mikudagur 18. januar 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. januar 2012 · Nr. 8
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
er mangan hart. Men tað er ikki
fyrr enn man er komin inn, at tað
veruliga stríðið byrjar, sigur hon
hugsunarsom.
Skilir frustratiónina
Hóast tað gekk hart útyvir hana
persónliga, so skilir Jóna, at fólk
vórðu ill, bangin og frustrerað um
tey stóru málini, sum samgongan
hevur tikið upp.
– Hatta er jú ein stór broyting,
og eg skilji væl, at fólk høvdu
nógvar frustratiónir. Tey vóru
helst skuffað av mær, tí tey
høvdu kanska ikki væntað, at eg
fór at atkvøða fyri einum slíkum
uppskoti.
Jóna heldur tó, at nýggjar skip
anir altíð fara at skapa ørkymlan.
Ofta vísir tað seg tó, tá ein tíð er
farin, at tað ikki er so galið, sum
frammanundan hildið.
Men hon slær fast, at tað altíð
fara at vera mál í politikki, sum
tær ikki hóvar.
– Politikkur snýr seg um at
svølgja nakrar kamelar fyri
at kunna ávirka nøkur onnur
mál. Tað er eisini galdandi fyri
meg. Skal eg kunna arbeiða fyri
mínum hjartamálum, so má eg
vera har, sum avgerðirnar verða
tiknar.
Tað hava tó ikki bara verið
negativar viðmerkingar. Fleiri
eru eisini, sum stuðla Jónu, og
sum biðja hana halda á.
– Tá harðast leikaði á, og eg
hugsaði um at gevast, vóru fleiri,
sum bakkaðu meg upp. Ein segði,
at um eg gavst í politikki, bara
tí eg fekk eina harða byrjan, so
fekk eg allar mínar veljarar uppá
nakkan. Og tað var hóast alt verri
enn at hava ill mótstøðufólk,
heldur Jóna.
Hon viðgongur, at um hon
hevði havt sitið í fleiri valskeið,
hevði
hon
kanska
handlað
øðrvísi. Men hon var spildurnýggj
í tinginum, og tað var ringt at
hava tað stóra yvirblikkið.
– Tað var sum ein bóltur, sum
fór á rull, og tað bleiv bara meiri
og meiri og meiri. Men eg haldi,
at eg kann halda høvdinum høgt.
Hinvegin eru fleiri, sum áttu at
lært seg at stýrt frustratiónunum
betri. Eg eri ikki beisk, men eg
hevði altso ikki uppiborið hasa
útspillingina, heldur Jóna.
At hjálpa
Størsta hjartamál hennara er
framvegis tey, ið á onkran hátt
eru fyri vanbýti í samfelagnum.
Jóna heldur, at hóast vit hava eitt
gott samfelag, so eru nógvir sam
felagsbólkar, sum detta burtur
ímillum.
– Tað eru nógv í Føroyum,
sum hava tørv á eini hjálpandi
hond. Vit hava ikki verið nóg
góð til at hugsa um allar føroy
ingar, tí vit hugsa altíð um tey
sonevndu »normalu«. Taka vit
Marknagilsdepilin sum dømi,
so kostar hann 400 milliónir. Og
tað verður alt ov lítið hugsað
um umstøðurnar hjá brekaðum,
orðblindum ella øðrum við eitt
sindur øðrvísi tørvi.
– Vit hava eisini sæð fleiri
dømi um, at fólk mugu berjast
sum úlvur á skóg fyri at vinna
sær nøkur – í míni verð – sjálv
søgd rættindi. Tá tey so endiliga
fáa hjálp, so hoyra vit, hvussu
fantastiskt tað er. Tað haldi eg
slett ikki. Eg haldi tað hinvegin
vera fantastiskt, at vit ikki gera
meiri fyri at hjálpa teimum nógv
fyrr.
Jóna lýsir seg sum eina
kensluborna kvinnu.
– Eg búði nógv hjá ommu míni,
tá eg vaks upp. Kanska stavar tað
frá henni. Men tað liggur djúpt í
mær at hjálpa teimum, sum hava
hjálp fyri neyðini. Eg føli veruliga
við teimum.
