Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. januar 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. januar 2012 · Nr. 8 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Sosialurin hevur tosað við Jacob Vestergaard, sum var landsstýrismaður í fiski­ vinnu­málum, tá orrust­ an millum Føroyar øðrum megin og ES og Noreg hinu­ megin um býtið av heild­ar­ kvotu­ni av makreli kom so langt, at londini, sum áður høvdu verið í samstarvi um býti, nú fóru at áseta sær egin­kvotur av makreli. Jacob er í dag formaður í uttanlandsnevnd løg­ting­ sins, sum eitt nú hevur til upp­gávu at ráðgeva lands­ stýris­manninum um, hvussu hann kann ”takla” hetta mál mót­vegis ES og Noreg. Men leiklut hevur uttan­ lands­nevndin so í hesum máli? - Uttanlandsnevndin hev­ ur sum so ikki so ógvuliga stór­an leiklut í sjálvum sam­ ráð­ing­unum. Tann partin hevur í fyrsta lagi útinnandi myndug­leikin, sum er lands­ stýrið og soleiðis eisini Fiskimálaráðið. Tað eru tey, sum taka sær av sam­ráð­ing­ unum. Jacob Vestergaard vísir á, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum var í uttan­landsnevndini undan sein­asta samráðingarumfari, har hann ráðførdi seg við nevndina. - Her fekk hann góð ráð um, hvussu hann kann bera seg at, og so stóð tað sjálv­ sagt upp til hann, um hann held­ur seg til tey ráðini ella ikki, sigur formaðurin í uttanlandsnevnd løg­ting­ sins. Kann draga út Vit spurdu eisini Jacob Vester­gaard, um tað er hugs­ andi, at samráðingarnar um makrelbýtið, sum verða í Bergen í døgnum, 25.-27. januar, møguliga kunnu draga enn longur út, tá æt­ lan­in annars hevur ver­ið, at hetta skulu verða tær seinastu og endaligu sam­ ráð­ing­ar­nar í hesum umfari? - Um tað gongur tann vegin, at partarnir kanska nærk­ast eini loysn, eru iva­ leyst møguleikar fyri fram­ haldi í samráðingunum. Hi­n­ vegin kann eg ímynda mær, at londini enn einaferð fara at áseta sær eginkvotur eftir hendan fundin, um part­ar­ nir framvegis eru líka langt frá hvørjum øðrum. Lond­ini vilja jú hvør í sínum lagi fáa stundir at fyrireika fiski­ skap­in, sum verður í summar og í heyst, í góðari tíð. Jacob Vestergaard vil ann­ars ikki siga nakað ítøki­ ligt um, hvat tilmælið hjá uttanlandsnevndin er til lands­stýrismannin í fiski­ vinnu­málum er til kom­andi sam­ráð­ingar, men hann legg­ur dent á, at uttan­lands­ nevnd­in er samd um ráðini til lands­stýris­mannin. - Eg kann sjálvandi ikki siga, hvørji krøvini eru – ella, hvørji ráð vit hava giv­ ið landsstýrismanninum. Hetta er í trúnaði. Hinvegin kann eg siga, at tað er ein Føroyar standa sterkari í býtinum Jacob Vestergaard, formaður í uttanlandsnevnd løgtingsins, sigur, at sjálvandi vilja Føroyar hava sín rættvísa part av heildarkvotuni av makreli. – Síðan vit byrjaðu við samráðingunum og hesi tilgongdini eru gjørdar ymiskar kanningar. Haraftrat hava vit nú fiskað makrel í føroyskum sjógvi hesi árini. Eg vil tí mett, at okkara samráðingarstøða er munandi sterkari í dag, enn hon var, tá vit byrjaðu hetta stríðið fyri rættvísari býti, sigur hann Jacob Vestergaard heldur, at samráðingarstøðan hjá Føroyum í makrelmálinum er munandi sterkari í dag, enn hevur hevur verið áður jú, tað hevur heilt sikkurt sín týdning, at uppbakningur er í uttanlandsnevndini JACOB VESTERGAARD