tummas Thomsen, nevndarlimurm Egil Olsen, nevndarlimur, Bogi Jacobsen, stjóri, Jógvan Hentze, nevndarformaður, Tórheðin Jensen,