Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-18, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. januar 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. januar 2012 · Nr. 8 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Tróndur Arge Framherjin við dundurskotinum hevði eitt miseydnað kappingarár saman við restina av HB liðnum í fjør, sum mundi flutt niður. Í 25 dystum bleiv tað til seks mál sam­ bært faroesoccer.com. 23-ára gamli Jón Krosslá Poulsen hevur nú valt at royna seg aftur í barn­dóms­ felagnum komandi kapp­ingarár. FC Suðuroy flutti upp í stórum stíli og tað kemur óiva væl við, at toppskjúttin frá 2009 nú er komin heimaftur. FC Suðuroy hevur nú tríggjar framherjar, ið duga at skjóta mál. John T. Poulsen gjørdist í fjør toppskjútti í 1.deild við 27 málum, meðan David Asare skjeyt næst flest við 20. Nú er spurningurin um hesir tríggir kunnu skjóta so nógv mál, at steðgurin hjá FC Suðuroy verður longri enn bara tað eina árið í bestu deildini. Jón Krosslá Poulsen hevur samanlagt spælt 93 dystir í bestu deildini og skotið 13 mál fyri FC Suðuroy og HB. Hartil kann nevnast, at hann hevur fingið ikki færri enn 19 gul kort. Sáttmálin er sambært heimasíðuni hjá FC Suðuroy galdandi fyri komandi kappingarár. Niðurflytararnir úr B71 hava fingið nýggjan venj­ara. Talan er um Allan Mørkøre, sum týskvøldið skriv­aði sáttmála við felagið. 40 ára gamli Allan Mørkøre hevur seinastu tíðina roynt seg sum venjari í HB (1.deild), B36, AB og FC Hoyvík, men skal hann nú Sandoyar at royna at flyta felagið upp aftur í bestu deildina. – Tað er neyðugt fyri eitt felag, sum B71, at fáa sítt egna fólk í gongd, og tað er tað mann kemur at liva av í framtíðini, og eg síggi ljóst uppá tað og mær dám­ar eisini  væl at arbeiða við ungum fólki, sigur Allan Mørkøre við sandportal.fo. Tað verður B71-legendan, Eli Hentze, sum skal virka sum hjálpar­venjari hjá Allani. albinus@sosialurin.fo Pætur Albinus Føroyski landsliðsleikarin, Pól Jóhannus Justinussen, royndar­venur nevniliga í løtuni í svenska felagnum Landskrona BoIS, sum í fjør endaði á einum 10. plássi í næstbestu deildini. 23 ára gamli Pól Jóhannus Justinussen, sum hevur fimm landsdystir á baki, spældi farna kappingarár við Valur Reykjavík í Íslandi. Hann hevur fyri stuttum verið til royndarvenjingar í eitt nú danska AaB og norska Molde, men tað, ið eftir er av hesi vikuni, skal hann altso royndar­venja við Landskrona BoIS. albinus@sosialurin.fo B71 fingið nýggjan venjara Enn ein Justinussen til Svøríkis Fótbóltur Herfyri skifti Finnur Justinussen til Jönköpings Södra í Svøríki, og nú kann enn ein Justinussen vera ávegis til Svøríkis Mynd: Álvur Haraldsen Jón Krosslá Poulsen aftur til FC Suðuroy Fótbóltur Framherjin, sum í fjør royndi seg í HB, hevur nú skrivað sáttmála við FC Suðuroy. Tað boðar heimasíðan hjá felagnum frá Tróndur Arge Upprunaligi dysturin millum Brighton úr næst bestu deildini í Onglandi og Wrexham úr fimt bestu deildini endaði við javnleiki 1-1. Málið hjá Wrexham skoraði Adrian Cieslewicz eftir frálíkt ein­ mans­avrik. Avrikið hjá 21-ára gamla pól­ lendinginum, sum er uppvaksin í Føroyum, var so gott, at enska fót­ bóltssambandið metti hann millum fimm teir best leikararnar í triðja umfari í FA Cup. Í FA Cup er tað soleiðis, at tá tvey lið spæla javnleik, so verður umdystur. Hann skuldi upprunaliga verða í gjár, men dysturin varð útsettur orsaka av at vøllurin í Wrexham var fyrstur. Dysturin verður í staðin í kvøld klokkan 19.15. Vinnarin av dystinum í kvøld fær yvir eina hálva millión krónur í vinningi. Wrexham er í fíggjarligum trupulleikum og tað er ongin ivi um, at tær sløku 600.000 krónurnar høvdu komu væl við. Andrian Cieslewicz er 21-ára gamal og kann spæla á flestu fram­ rættaðu plássinum. Hann er serliga kendur fyri sín skjótleika. Hann hevur eins og eldri beiggin, Lukasz Cieslewicz, sum spælir í B36 og gjørdist ársins leikari í føroyskum fótbólti í 2011, víst áhuga fyri at um­ boða Føroyar. Hann spældi eins og Christian R. Mouritsen við Manchester City sum yngri. Á summri 2009 skifti hann til Wrexham. Pápi Andrian Cieslewicz er Robert Cieslewicz, sum sambært faroesoccer.com, spældi í føroyum frá 1999 til 2004 har hann umboðaði ÍF, VB og Sumba. trondur@sosialurin.fo Adrian spælir um eina hálva millión Fótbóltur Adrian Cieslewicz og Wrexham skulu í kvøld royna at koma víðari úr triðja umfari í ensku steypakappingini, FA Cup