mikudagur 18. januar 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. januar 2012 · Nr. 8
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Pætur Albinus
Magnus er uppvaksin í einum
bóndagarði á Viðivellir skamt
uttanfyri Akureyri í Íslandi. Sum
yngri var hann júst sum hinir smá
dreingirnir á staðnum, har hann
á sumri spældi fótbólt og íðkaði
frælsan ítrótt, meðan hann um
veturin spældi flogbólt. Tað gjørdist
skjótt greitt, at flogbólturin skuldi
vera hansara. Hann var bara 16 ára
gamal, tá ið hann slapp at spæla í
bestu deildini í Íslandi, og hevur
síðani eisini spælt í bestu deildini
í Danmark og í Noregi. Landsdyst
irnir fyri Ísland vóru heldur ikki so
fáir í tali. 38 landsdystir náddi hann
at spæla, áðrenn hann av álvara
kastaði seg út í lívið sum venjari –
lívið, sum nú hevur leitt hann til
Føroya.
Kenni meg heima
Magnus Aðalsteinsson er eitt kent
andlit innan føroyskan flogbólt.
Hann kom higar á fyrsta sinni í
2005, tá ið hann tók við sum lands
liðsvenjari hjá kvinnu- og mans
landsliðnum. Hetta starv røkti fram
til 2007, men fyri tveimum árum
síðani vóru aftur boð eftir honum
úr Føroyum, tá ið venjarastarvið hjá
ÍF stóð honum í boði. Hann tók av
og valdi at flyta higar.
– Eg var eisini framvið í Føroyum
í 1998 og 1999. Eg skal vera púra
erligur fyri tær. Frá degi eitt av, tá
ið eg kom higar, kendi eg meg sum
heima. Eg dugi væl at føla meg
heima, men Føroyar og Ísland eru
fyri meg nakað heilt, heilt serligt. Eg
kenni meg ikki sum ein útlending,
staðfestir Magnus Aðalsteinsson.
Tað, at Flogbóltssamband Føroya
setti seg í samband við hann júst í
røttu løtuni, var ein av avgerandi
orsøkunum til, at hann valdi at
flyta til Føroya. Men hann hevði
eisini ein dreym.
– Eg havi altíð havt ynski og
dreym um at búgva í Føroyum.
Hetta er eitt spennandi land, og tá ið
eg var tøkur á arbeiðsmarknaðinum
tá ið eg fekk tilboðið, var tað júst
rætta løtan. Tað passaði perfekt,
sigur Magnus, og leggur afturat:
– Eg trívist ógvuliga væl. Tað er
fantastiskt at búgva í Fuglafirði og
eg havi verið ógvuliga væl móttikin
har.
Spælir framvegis
Hóast Magnus nú er vorðin 41 ára
gamal og hevur valt at leggja ork
una í venjarayrkið og sítt borgarliga
starv sum lærari, so er hann fram
vegis ikki heilt givin sum spælari.
Hann spælir nevniliga við besta
mansliðnum hjá ÍF.
– Eg vildi í grundini bara vera
við fyri at hava tað stuttligt, men
eg havi fingið ein størri leiklut,
sigur Magnus og vísir á, at hann
hevur spælt á høgum støði og
Magnus Aðalsteinsson:
Kenni meg
ikki sum ein
útlending
Flogbóltur Dámligi íslendingurin, sum hevur gjørt seg
galdandi sum venjari hjá fleiri av føroysku flogbóltslandslið
unum, trívist serstakliga væl í Føroyum. – Lat meg vera púra
erligan fyri tær. Frá degi eitt av, tá ið eg kom higar, kendi
eg meg sum heima. Føroyar eru – eins og Íslandi – nakað
heilt serligt fyri meg, sigur Magnus Aðalsteinsson
Magnus Aðalsteinsson hevur biðið um time-out. Hann er útbúgvin innan
ítróttarnámsfrøði og skuldi tí ligið væl fyri at givið góð ráð til leikararnar
Mynd: Álvur Haraldsen
– Eg vil siga, at eg eri strangur til eitt ávíst
mark, men annars kanska ov bleytur
Mynd: Álvur Haraldsen