mikudagur 18. januar 2012síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 18. januar 2012 · Nr. 8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
olijacobsen@olivant.fo
blaðnum frá, hvussu hann upplivdi
hesa hending:
“Eg kundi eins væl verið farin í
hesi vanlukku. Tað var ein leygar
dag, at grindaboðini komu. Eg var
staddur heimi í Stórustovu hjá
Martini Klein. Her sat eisini Hend
rik Dahl. Vit vóru allir kammeratar.
Hendrik ætlaði sær í grind, og hann
bað meg koma við. Eg segði nei,
mær dámdi einki at fara, tí eg rokn
aði, at tað fór at koma inn í kirkjutíð
sunnudag, áðrenn vit komu aftur.
Tað var tað síðsta hann segði við
meg, tá hann fór úr stólinum, og vit
sóust ikki aftur. Eg og Meinhard
Emil Joensen lossaðu tilfarið til
húsini hjá Hendrik Hammer hend
an leygardagin. Meinhard fekk
skaða í ein fingur. Tað gjørdi, at
hann fór ikki við. Eg minnist so væl
tað kvøldið. Um 9 tíðina koma vit
av møti, og pápi Sofus Rinkustein,
Klæmint Joensen, hugdi upp í
luftina yvir Skarðið. Hann var so
grískur yviri í Skarðinum. Tað var
ein ótti tá á øllum. Tað vísti seg
eisini, at teir hoyrdu ymiskt fyri
sær. Báturin hevði páhangsmotor,
og tað var, sum um teir hoyrdu
glintan av motori. Eg fari so í song
og frætti einki fyrr enn morgunin
eftir um hesa ólukkuna.”
Eina tíð aftaná fortaldi Petur
Petersen sonur Andrias á Fløtti
í Oyndarfirði fyri mær, at hetta
sunnukvøldið,
sum
teir
vóru
gingnir burtur, sóu fólkini, sum
vóru á møti í Oyndarfirði, menninar
koma gangandi inn eftir gólvinum í
oljuklæðum.
Hvussu eg fekk boðini
Sjálv visti eg av ongum. Eg frætti
hetta á tann hátt, at Justines í
Oyndarfirði kom inn á sjómans
heimið kl. 9 morgunin eftir hesa
hending. Hann hevði annars eisini
verið heim við úr Grønlandi við
“Niels Finsen” og átti sín leiklut í, at
tað spældi so væl av.
Eg var við at seta morgunmat
á borðið. So sigur Justines: “Hevur
tú frætt nakað úr Oyndarfirði í
morgun?” Nei, eg hevði einki frætt.
So spurdi hann eina løtu seinni:
“Hevur tú einki frætt enn?” “ Nei,
hann kundi vera forelskaður, um
tað ikki var so!”, svaraði eg aftur.
Tá greiddi hann mær frá tí, sum
var hent. Hvat var hent við monn
unum, visti hann ikki. Hann visti
bara, at ein Hendrik var bjargaður.
Teir vóru tveir Hendrikar við. Men
hann visti ikki, hvør av teimum
var tann bjargaði. Eg sigi: “Tað
veit eg. Tað er Hendrik Hammer,
sum er bjargaður.” Eg ivaðist ikki í
tí, so mikið kendi eg á mær. Hesin
Hendrik var pápi Óla Hammer,
kendur frá “Norrønu”. Hesir báðir
Hendrikar vóru systkinabørn, upp
kallaðir eftir sama abba.
Tað fyrsta menniskja, sum kom
at vitja meg, tá ið hetta frættist,
var Niels Restorff, sonur Sonnu,
sum eg hevði tænt hjá. Tað var um
ta tíðina, eg var hjá teimum, at vit
vórðu trúlovað. Tey vístu tá aftur
sítt trúfesti.
Eitt feigdaræl
Eg minnist eisini hetta veðrið. Eg
var ein túr úti á keiuna saman
við Jógvani, beiggi Hendrik, og
Meinhard Emil Joensen hetta
leygarkvøldið. Teir vóru bestu vinir,
og vóru komnir til Havnar ein túr.
