mikudagur 18. januar 2012síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. januar 2012 · Nr. 8
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Miðvikan
7. partur
Bleiv forlovað
Eg var í 1938 blivin forlovað við
Hendriki Dahl úr Oyndarfirði.
Hann var sonur Niklas Dahl
(1874-1953), sum giftist inn í Heið
riksstovu við Siggu Mariu Weihe
úr Kinn (1872-1958). Bæði vóru úr
Oyndarfirði. Hendrik var føddur í
1909.
Hendrik hevði eg tilvildarliga
hitt í Havn. Vit vóru komin í prát
saman við øðrum ungfólki og
komu vit á tann hátt at kennast og
gjørdust par. Í 1939 fór Hendrik til
Grønlands at rógva út í Tovkussaq
saman við øðrum oyndfirðingum.
Teir fóru av Havnini við “Niels
Finsen” seinnapartin í mai við 21
bátum. Hendrik stóð fyri einum
teirra, og teir blivu næstbestur
bátur.
Hann kom eisini heim úr Grøn
landi við “Niels Finsen” tann nógv
umrødda vandatúrin í 1939 við 250
útróðrarmonnum.
Teir vóru seinir at fara úr Grøn
landi hetta heystið, og teir komu í
eina ringa ódn um Kappaleiðina.
Skipið hevði so lítla motorkraft,
at tað kundi ikki haldast upp móti
vindinum.
Eina ferð fingu teir eitt rættuligt
boðabrot. Tá ið tað fjaraði av aftur,
var alt ein hurlivasi umborð. Nógv
var brotið á dekkinum, og bátar
vóru farnir fyri borð.
Útróðrarmenninir búðu niðri í
lastini. Tann fremra lúkan var sett
at gloppa, so luft kundi koma niður
til fólkið. Tí kom nógvur sjógvur
eisini niður í lastina. Har fleyt alt,
eisini seingjarklæði.
Nú fór ljósið eisini, so tað var ikki
stuttligt. Tað kom eisini panikkur
í hjá nógvum, men eingin slapp
upp.
Fýrarnir til maskinuna vóru
eisini nærum kódnaðir, tí tað kom
eisini nógvur sjógvur niður gjøg
num skorsteinin. Hóast hetta lætt
liga kundu verið ein galin endi, so
varð eingin mannskaði.
Tað gjørdist eisini svangligt
umborð, tí sjógvur var komin at
nógv av proviantinum. Men komið
var so á Havnina tann 24. oktober.
Hendrik segði mær, tá ið vit
hittust, at nú væntaði hann, at tað
bleiv deyðin hjá honum. “Men nú
eri eg komin,” segði hann.
Tá komu fleiri teirra á sjómans
heimið at eta. Vit høvdu akkurát
fingið ein springara til matna.
Jógvan Joensen frá Sandi var assi
stentur hjá okkum, hann hevði
skorið upp. Sum teir vóru spentir
at fáa ordiligan mat, so svangligt
tað hevði verið á heimreisuni!
Deyði abbin: Eg komi
aftur eftir tær
Hendrik segði síðani við meg: “Tað
er so gott veður í morgun. Eg haldi,
at eg má fara til Oyndarfjarðar
við bátinum, so komi eg aftur
leygardagin.” Eg svaraði, at leygar
dagin eri eg upptikin allan dagin
líka til seint á kvøldið. Eg spurdi,
um hann ikki kundi bíða eina viku
afturat at koma!
So illa vildi til, at henda dagin,
eg bað hann ikki koma, var hann
farin til Hvannasund í grind. Bát
urin fórst á veg heim aftur út fyri
Múla, og Hendrik fekk eina váta
grøv so skjótt eftir at vera sloppin
úr vandasjógvi við “Niels Finsen”.
Hann hevði annars sagt mær,
at hann roknaði við at doyggja
ungur. Tá ið hann var 10 ára gamal,
droymdi hann abba sín, Hendrik,
sum tá var deyður. Abbin sigur: “Nú
kemur tú til abba”. Men Hendrik
segði: “Tað tími eg ikki.” Abbin
svaraði: “Kanska ikki nú, men um
nøkur ár, tá ið tú er gott 30 ár, tá
komi eg aftur eftir tær.” Hetta fór
ikki úr høvdinum á honum.
