Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. januar 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. januar 2012 · Nr. 8 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tann fyri fiskimálaráðharran so skammleysa kappingin, ið fór fram seinasta summ­ ar um makrelin, varð sam­ bært honum ein fíggjar­lig vanlukka fyri sam­felagið, har landið misti hundraðar milliónir, kanska eina hálva milliard. Tað líktist heldur ongum, at mark­naðar­ kreft­ir­nar vóru noyddar at bjóða upp í 10 krónur fyri kilo, og upp aftur verri var, at tann slunkni lands­kass­ in beinleiðis stjól sær 100 milliónur burturav tí til­ feingi, sum sambært fiski­ mála­ráðharranum er ogn teirra, sum hansara flokkur stríðist fyri dag og dagliga. Seinasta ár var alt ov lítil orka á landi til at taka ímóti og gagnnýta tað nøgd av makreli, ið vit høvdu tillutað okkum. Nú er so tað gleðiliga hent, at feløgini Varðin úr Gøtu og Delta Seafood á Tvør­oyri eru samd um at seta uppsjóvarvirki á stovn á Tvøroyri. Hesi bæði feløg hava tað til felags, at tey í ring­astu krepputíðum og fram til dagin í dag hava ment seg, soleiðis at tey við føroyskum kapitali nú leggja lunnar undir eitt nýmótans uppsjóvarvirki. Nú er tað ikki nakað nýtt, at tað altíð eru byrjunar­ trupulleikar, tá eitt nýtt virki verður tikið í brúk. Virkið í Kollafjørði er eitt gott dømi um tað, har fleiri ár gingu, áðrenn alt riggaði, sum tað skuldi. Har afturat so er eingin sum helst trygd fyri, at nýggja virkið stendur klárt, tá makrelveiðan byrjar, tí sambært umboðsmanni virk­ sins, so var ætlanin at byrja 01.06 ella sum hann segði »í summar«. Tað er sjálvsagt, at kapp­ ingar­moment verður einki, tá tvey virkir skulu taka ímóti og gagnnýta 130.000 tons av makreli, og hví skulu tey bjóða upp á makrelin, tá nøgdin er so stór, at tey kanska hava trupult við ar arbeiða undan. Tí nú skal sambært fiski­mála­ráð­harr­ anum makrel­urin fisk­ast, tá prísurin er bestur, og tískil fær makreflotin helst boð um, at tað verður ein olympiskur fiskiskapur so­ leiðis, at kvotan verður fiskað í septembur og oktobur, tá mest fæst burtur úr. Við hesum eru marknaðar­ kreftirnar settar út av spæl­ inum, eins og millarda virðir á einum silvurfati verða løgd á sjálvtøkuborðið. Tí hví skulu virkini geva 10 krónur fyri kilo, tá tey kunna fáa makrel fyri 1 krónu kilo. Um henda ætlan verður veruleiki, so verður hvør stertur hjá uppsjóvarskipunum land­ aður uttanlands, sjálvt um tey við hesum eru noydd at gjalda eitt avgjald til landskassan. Samstundis verð­ur einki grundarlag hjá trol­flot­anum at fara til makrel­fiski­skap. Og hvussu nógv arbeiðs­pláss verða tá í samband við makrel­fiski­ skapin. Um tað nú hendir, at virkið á Tvøroyri av eini ella aðrari orsøk ikki kemur í gongd sum ætlað, so er verð­ ur sjálvtøkuborðið upp aftur leskiligari. Tískil er einasta rættað, at fáa so nógva móttøkuorku at taka í móti makrelinum sum gjørligt og bjóða alt út á eini uppsølu. Seinast ár kundi tað ikki lata seg gerða, at fáa móðurskip undir føroyskt flagg vegna væntandi lóg­ gávu. Fiskimálaráðharrin hev­ ur út­talað seg um, at einki móður­skip skal inn á før­ oyskt øki. Hann skal bert broyta lóggávuna, so kunna móðurskip við før­oysk­ ari manning taka í móti makreli. Eingin uppsøla-eingin prísur Frank Davidsen Føroyingar hava ikki ráð til eina kenning meir, tí prísurin á rúsdrekka samsvarar ikki við pengarnar, sum fólk tjena. Høgu rúsdrekkaprísirnir eru eitt rúsdrekkabann, sum rakar tey lágløntu. Hvat er problemið? Jamen er tað ikki gott, at fólk drekka minni? Hetta