mikudagur 18. januar 2012síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 18. januar 2012 · Nr. 8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Hondbóltur: Danmark
tapti
í
gjárkvøldið ímóti Serbia í EM-
kappingini. Úrslitið var 24-22 eftir
hálvleiksstøðuna 12-10 til Danmark.
Dysturin var sera spennandi
frá byrjan til enda, og munurin var
ongantíð størri enn trý-fýra mál.
Danir vóru frammanfyri, til serbar
javnaðu til 17-17. Síðani fylgdust
liðini, men í 49. minutti komu serbar
framum við tveimum málum 21-19.
Danir megnaðu kortini at javna
til 22-22, men í endanum royndust
serbar stinnari og vunnu at enda
dystin 24-22.
Danir vóru fleiri ferðir misnøgdir
við avgerðirnar hjá teimum báðum
fronsku
dómarunum.
Venjarin,
Ulrik Wilbek, duldi heldur ikki fyri
sína misnøgd við dómararnar.
Seinasti dystur hjá dønum í
innleiðandi
kappingini
verður
hósdagin ímóti Póllandi, sum vann
stórsigur á Slovakia í dag.
Hondbóltur: Hýrurin í svensku
EM-leguni er góður í løtuni, eftir
at svenska liðið í gjárkvøldið vann
tann sera týdningarmikla dystin
ímóti Kekkia. Úrslitið bleiv 33-29.
Svenska liðið kom betur frá
byrjan, og mitt í fyrra hálvleiki vóru
sviar frammanfyri við seks málum.
Men kekkar komu fyri seg aftur, og
í steðginum vóru sviar bara eitt
mál frammanfyri, 22-21. Men nærri
komu kekkar ikki.
Við sigrinum er Svøríki ovast
í bólki B við fýra stigum. Seinasti
dystur hjá svium í innleiðandi
umfarinum verður ímóti Týsklandi.
Svøríki vann á Kekkia
Danir taptu
ímóti serbum