Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. januar 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. januar 2012 · Nr. 9 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 At skilja tað óskiljandi SJÓNLEIKUR At skilja tað óskiljandi. Tað roynir leikbólkurin Tvazz, sum við útgangsstøði í einum tilburði í Bretlandi, har tveir tíggju ára gamlir dreingir drupu ein tvey ára gamlan drong, spyr hvat óndskapur er. Hetta er sanniliga eisini ein viðkomandi spurningur í Føroyum, metir Gunnvá Zachariassen, ið er ein av leikarunum Vit ynskja ikki at volka okkum í einum sorgarleiki. Vit vilja viðgera spurningin, sum stendur eftir, nevniliga hví Rólant Waag Dam - Eg dugi ikki at hugsa mær nakað verri. At barnið hjá tær verður dripið. At nakar drep­ur mítt barn, soleiðis ljóð­ar ein regla úr leikinum »Tey óndu«, sum leikbólkurin Tvazz setir upp í hesum døg­um. Setningurin sleppur ikki at hanga í leysum lofti. Setn­ing­urin, ein stað­ fest­ing, verð­ur afturvíst við eini enn óhugna­ligari staðfesting. Einari stað­ fest­ing av einum upp­aftur óhugna­ligari og óunni­ligari veruleika, sum eitt for­eldra­ par í Liverpool í Bret­landi upplivdi í 1993: - Kanska er eitt kortini. Tó, at tað ikki er verri. Men nakað, sum rúmar líka ófati­liga pínu, sorg og ræðs­lu. At barn títt er ein mord­ari. At títt barn hevur dripið. Dripið eitt annað barn. Leikurin øsir Hvat er óndskapur? Og er ónd­skapur ein viðføddur egin­leiki? Hetta spyrja tey í sjónleikinum »Tey óndu«, sum verður frum­sýnd­ ur í annaðkvøld. Gunn­vá Zacharia­sen hevur umsett sven­s­ka leikin hjá Niklas Råd­strøm til føroyskt. Ein leik­ur, sum varð skrivaður í 2006 og frumsýndur í Bret­ landi trý ár seinni, í 2009, 16 ár eftir skakandi van­lukk­u­ na í Liverpool, tá tveir smá­ dreing­ir píndu og buk­aðu ein tvey ára gamlan drong til deyða. Nakað eftir tilburðin 12. februar 1993, stovnaði Lyn Costello felagsskapin »Mothers Against Murder And Aggression«. Og tá leik­urin varð sýndur í Bretlandi, var Lyn Costello ein av mon­gu at­finning­ar­ somu rødd­un­um. - Hetta verður einans gjørt fyri at vinna pen­ ing, og fyri at tryggja rit­ høvundanum um­røðu, segði hon millum annað við bretska blaðið The Guard­ian. Í sama blað vísti rit­høvundurin sjálvur at­ finn­ing­unum aftur. - Aðalmálið er altíð at skapa rúm fyri kjaki, segði Niklas Rådstrøm. Nakað tað sama tykist vera endamálið hjá leik­ bólkinum Tvazz við at seta »De onda«, sum leik­urin eitur á svenskum, upp í Før­oyum. Leikurin er viðkomandi - Morð er evsta avleiðingin av óndskapi. Í Føroyum hava vit ikki nakað dømi um morð, sum er framt av børnum. Men leikurin er kortini ógvu­liga við­ komandi hjá okk­um. Er ónd­skapur ikki eisini til dømis harðskapur og happ­ ing, spyr Gunnvá Zacharia­ ssen. Hon vísir á, at 38 fólk sóu teir báðar tíggju ára gomlu dreing­irnar fara togandi við tvey ára gamla James Bulger gjøg­num býin, uttan at steð­ga teimum. Drong­urin græt og tað var eyðsæð, at hann ikki vildi við teimum, men eing­in gjør­di nakað? - Tí spyrja vit eisini, um øll hesi 38 eygnavitnini eisini vóru ónd? Er ónd­ skapur meiri enn fastlastur sub­stans­ur ella kann ónd­ skapur stig­bend­ast? Í øll­ um førum er greitt, at tá eitt morð er framt, tá er ov seint at koma upp í millum. Vit hava øll ábyrgd­ina av okkara børnum, sig­ur Gunn­vá Zachariasen og vís­ ir til Barnaverndarlógina, sum greitt ásetur, at vit øll hava fráboðanarskyldu, um vit halda okkum vita um børn, sum ikki hava tað gott. - Men í Føroyum er for­hold­i­ni so smá og tað ger tað tru­pult. Hvat skal gerast og hví skal tað gerast? Leikurin setir nógv­ ar spurningar. Nógv fleiri spurningar enn svar, vísir Gunnvá Zacharia­sen á. Provokera ikki fyri at provokera Sostatt er tað ikki hissini evni, leikbólkurin Tvazz viðger á pallinum í annað­ kvøld. Gunnvá Zach­a­rias­ sen ynsk­ir tó at gera øll­um greitt, at tey avgjørt ikki pro­vo­kera bara fyri at pro­ vokera. - Vit ynskja ikki at volka okk­um í einum sorgarleiki. Vit vilja viðgera spurningin, sum stendur eftir, nevniliga hví. Tað er spurningurin, sum allatíðina hevur vitjað aft­ur. Ónd­skapur er eitt evn­ið, sum ikki er viðgjørt nógv í Før­oy­um. Men vit hava ónd­skap her. Tí er leikurin við­kom­andi og kjak­ið eigur at verða tikið, metir Gunnvá Zacharia­sen. Leygarkvøldið fer hon á pall saman við Kjartani Han­sen og donsku Tine Gott­helf. Tey bæði Gunn­vá og Kjartan tosa før­oyskt, meðan Tine tosar danskt. Á tíð­inda­fundi miku­morg­ unin fingu fjølmiðlarnir ein for­smakk upp á leikin. Stað­fest­ast má, at tað sær ómeta­liga áhugavert út – og at tað avgjørt ikki virkar ó­natúr­ligt, at tvey mál verða tosað á palli­num, skuld­i nakar ivast í tí. Undanfarnu leikir­nir hjá Tvazz, »Køks­drotn­ ing­ar­nar« (2006), »Funda­ menta­list­urin« (2007-2008) og »4,48 Psy­kosa« (2009) hava allir øst og argað, og sanniliga eisi­ni drigið nógv fólk. Í so máta verður »Tey óndu« einki undantak. Evn­ ið er eins kontroversielt og hini, Tvazz hevur tikið upp. Leik­ar­ar­nir eru framúr, pall­mynd­in og ljósið tykjast áhuga­verd og tey hava góðar roynd­ir við leik­ stjóra­num Petru Berg Hol­ bek. Har­um­framt er grikski formurin spenn­andi við kóri og við­merkj­ara. Hetta hava tey ikki roynt áður við Tvazz. Held­ur ikki hava tey áður havt aldurs­mark á nøkrum leiki, men hesa­ ferð hava tey sett 16 ára aldursmark á. - Hetta er ein leikur um børn, men fyri vaksin, sigur Gunn­vá Zachariasen. rolant@sos.fo