Teir høvdu bíðað eftir mær, inntil
eg var liðug á sjómansheiminum
hetta kvøldið. Meðan vit ganga út
eftir keiuni kemur eitt so sera ringt
vátakavaæl við nógvum vindi. So
sigur Jógvan, beiggi Hendrik: “Hetta
var eitt feigdaræl.” Lítið ánaði hann,
hvussu beinrakið hetta var!
Eg hevði ikki verið í Oyndarfirði
fyrr enn Hendrik doyði. Tað var
heldur ikki so lætt at koma hagar.
Hendrik var eisini burtur frá mars
og út í oktober. Hann var bestimaður
í fleiri ár við “Eysturoynni”, sum
Alfred Egholm førdi. Hendrik hevði
búð hjá Affa, sum hann var kallaður,
tá ið hann gekk á skiparaskúla í
1931/32. Hann hevði kanska verið
við honum sum fiskimaður.
Á slóðini í Múla
Eg og Poul Andreas, sum eg giftist
við, vóru nógv ár seinni ein túr á
Viðareiði. Tá sigi eg, at eg fái ikki
frið á mær fyrr enn eg havi verið
í Múla. Vit fóru so hagar. Har var
einki fólk meira enn í einum húsi.
So koma tvey fólk út, vit fóru so
at práta. Tá sigi eg: “Hava tit hoyrt
um ein bát, sum gekk burtur her.”
“Nú er tú akkurát ov sein at spyrja
rætta persónin. Tað var abbi mín,
sum bjargaði Hendrik Hammer,
og hann er akkurát deyður. Men
eg skal fortelja tað, sum eg veit frá
honum. Hann segði, at hann trillaði
grind frá fjøruni og niðan til hús.
Hann helt seg hoyra okkurt. Men
so hugsaði hann, at hann hevði
fingið sær ein snaps fyri at orka
at trilla, tað var kanska hetta, sum
gjørdi seg galdandi. Hann fór oman
aftur og hoyrir akkurát tað saman.
Tá skilir hann, at her er okkurt,
sum ikki ruggar rætt, og hann fór
niðan aftur eftir fólki. Tá finna
teir henda holvda bátin við tí eina
manninum. Teir mundu ikki fingið
hann leysan, so fast helt hann.
Hann var eisini so illa fyri, at tað
gingu fleiri dagar, áðrenn hann
kundi fara úr Múla aftur.”
Læknabátur kom eisini norður
við lækna til Hendrik. Sunneva
Olsen, ættað úr Múla, greiðir frá,
at tað var tað hepni í hesum, at
mamma hennara hevði beint átt
ein son, og hon var nokk so illa fyri.
Hon fór tískil til Klaksvíkar við
læknabátinum.
Hendrik Hammer fortaldi fyri
mær, at hann sá Hendrik Dahl koma
tríggjar ferðir upp á kjølin. Eg havi
sjálvsagt seinni hugsað: “Gud viti,
hvussu tað hevði verið, um hann
kom til Havnar tann leygardagin,
sum eg sýtti honum at koma.”
Men tað hevur verið lagnan, sum
vildi tað so.
Sigga, mamma Hendrik, hevði
droymt so nógv óhugnaligt náttina
fyri. Hon bønaði Hendrik um ikki
at fara. Men hann segði, at hann
mátti fara, tí hann hevði lovað at
koma við.
Annars havi eg alla mína tíð havt
samband við ættina hjá Hendrikki,
og tey hava eisini verið trúgv við
meg.
Komandi partur
Í komandi parti kemur
Hensia til Gøtu, har hon skal
passa svigarinnuna, Fridu,
upp. Steðgurin í Gøtu hevur
inntil nú verið 70 ár!
Foreldrini hjá Hendriki, Sigga og Niklas. Sigga hevði ein
so óhugnaligan dreym og bað Hendrik ikki fara
Thomasia og Sofus Rinkustein.
Hann doyði frá ikki ársgomlum soni
Oyndarfjørður varð hart raktur av hesi vanlukkuni í 1939
Karl Thomsen (1892-1939)
doyði frá trimum børnum.