Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. januar 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 18. januar 2012 · Nr. 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Endamál Høgna er ikki at gagna makrelmálinum – tað er at raka meg. Men hann skjýtur seg sjálvan. Tí fyri fólkatingsvalið segði Tjóðveldi tað vera »ómetaliga umráðandi« at gera júst tað, sum eg geri Eg skal ikki troytta fólk, men eg tími ikki at verða lagdur undir nakað, sum eg ikki eri sekur í. Høgni Hoydal hevur nú tvær ferðir innan eina viku lagt meg undir at draga samráðingarnar mill­um Føroyar og ES nið­ ur á fólkating. Tað havi eg ikki gjørt. Men eg havi umrøtt eitt mál, sum eftir vanligum, demo­kratiskum kanal­um er komið úr Brux­elles til stjórnina og fólka­tingið at taka støðu til: Nevniliga grund­regl­urnar undir ein­ um upp­skoti, sum skal loyva ES at boykotta Før­ oyar. Uppskotið er sett fram, tí ES heldur uppá, at føroyingar fiska ov nógv. Tá eg havi talað ímóti upp­skotinum havi eg tí sjálvsagt ført fram nøkur yvirskipað argu­ment fyri, hví føroyingar eiga rætt til meira enn tey 5-7% av kvotuni, sum ES vil lutað okkum. Hetta er gjørt í samráð við viðkomandi partar – og tað hevur gjørt góð­a­n mun. Men sjálvar sam­ráðingarnar havi eg ikki á nakran hátt blandað meg uppí. Høgni er eisini ónøgd­ur um, at eg einaferð hand­ aði stjórnini ein lunda. Men tað var bert fyri at vísa, hvussu stóra ávirkan tað hevur á alla okkara bioskipan, at makrelurin er komin í føroyskan sjógv. Slíkt kann (eins og t.d. ein amboðskassi...) styrkja fatanina av einum máli. Nú gloymir eingin í donsku skipanini, at nær­ um eingin lundi er klakt­ur í Føroyum í eini fimm ár – m.a. orsakað av makrel­in­ um. Eisini tað gagnar okk­ ara sak. Tjóðveldisins lyfti Eg veit sjálvandi væl, at hesi skotini frá Høgna ikki snúgva seg um at gagna málinum, men um at raka meg og mín flokk. “Man merkt die Absicht und wird verstimmt”. Men hann átti at hugs­ að seg betur um – tí skotini raka Høgna sjálvan. Eg geri nevni­liga júst tað, sum Tjóðveldi lovaði at gera, um tey vunnu ein fólka­tings­ sess. Í einum video­brotið undan valin­um segði Bjørt Sam­uel­sen t.d. soleiðis um makrel­málið: “Tað er eitt mál sum vit skulu hava loyst í Føroyum. Men makrel­ trupulleikin er ein trupul­ leiki millum okk­um og ES, og Dan­mark er jú ein partur av ES, og fær eisini skjótt formansskapin har. Tað er ómetaliga um­ráð­ andi at tað um­boðið, sum verður á fólka­tingi, er eitt djarvt um­boð, sum fer inn og roynir at sannføra danir um, at teir verða also noyddir til at arbeiða okk­ara vegna í hesum mál­inum eisini (…). Tí er tað umráðandi, at mann fer beinleiðis inn í kjak við danskar politikarar í fólkatinginum um hetta her fyri at fáa ta parlamentarisku undir­ tøkuna fyri støðu Føroya í hesum málinum.” Tað var altso – fyri val­ ið – ”ómetaliga um­ráð­andi” fyri Tjóðveldi, at hetta varð tikið upp á fólkatingi. Um tað altso var Tjóðveldi, sum vann sessin. Men tað var tað sum kunnugt ikki. Mann tað ikki vera júst har, at hundurin liggur grivin? Høgni Hoydal skjýtur seg sjálvan Sjúrður Skaale Skulu vit gráta ella flenna? Meðan fólk í Danmark verða søgd upp í hópatali – bæði í tí almenna og tí privata – koma ein løgmaður og ein fíggjarmálaráðharri úr Før­ oyum til Danmarkar. Teir hava júst játtað sær sjálvum millum 4000 og 5000 krónur eyka - um mánaðin (!) Uttan at hava arbeitt ein tíma eyka. Tað vanliga verkafólkið í Føroyum, og komandi ættar­ lið í Føroyum, skal rinda fyri hendan skattalættan við eini ógvusligari skatta­hækking og minking í síni uppsparing til ellisárini. Tey einastu, ið ikki skulu gjalda fyri skatta­ lættan, eru júst somu politik­ arar, ið ikki gjalda til egna pensjón. Og so skal sambært hes­ um hetjum, eisini