Tí hevur Jóna eisini ilt við at
skilja, hvussu fólk kundu vera so
órein ímóti henni, og hví tey als
ikki dugdu at sýna empati móti
tí menniskjanum, sum hóast alt
er aftanfyri politikaran.
– Hasin atburðurin og handan
útspillingin liggja so sera fjart frá
mær, og eg hevði ongantíð farið
uppí eitt slíkt kór, sum bara vil
rakka fólk niður. Vit undrast
onkuntíð á, at børnini happa
hvønnannan, men børnini gera
tað, tí tey vaksnu gera tað.
Lært nógv
Eingin av hinum nývaldu ting
fólkunum var fyri somu ákoyr
ingum, sum Jóna Mortensen.
Fleiri av teimum garvaðu ting
fólkunum undraðust á, at hon
varð so nógv umrødd í miðlunum.
Men Jóna hevur lært nógv sein
astu mánaðirnar.
– Eg eri nú nógv betri rustað
til politiska spælið. Eg havi lært,
at fólk eru eirindaleys, og tey
kunnu gerast beinleiðis órein,
um tey kenna seg kroyst. Og eg
havi funnið útav, at nógv fólk
ikki duga at stýra sínum frustra
tiónum.
Jóna hevur latið sín facebook
profil uppaftur, men treytirnar
eru øðrvísi nú.
– Óansæð hvat eg skrivi, so
verður tað nú vent til politikk.
Ein dagin legði eg eitt sitat út
av Dalai Lama, og mín sann, um
onkur ikki fekk vent tí til mína
støðu og flatskattin. So tann
stuttleikin, sum eg mangan
hevði á facebook við at vera við í
longum og áhugaverdum tráðum,
er farin. Tað er ókey, at tað er
soleiðis; tað má eg bara liva við.
Hon umhugsar tó at gera sær
ein nýggjan profil, har hon bara
hevur familju og persónligar
vinir.
– Facebook er ein hentur sam
skiftismiðil, men hatta er ikki ein
pallur, sum eg havi hug at stilla
meg út á einaferð afturat, heldur
Jóna.
Hóast
politiska
karrieran
byrjaði við einum turbulentum
túri í miðlameldrinum, so er Jóna
postiv, tá vit tosa um hennara
politisku framtíð.
– Hetta er ein góð barlast at
hava til restina av valskeiðnum.
Eg fái helst úr at gera komandi
árini, tí tað eru nógvir føroy
ingar, sum hava tørv á eini hjálp
andi hond. Vit mugu hava eina
hugburðsbroyting, so vit auto
matiskt hugsa tey veikastu inn í
okkara avgerðir.
– Men eg vóni, at restin av val
skeiðnum verður so mikið huga
lig og arbeiðslig, at eg fái hug at
stilla uppaftur til næsta val.
eydna@sosialurin.fo
í meldrinum
Fakta:
• Jóna Mortensen
• Ættað úr Havn
• Gift við Carl Mortensen
• Eigur trý børn: Eyðun 31
ár, Høgni Raja 22 ár og
Anitha 19 ár
• Útbúgvin bankakvinna
og hevur starvast í Eik í
26 ár
• Tey veikastu hava altíð
staðið hjarta hennara
serliga nær
• Er virkin í Reyða Krossi
og Føroya Væl
• Hevur stillað upp
tríggjar ferðir áður:
til seinasta løgtingsval,
seinasta býráðsval og
seinasta fólkatingsval
• í frítíðini dámar Jónu
væl at lesa bøkur, ið
læra hana nakað –
bæði spirituellar og
upplýsandi annars.
• Jóna er millum annað
eisini kend fyri at
tosa opið og alment
um at vera sjúk av
krabbameini, fyri
stóru innsavningina til
Somalia, sum hon stóð
fyri í 2011, og fyri síni
mongu lesarabrøv.
• Móðir Theresa er
hennara størsta
fyrimynd
– Eg rann ikki undan
kritikki, eg rann undan
ágangi. Tað var óreint
og skitið, sigur løgtings
kvinnan Jóna Mortensen,
sum stongdi sín facebook-
profil eftir hørð persónlig
álop orsakað av politikk
inum hjá samgonguni
Mynd: Finnur Justinussen