fríggjadagur 20. januar 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 20. januar 2012 · Nr. 9
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað er 12. februar og árið er
1993. Tvey ára gamli James
Bulger er við mammu síni,
Denise, í sølumiðstøðini
New
Strand
Shopping
Center í Bootle nærhendis
Liverpool
í
Bretlandi.
Klokkan tjúgu minuttir
í fýra fer mamma James
Bulger inn til slaktaran.
Meðan hon leitar eftir
smápengum og sleppur
dronginum úr eygsjón eina
lítla løtu, rennur hann út
gjøgnum dyrnar. Tá hon
hyggur upp aftur, er lítli
sonur hennara horvin.
Tveir dagar seinni, tann
14. februar, sær Denise
drong sín aftur. Tá er hann
lívleysur og ikki til at kenna
aftur. Kanningarnar vísa,
at James Bulger er píndur
og bukaður til deyðis, áðr
enn hann varð lagdur á eitt
tokspor, har eitt tok rendi
á hann, soleiðis at tvey
ára gamli drongurin varð
skorin í helvt.
Vakmyndatólini
frá
sølumiðstøðini vísa, hvussu
teir báðir tíggju ára gomlu
Jon Venables og Robert
Thompson, fara yvir til
einsamalla James Bulger,
taka hann í hondina og
leiða hann út úr sølumið
støðini. Kanningarnar og
avhoyringar
seinni
staðfestu, at teir
báðir tíggju ára
gomlu dreingir
nir leiða dreingin
fýra kilometrar.
Komnir til eina
jarnbreytarstøð
verður
James
Bulger sligin við
bæði múrsteini og eini
jarnstong, sparkaður og
steinaður, áðrenn hann at
enda doyr av løstunum.
Umframt hetta er tvey
ára gamli drongur illa við
farin á aðrar hugsandi og
óhugsandi hættir. Lækna
kanningarnar aftan á stað
festu, at James Bulger hevði
fingið 42 ymsar skaðar.
Upptøkurnar frá vak
myndatólunum
í
sølu
miðstøðini vórðu vístar í
bretsku
sjónvarpsrásun
um. 38 vitni sóu teir báðar
Jon Venables og Robert
Thompson toga tvey ára
gamla James Bulger við sær
gjøgnum býin, men eingin
gjørdi nakað. Tveir dag
ar seinni verða teir báðir
tíggju ára gomlu dreingir
nir handtiknir. Gjøgnum
brotið í málinum kemur,
tá ein kvinna heldur seg
kenna Jon Venables aftur á
kámu upptøkunum.
Níggju mánaðir eftir,
at James Bulger er píndur
og bukaður til deyða, tann
24. november í 1993, verða
Jon Venables og Robert
Thompson, sum tá báðir
eru 11 ára gamlir, funnir
sekir í manndrápi, og verða
dømdir í varðhald í minst
átta ár.
Málið
um
James
Bulger
Leikararnir í »Tey óndu«
eru Tine Gotthelf, Kjartan
Hansen og Gunnvá
Zachariasen . Tosað
verður bæði danskt og
føroyskt, men hetta fellir
púra natúrligt í leikinum
Mynd: Finnur Justinussen