Danmark rinda til teirra politiska pro­sjekt fyri egingirndini. Teir biðja um millum 150 og 200 milliónir meira árliga í blokkstuðli. Teir gera tað skrivliga í brøv­um. Og sita á fundi við danska fíggjar­ málaráðharran og krevja hend­an pening. Men tað gongur striltið. Teir fáa boðið 8-9 mió. fyri at selja sjálvsræðið og sjáls­virð­ ingina. Teir eru ikki nøgdir. Og síðani fer løg­maður á fund við danska for­sætis- ráð­harran at royna aftur. Men úrslitið verður tað sama. Knappar 9 mió. krónur. Og løgmaður tekur av. Sendir síðani eitt tíðinda­ skriv út um makrel (!) – har soltna kraddingin verð­ ur fjald millum reglur­nar. Hálovar eisini í skrivin­um hesum sonevnda ríkis­fe­ lags­skapinum. Altso tað, at føroyingar ikki eru sjálv­ støðug tjóð. Og lovar meira pening næsta ár (!). Hetta minnir ikki sørt um, tá Esau seldi frum­burðar­ rættin fyri eina skál av greyti. Men hann hevði neyvan játt­ að sær sjálvum stórar upp­ hæddir frammanundan. Tað stóra bluffið Vit fullveldisfólk kunnu á ein hátt fegnast um, at blokk­stuðulin ikki hækkar meira enn 9 milliónir. Men politiskt og moralskt, er støðan hin sama uttan mun til upphæddina. Ja, hon er á mangan hátt verri, og átti at fingið avleiðingar fyri lands­ stýrisflokkarnar. Løgmaður og Fólkaflokk­ urin eru komin aftur við bæði skommini av at selja før­ oyskt sjálvræði og føroyska sjálvsirðing – og fyri ein so bíligan penga. Løgmaður er harafturat komin aftur við eini avdúking um, at hann í valstríðnum hevur selt sín politikk upp á ein vert, ið ikki vil gjalda rokn­ingina. Hann hevur bluff­að veljararan, so tað stendur eftir! Og tað skal ikki undra, um hann fer at vera so nasa­djarvur at geva øðrum skyldina og annars tosa um, at hetta fer at ganga út yvir tey veikastu – sum hann júst hevur tikið pening frá til skatta­lættarnar. Fólkafloksins (og Miðflok­ sins og Sjálvstýrisfloksins) skomm er eins stór. Og bluff­ið líka grovt. Teir hava biðið um 150-200 mió. krónur úr Danmark og selt full­veldishugsjónina. Beint øvut av tí, ið teir lovaðu í valstríð­num. Jú, víst hevur Fólka­flokkurin fingið í posa og sekk við skattalætta og grovari umfordeiling av virð­ um frá teimum mongu til tey fáu. Men skommin er eins stór, um tú selur teg bíliga ella dýrt. Og hesir flokkar fara heilt víst at vera so nasadjarvir, at teir vóna, at veljarin gloymir hetta. Og teir fara at bera í bøtuflaka og siga, at nú gjørdist upphæddin ikki so stór, sum biðið varð um. Og teir satsa uppá, at veljarin gloymir, hvat teir hava skrivað undir uppá, og at hesir flokkar eru grund­ar­ lagið undir einum løgmanni, sum hálovar vantandi sjálv­ støðu Føroya og lovar meira danskan pening næsta ár. Ongin er sum kunnugt fullspottaður, fyrr enn hann spottar seg sjálvan. Ímeðan er føroyska lands- húsarhaldið á álvarsligari vanda­kós, og veruligur fram­ tíðarpolitikkur er parkeraður til frama fyri løtuvinning og vanligar rossahandlar og gerðabýti millum sam­ gonguflokkarnar. Neyvan mundi Jóannes Patursson hava ímyndað sær hesa støðu – og enntá hjá tí fólkaflokki, sum hann stovn­ aði – tá hann yrkti: Men sáran hoyrast hvinini í homrum hvølt og ørt. Á, neyðara landsmenn, hvat hava tit nú gjørt? – Tit dripið hava føroyingin í Føroyum! Makrelur og partapolitikkur – aftursvar til Sjúrð Skaale Høgni Hoydal Landsstýrið við Fólkaflokkinum og løgmanni á odda hevur bitið høvdið av allari skomm, og beinleiðis biddað um 150-200 mió. í meira blokkstuðli frá Danmark. Nú fingu tey 9 milliónir. Skommin er upp aftur verri, tá tú hevur selt alla hugsjón og sjálvsvirðing fyri kraddaralyndi – og tú fært so nógv minni enn tú hevði lovað... Hetta minnir ikki sørt um, tá Esau seldi frum­ burðar­rættin fyri eina skál av greyti. Men hann hevði neyvan játt­að sær sjálvum stórar upp­ hæddir frammanundan