Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. januar 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. januar 2012 · Nr. 9 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Maðurin varð dømdur fyri tríggj­ar tilburðir. Í tveimum før­um fyri at hava tosað eina unga kvinnu upp í lag at smugla 230 gramm av hassji til Føroya 19. mars 2011, og 10. mai at fingið somu kvinnu at smugla 281,76 gramm av hassj til Før­oya. Umframt hetta varð eftir húsarannsókn heima hjá manninum 16. mai hald lagt á 59 gramm av hassj og 30.000 krónur. Ein tilburður var upp­ runa­liga í ákæru­ritin­um, men ákærin valdi at fráfalla henda tilburð, av tí at ákær­ di maðurin ikki møtti í rættinum, men játtaði seg sekan og lat verja sín gjøgn­ um­f­øra málið. Kvinnan, sum er sálarliga veik, varð í Føroya Rætti stutt eftir handtøkuna dømd í fýra mánaðar fongs­ ul fyri smuglingina, men teir tveir vórðu gjørdir treyt­aðir. Hetta komst av, at kvinnan hevði hjálpt løg­reglu­ni munandi í upp­ klár­ingar­arbeiðinum, og at hon bert hevði virkað sum kurer­ur. Klokkan var farin nakað av ásettu tíðini, og ákæri og dómari vóru so smátt farin at tosa um, hvussu málið skul­di handfarast, tí ákærdi var ikki møttur. Men stutt eftir møtti tó verjin hjá ákærda. Verjin greiddi frá, at hann hevði samskift við ákærda, sum nú býr í Dan­ mark, haðani hann stav­ ar, og ákærdi hevði givið verjanum heimild at føra málið sína vegna in ab­ sentia. Roynt serskilt Hetta skapti tó ein tru­pul­ leika fyri ákæran, tí vitnis­ frágreiðing hansara vant­ aði, og ákærin kundi ikki tráðspyrja ákærda. Umframt hetta, mátti ákærin eisini sleppa eina til­ burði­num, sum 45 ára gamli maðurin stóð ákærdur fyri, nevni­liga í samstarvi við før­oyska hjálparmann sín at hava selt 200 gramm av hassji. Eisini tá talan var um út­ málda revsing skapti tað ein trupulleika hjá ákæra­num, at ákærdi ikki var til staðar. Tí saman við tí veruleika, at áklærdi játtaði seg sekan, førdi hetta av juridiskum or­søk­um við sær, at ákærin bert kundi krevja seks mánaðar fongsul. Og hon hevði annars ætlað sær at kravt strangari revsing, gjør­di hon greitt. Føroyski samákærdi val­ di av hesum orsøkum – í sam­ráð við verja sín – at krev­ja sítt mál roynt ser­ skilt, og tað varð honum játt­að. Hesin maðurin stóð ákærdur fyri at hava mót­ tikið hassjið, sum unga kvinn­an hevði smuglað, fyri síðani at selja tað víðari til før­oysk­ar avtakarar. Hann varð somuleiðis ákærd­ur fyri aðrar tilburðir, sum tó ikki vóru lisnir upp í rættinum tá tað vísti seg, at høvuðsákærdi ikki møtti. Hetta var undir øll­ um umstøðum tilburður, sum hesin ákærdi noktaði seg sekan í. Og av tí sama kundi málið móti honum ikki roynast saman við máli­num móti 45 ára gamla manni­num. Dømdur áður Málið móti ákærda dana­ num fór fram, uttan at ákær­di var til staðar, og tað førdi til, at ákæruvaldið mátti umskrivað ákæruna. Í tilburði I varð ákæran um­ skrivað, meðan ákæruvaldið sum nevnt fráfall tilburð II. Tilburðir III og IV vórðu tó varðveittir sum upp­runa­ liga. Av tí at ákærdi ikki var til staðar, varð tann part­ urin av rættarbókini frá grundlógaravhoyrinum lisin upp, ið var viðkomandi, og síðani var farið meira ella minni beinleiðis til pr­o­se­ duru­na. Ákærin vísti á, at ákærdi mað­urin áður er dømdur fyri júst sama brotsverk. Hetta var í mai í 2002, tá hann varð dømdur í trý ára fongsul, umframt at hald varð lagt á 650.000 krónur. Hesin dómurin varð sein­ni staðfestur í Eystara Lands­ rætti, tó við teirri broyting, at hald varð lagt á 550.000 krón­ur í staðin fyri 650.000 krónur. Ákærin vísti somuleiðis á, at 45 ára gamli maðurin útvegaði rúsevnini í Dan­ mark, og síðani fekk hann lætt ávirkilig fólk – ung ella sálar­liga veik – at smugla rús­evnini til Føroya, her hann hevur fólk at selja fyri seg. Ákærin kravdi seks mán­ að­ar fongsulsrevsing, og hó­ ast verjin helt hetta vera alt ov nógv, gjørdi dómarin av at fylgja ákæranum. 45 ára gamli maðurin hev­ur nú 14 dagar at um­ hugsa eina møguliga kæru inn fyri Eystara Landsrætt í. Góð 500 gramm av hassji lokkaði nú dømdi maðurin eina unga, sálarliga veika kvinnu at smugla til Føroya. Alt gekk sum eftir ánni í mars, men tá hon royndi aftur í mai, varð hon handtikin Seks mánaðir fyri skipaða hassjsølu Ein 45 ára gamal maður varð í Føroya Rætti í gjár dømdur seks mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava tilrættislagt regluliga smugling og sølu av rúsevnum