er ikki ein ja/nei spurningur. Hetta er eitt nógv størri mál enn so, tí hetta snýr seg um tað persónliga frælsið. Um vit skulu »banna« rús­ drekka, eiga vit so ikki eisini at banna Burger King? Tað er vísindaliga prógv­að, at grill­ matur er eitt tað ósunnasta, vit kunnu eta. Maturin ger, at vit fáa hjartasjúkur, vit verða ov feit, vit útvikla sukursjúku osfr.. Bilasølur! Skulu tær ikki bannast? Hvussu nógv fólk hava Føroyar ikki mist í ferðsl­uni? Og hvussu nógv fleiri eru ikki komin álvars­ liga til skaða í ferðsluni? Og so dálka bilar eisini okkara vøkru og reinu náttúru. ... um grundgevingin fyri høga prísinum er fólka­heils­ an, so eigur argumentið eisini at vera galdandi fyri dømini omanfyri. Stutta av tí langa: Tað má vera upp til hvønn einstaka at gera av, hvat viðkomandi ger við sítt egna lív, so leingi mann ikki ger skaða á onnur fólk. Við at seta prísin so høgt upp, so taka politikarar hetta frælsið frá okkum. Teirra greiða signal er: Vit vita betri enn tú, hvat er gott fyri teg Hvønn hevði tú valt? Eitt dømi, sum eigur at seta nakrar tankar ígongd. Lat okkum siga, at vit skulu velja nýggjan løgmann. Hvønn av hesum hevði tú valt: 1) Hesin samstarvar við kor­ ruptar politikarar. Hann hevði tvær elskarindur. Hann er keturoykjari og drekkur 8 – 10 gløs av Mart­ini um dagin. 2) Hesin varð uppsagdur tvær ferðir, svav til klokk­ an 12, tók opium, tá hann gekk í skúla og drakk eina kvarta fløsku av whiskey hvørt kvøld. 3) Hesin hevur fingið heið­ urs­medalju í her­in­um. Hann er vegetar, roykir ikki, drekkur eina hend­ inga øl og hevur ongantíð verið konuni ótrúgvur. Hvønn av hesum trimum hevði tú valt til løgmann? Nummar 1 er Franklin Roosevelt, nummar 2 er Winston Churchill og numm­ ar 3 er Adolf Hitler. Avleiðingarnar av núverandi politikki Avleiðingarnar verða fyrst og fremst, at tað kemur minni í landskassan, tí rúsan ikki fær nokk í kassan. Hetta tulka fleiri sum eitt positivt tekn, tí at so drekka fólk minni, men eg síggi hetta sum, at landið skerjir persónliga frælsið hjá tí einstaka. Vit hoyra dag og dagliga, at politikarar vilja hava føroyingar at verða verandi í Føroyum, men hvat gera vit fyri at náa málinum? Jú, vit Innføra flatskatt, sum verður fíggjaður yvir pensjónirnar, SEV hækkar prísirnar, heilsu­ trygd hækkar, ALS gjaldið hækkar, etisk mál verða parkeraði og høgu prísirnir á rúsdrekka eru enn ein orsøk til at halda seg vekk frá Føroyum. Ein onnur fylgja av høga prísinum, sum vit kunnu vænta, er, at fólk fara at finna aðrar bíligari hættir at rúsa seg. Mann sær t.d. longu nú týðiligar tendensir til, at fólk dyrka sínar egnu potplantur, tí tað loysir seg betri. Legalisera heimabryggj Heldur enn at branda Føroyar sum eitt stokk konservativt samfelag, har sensurur og religión seta dagsskránna, so eiga vit at arbeiða fyri einum liberalum samfelag, har indi­vidið og tað persónliga frælsið verður sett í fokus. Heldur enn at bíða til rúsdrekkasølan fer at lækka prísin, so eiga vit at gera tað lógligt at gera heimabryggj ( Ikki heimabrent). Her hevði verið upplagt, at vit gjørdu nakrar handlar, sum seldu materialið til heimabryggj, høvdu fakliga vitan innan økið og kundu vegleiða fólkið. Hvussu hevði tað verið, um okkara politiska skipan fyri einaferð skyld vísa borg­ar­anum álit heldur enn misálit? Gev okkum minni Kim Jong Il og meir Churchill. Legalisera heimabryggj: Ja takk! Hergeir Staksberg Um tað nú hendir, at virkið á Tvøroyri av eini ella aðrari orsøk ikki kemur í gongd sum ætlað, so er verð­ ur sjálvtøkuborðið upp aftur leskiligari Kjak