Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-18, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. januar 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 18. januar 2012 · Nr. 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur lands­liðnum, og at hann ikki bara gevist so. Tað gongur væl hjá Magnusi og ÍF í løtuni. Teir liggja á einum deild­ um fyrsta plássi saman við SÍ. Venjaraleiðin sjálvsøgd Tað er ikki av tilvild, at Magnus valdi venjaraleiðina. Hann er útbúgvin ítróttarlærari við ítróttarnámsfrøði sum serfak, og hevur hann tikið tað við sær á venjaraleiðina. Venjara­ leið­ina, sum hann valdi sum bara 18 ára gamal, tá ið hann byrjaði at venja teir yngstu leikararnar í felag­num KA Akureyri – felagið, sum hann vaks upp í og fekk sína fyrstu frálæru frá. Umvegis steðgir í bæði Danmark og Noregi, er hann nú í Føroyum sum venjari. Eftir arbeiðstíð sum ítróttarlærari í Stranda Skúla – og sum vikarur í fleiri øðrum lærugreinum – er hann venj­ari hjá yngri liðum í ÍF, um­framt fremsta liðnum. Hann er við í einum stórum og væl virkandi venjaranetverki í Ís­landi, har hann m.a. kennir væl Alfred Gislason, sum er venj­ ari hjá einum av mætastu hond­ bóltsfeløgunum í heiminum, týska THW Kiel. Vil skapa samanspæl Undir júst loknu EM-undan­kapp­ ingini hjá U18-kvinnum sóu vit fleiri ymsar venjarar, ið útstrálaðu nógv ymiskt. Eitt nú tann hjá Luksem­ burg, ið tóktist sera strangur, stardi at sínum leikarum og skeldaði harð­ mælt út. Um sín egna verumáta sum venjari sigur Magnus, at tað kann skifta eitt sindur. – Eg vil siga, at eg eri strangur til eitt ávíst mark, men annars kanska ov bleytur. Eg royni altíð at skapa samanspæl og arbeiða við ein­um felags máli. Eg royni at fáa leik­ ararnar at arbeiða so sjálvstøðugt sum møguligt, men samstundis ikki at gloyma felagsskapin, sigur hann. U18-kappingin Sum nevnt, so er EM-undan­kapp­ ingin fyri U18-kvinnulið júst yvir­ staðin. Hon varð leikt á Hálsi í Havn, og gjørdust tær føroysku kvinn­urnar júst ov stuttar. Eftir eina dreymabyrjan við 3-0-sigri á Írlandi, máttu tær lúta 0-3 fyri bæði Liktinstein og Luksemburg og har­ við veitra farvæl til endaspælið. Eftir dystin var Magnus vónbrotin um hetta, men nú nakrir dagar eru gingnir, er tað við at laga seg. – Eg havi brúkt seinastu dagar­ nar til at hugsa um, hvat vit kundu gjørt fyri at fingið meiri burturúr. Eg føli, at vit eru í einari tilgongd við hesum árganginum, og at vit mugu halda áfram við at satsa. Genturnar gjørdu alt, sum tær kundu, men blivu ov nógv trýstar. Tað eydnaðist okkum ikki at halda tað hægsta støðið alla kappingina. Okkara hægsta støði er høgt, men botnstøðið er ov lágt, heldur Magnus, og metir grundina vera: – Vit mugu bara venja meiri, tað er einki loyndarmál. Leikararnir mugu fara heim til feløgini at venja víðari, staðfestir hann. Nøgdur við tilfeingið Leikaratilfeinginum í føroyskum flogbólti bilar einki, spyrt tú Magnus Aðalsteinsson. – Seinastu 10 árini hevur flog­ bólturin í føroyum ment seg nógv. Tað skyldast m.a. teimum útlendsku leikarunum, ið eru komnir higar at spæla. Tað er eyðsæð, at leikararnir og venjararnir eru vorðnir meiri seriøsir av tí sama, og hetta sæst eisini á landsliðunum. Fara vit at síggja tað sama framyvir og veru­ liga taka eitt tak um hetta, so fer støð­ið at hækka enn meiri, sigur Magnus, og heldur fram: – Flogbóltssambandið hevur tik­ið eitt risa fet við at taka av­gerð­ ina um at menna hesar ungu leik­ ararnar. Hetta hevur eisini havt ávirkan úti í feløgunum, har vit síggja ættarliðsskifti og hava ment leikarar, ið væl kunnu vera eins góðir sum teir útlendingar, ið eru komnir higar seinastu árini, sigur Magnus. Amerika fylgir við Magnus Aðalsteinsson er limur í amerikanska venjarafelagnum og hevur javnan verið til ráðstevnur og venjaraskeið har. Flogbóltur er ein partur av skúlaskipanini har, og eru skúlarnir ógvuliga áhugaðir í at fáa hendur á norðurlendskum leikarum, sum hava gott orð á sær har yviri. Vit spurdu, um Magnus metir føroyskar leikarar hava støðið til at verða sendir til eina slíka flogbóltsleið í Amerika. Hann ivast ikki. – Jú, avgjørt. Tað er bara spurn­ ingurin um at taka avgerðina um at fara og velja røttu løtuna, tí um tú t.d. sum 18 ára gamal fer á college, so hevur tú góðan møguleika at sleppa at spæla í onkrari deild har, vísir Magnus á, og sigur seg hava eina vón um at onkur velur at satsa so­mikið nógv upp á flogbólt. Verður helst verandi Sum nevnt, so stórtrívist Magnus í Føroyum, og hóast hann hevur sum meginreglu at taka eitt ár í senn, so væntar hann at verða verandi í Føroyum. – Eg havi ein sáttmála við ÍF, sum gongur út í mars. Vit lata bara kappingarárið enda, tí skúlaárið endar ikki fyrr enn í summar og eg taki tað púra róligt. Eg havi eina damu, sum býr í Norra, so eg havi eina avgerð at taka. Eg havi tó onga avgerð tikið enn og fyribils havi eg ongar ætlanir um at flyta, sigur Magnus Aðalsteinsson, sum at enda leggur afturat, at framtíðin í Føroyum eisini er treytað av hvat venjara­starv ella borgarligt starv hann hevur. albinus@sosialurin.fo Genturnar gjørdu alt, sum tær kundu, men blivu ov nógv trýstar. Tað eydnaðist okkum ikki at halda tað hægsta støðið alla kappingina. Okkara hægsta støði er høgt, men botnstøðið er ov lágt FAKTA: Navn: Magnus Aðalsteinsson Aldur: 41 Uppruni: Akureyri Bústaður: Fuglafjørður Fyrrv. feløg: KA Akureyri, Thróttur, Aalborg HIK