Vanlukkan
Freydis Poulsen, sum hevur skrivað
nógv um Oyndarfjørð, greiðir so
leiðis frá hesi hending:
Sunnumorgunin, 19. november
1939, doyði grind í Hvannasundi,
og millum aðrar bátar, sum komnir
vóru í grind, var ein úr Oyndarfirði,
eitt seksmannafar við maskinu.
Veðrið var gott, og tað gekk alt
uppá besta máta. Men meðan teir
skóru upp, var tað onkur sum helt,
at best mundi vera at skunda sær
eitt sindur, tí ikki var vist, at veðrið
fór at halda sær. Teir avgjørdu so
at fara beinanvegin, sjálvt um tað
var seint á kvøldi og langt liðið út á
árið. Men tá teir vóru komnir nakað
norður, gjørdist rættiligt ruskveður
vestaneftir. Teir royndu at tveita
grind út fyri at lætta um. Men tað
kom eitt øgiliga ringt rennikavaæl,
og hildið var, at tað var tá, at báturin
holvdist.
Múlamenn høvdu eisini verið
í grind, og tað var so seint, at flest
allir vóru farnir í song. Teir høvdu
ført grindina norður og lagt hana
upp inni á Støð. Hans Jakku Frede
riksen fekst við at bera grind ávegis
til hús, tá hann helt seg hoyra
okkurt, men hann sá einki. Tó skilti
hann skjótt, at har var ikki alt, sum
tað átti at vera og fekk vakt hinar.
Teir fingu tá vissu fyri, at menn
vóru í havsneyð og róptu um hjálp.
Veðrið var so ólagaligt har norðuri,
at teir ikki fingu bát út og ringdu tí
inn í Hvannasund at biðja um hjálp
haðani. Veðrið batnaði so mikið, at
teir gjørdu eina roynd at flota bátin,
og tað eydnaðist. Hin báturin var tá
rikin yvir móti Viðareiðishellu, og
bara ein maður var eftir á kjøli. Tað
var Hendrik Hammer. Hinir vóru
Karl Thomsen, í Hálvmørk, Sofus
Rinkustein og Hendrik Dahl, allir
av raskastu monnum. Eftir Karl
sótu kona og 3 børn, og eftir Sofus
sat kona við soni, sum væntaði 5
dagar í 1 ár. Hinir báðir vóru ógiftir,
men teir vóru trúlovaðir. Hendrik
Hammer var rættiliga illa fyri, tá
ið múlamenn komu til. Men hann
kundi greiða frá, hvussu nógvir teir
høvdu verið, og at hinir vóru farnir.
Motorbáturin sleipaði so bátin inn
í Sund, og hinir fingu Hendrik til
hús í Múla. Teir leiddu hann inn til
bóndan, sum fór í song við honum
til at fáa hita í hann aftur. Hann var
har norðuri nakrar dagar, til hann
var komin eitt sindur fyri seg.
Heima við hús vóru tey bangin
um menninar. Klæmint á Sýnini,
pápi Sofus, og Andreas í Tarti komu
av møti. Tá kom eitt so ógvuliga ringt
útnyrðingsæl, og aftaná ivaðust teir
ikki í, at tað var tá, báturin fórst.
Seinni um kvøldið, tá ungdómurin
kom úr dansi og tey gingu inn
eftir vegnum, sóu tey Andreas á
Fløtti, sum hevði telefonstøðina,
fara inn til Jóan Paula í Hálvmørk,
pápa Karl. Tá grunaðu tey, hvussu
vorðið var. Har fóru tríggir menn í
bestu árum, og hetta var árið eftir,
at tveir oyndfirðingar fórust við
“Fossanes”.
Andreas í Tarti: Kundi eins
væl sjálvur verið farin
Andreas í Tarti greiddi í 2006 FF-
Hensia: Hendrik visti,
hann fór at doyggja
Sum flestu gentur, so fekk Hensia eisini drong, sum var Hendrik úr
Oyndarfirði. Árið eftir sleppur hann undan á vandatúrinum hjá “Niels
Finsen”. Stutt eftir heimferðina druknar hann á grindaferð
Hensia Jacobsen
“Niels Finsen” við kei í Havn eftir ta hættisligu ferðina úr Grønlandi
Hendrik Dahl (1909-1939).
Doyði á grindaferð