Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. januar 2012síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 18. januar 2012 · Nr. 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Stúr­ir uttanlandsnevnd løg­ting­sins ikki fyri av­leið­ ing­u­m, nú ES er í holt við at seta í verk revsi­tiltøk móti Før­oy­um og Íslandi? Henda spurning hevur Sosial­urin sett Jacobi Vester­gaard, formanni í nevnd­ini. - Tað hevur verið nógv tos um møgulig revsitiltøk, men tað mesta hevur verið parta­politiskt tos niðri á Fólka­tingi og í miðlunum í Før­oyum um, hvat danskir ráð­harrar og danska stjórn­ in kunnu taka støðu til. Eg haldi, at hetta er púra burturvið. Danmark er partur av tí stóra ES-kervi­ num og hevur ivaleyst pinka­lítla ávirkan á, hvat gong­ur fyri seg har – eisini, tá ræður um møgulig revsi­ til­tøk móti Føroyum. Eingin ótti Jacob Vestergaard heldur ikki, at føroyingar skulu ótt­ ast tey tiltøk, sum nú standa á skrá hjá ES-nevndini. - Eg meti ikki, at hesi tiltøk fara at nerva før­ oyska vinnu nevnivert. Tí eiga vit eisini at halda fast við okkara støðu og fram­ haldandi uppbyggja okkara grundgevingar og soleiðis gera okkara støðu uppaftur sterkari í makrel­spurn­ inginum og býtinum. Og formaðurin í uttan­ lands­nevndini leggur av­ gjørd­ur aftrat: - Nei, vit skulu halda fram. Vit hava allan rættin á okkara síðu. Eingin ivi er um, at vit hava eina góða sak, og henni skulu vit fylg­ ja til endan. Um eingin avtala verður mill­um standalondini í ár um býtið av heildarkvotuni av makreli, verður heldur eing­in fiskiveiðisáttmáli við ES og Noreg. Er uttan­ lands­nevndin til reiðar at ofra hesar sáttmálar fyri makrel­in? - Nú hevur uttan­lands­ nevndin ikki viðgjørt hetta so ítøkiliga, og tí skal eg ikki taka alla uttan­ lands­nevndina fyri at siga nakað um hetta mál. Hinvegin trúgvi eg, at tað skal vera løgið, um uttan­ landsnevndin ikki held­ur fast. Tær av­leið­ing­ar, sum eru við ongum sáttmála við ES og Noreg, eru avleiðingar, sum vit kenna, og hetta eru av­leiðingar, sum vit hava liva við í eina tíð – og sum vit klára at liva við. Tjóðarrættur Jacob Vestergaard leggur dent á, at Føroyar hava rættin til tann fisk, sum svim­ur í okkara sjógvi. - Vit berjast fyri okkara tjóðarrættindum – einki minni enn tað. Tí er tað burt­ ur við og heilt undarligt, at ES og Noreg taka slík stig. Hetta er óhoyrt í altjóða saman­hangi. Men hetta eru viður­skifti, sum vit hava klár­að at livað við, og sum vit framhaldandi fara at klára at liva við, sigur Jacob Vester­gaard, sum leggur aftr­at, at útgangsstøðið hjá Føroyum er, at vit laga okkara vinnu eftir tí fiski, sum er í føroyskum sjógvi, og tað er í fyrsta lagi hetta, sum vit mugu berj­ast fyri – nevniliga at fáa okkara rætt­vísa part av teimum ferð­andi fiska­stovn­unum og soleiðis eisini makrel­i­ num. vilmund@sosialurin.fo - Eg stúri ikki fyri tiltøkum Jacob Vestergaard, formaður í uttanlandsnevnd løgtingsins, heldur ikki, at føroyingar skulu óttast tey tiltøk, sum nú standa á skrá hjá ES- nevndini. - Eg meti ikki, at hesi tiltøk fara at nerva føroyska vinnu nevnivert. Tí eiga vit eisini at halda fast við okkara støðu, sigur hann samd uttanlandsnevnd, sum svar­aði lands­stýris­manni­ num aftur og gav honum í øll­um førum tað mandati frá nevndini undan seinastu sam­ráði­ngum. Formaðurin í uttan­ lands­nevndini fegnast um, at nevndin stendur sam­ an og stuðlar lands­stýris­ manninum í fiski­vinnu­ mál­um í rættvísu krøvum før­oy­inga. - Jú, tað hevur heilt sikkurt sín týdning, at upp­ bak­n­ingur er í nevndini, legg­ur hann aftrat. Sterkari støðu Síðan Føroyar byrjaðu við makrel­sam­ráðingunum og hesi tilgongd um eitt rætt­ vísari býti av heildar­kvotu­ni av makreli, hava vit nú eisi­ ni í tvey ár fiskað makrel í føroyskum sjógvi. - Eg vildi tí mett, at okkara samráðingarstøða – alt annað líka – er munandi sterk­ari í dag, enn hon var, tá vit byrjaðu hetta stríðið. Jacob Vestergaard leggur aftr­at, at útgangsstøðið hjá Føroyum er, at vit fáa ein munandi størri part í enda­ liga býtinum. Tað hevur ljóðað, at ES vil lata Føroyum 7% av heildar­ kvotu­ni. Er tað nóg mikið at fara eftir? - Sjálvur havi eg eisini hoyrt ymisk tøl, men eg vil ikki taka nakað tal fram. Slíkt hoyrdi eg eisini, tá eg sjálvur stóð fyri sam­ráð­ ing­unum. Tað er ikki altíð, at tey tølini, tú hoyrir, eru eftir­farandi, og tí loysir tað seg slett ikki at spekulera í slíkum. Áður hevur verið fram­mi, at føroyska kravið er nakað væl omanfyri 7%, so hetta tal er neyvan nøk­ ur loysn fyri Føroyar, sig­ur Jacob Vestergaard, for­mað­ ur í uttanlandsnevnd løg­ ting­sins. vilmund@sosialurin.fo - Londini vilja jú hvør í sínum lagi fáa stundir at fyrireika fiskiskapin, sum verður í summar og í heyst, og tí er ikki óhugsandi, at tey – eftir fundin í Bergen, 25.-27. januar – fara at áseta sær eginkvotur, um samráðingarnar ikki bera á mál, sigur Jacob Vestergaard, formaður í uttanlandsnevnd løgtingsins