fríggjadagur 20. januar 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 20. januar 2012 · Nr. 9
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Sum greitt frá aðrastaðni
á síðunum var ein 45 ára
gamal maður dømdur seks
mánaðar treytaleyst fongs
ul fyri at hava staðið fyri
tilrættalegging av smugling
og sølu av hassji í Føroyum.
Men av tí at ákærdi ikki
møtti, kundi rættarmál
ið móti føroyska hjálpar
manninum ikki fremjast
treytaleyst. Tí ein partur
av sakarmálinum móti før
oyinginum var vitnisfrá
greiðingin hjá 45 ára gamla
dananum.
Dómarin
greiddi
tí
ákærda
føroyinginum
frá, at av tí at 45 ára gamli
maðurin í mesta lagi kundi
fáa seks mánaðar fongs
ul, fór føroyingurin at fáa
ein lutfalsliga linari dóm.
Hetta tí 45 ára gamli danin
var mettur sum høvuðs
maðurin í sakarmálinum.
Tað var bara tað við tí, at
skuldi føroyingurin brúka
hendan
trumfin,
mátti
sakarmálið førast sum ein
játtanarsak.
Dómarin legði stóran
dent á at greiða nágreini
liga frá hesum juridiska
tvistinum, tí tók maðurin
ikki av, kundi hann í ring
asta føri koma út fyri, at
hansara revsing gerst harð
ari enn tann, ið 45 ára gamli
bakmaðurin nú fekk.
Maðurin tók tó ikki av
hesum eitt sindur undar
liga tilboðnum. Og orsøkin
var púra greið.
– Eg kann ikki játta meg
sekan í nøkrum, sum eg
ikki havi gjørt, staðfesti
ákærdi maðurin.
Tískil verður rættarmál
ið móti honum nú ásett av
nýggjum, og tá tað hendir,
verður 45 ára gamli ákærdi
maðurin stevndur inn sum
vitni. Og tá kann hann ikki
sum í dag lata upp í hendur
nar á verjanum at avgreiða
síni viðurskifti.
Um tað so verður ein
fyrimunur ella ein vansi
ikki at játta seg sekan í
nøkrum, ein ikki sigur seg
hava gjørt, kann bert tíðin
vísa.
Leo Poulsen
Talan kann í ringasta føri
gerast um eina bót og
síðani verður tú send til
Danmarkar aftur, segði
ákærda kvinnan, at bak
maðurin hevði lovað henni.
Men soleiðis gekst tað
langt frá.
Ikki tí. Alt sá ljóst út,
tá hon 19. mars í fjør kom
til Føroya við hassji. Hon
hevði rúsevnini stungin
upp í seg, tveir klumpar
aftan og ein framman.
Alt gekk sum eftir ánni.
Hon gekk uttan trupul
leikar gjøgnum tollin, tók
bussin til Havnar og síðani
ein taksa til ávísan bústað,
har hon skuldi avlevera
hassjið til persón, sum
síðani skuldi selja tað.
Meðan sølan fór fram,
skuldi kvinnan vera innan
dura, tí – sum bakmaðurin
hevði greitt heni frá, – Før
oyar eru eitt lítið land, og
fólk tosa.
Hon
sat
so
inni
í
kamarinum
hjá
sølu
manninum í fýra dagar,
meðan sølan av hassjinum
fór fram.
Eftir hetta – tann 23.
mars – pakkaði seljarin
pengar í plastfolie, sum
kvinnan so hevði niður til
Danmarkar aftur at geva
bakmanninum. Fyri ómak
in fekk kvinnan 10.000
krónur.
Gekk ikki aðru ferð
Fyri kvinnuna, sum livir
undir
trongum
fíggjar
ligum viðurskiftum, var
hetta ikki smávegis at fáa.
Til gerandis var hon upp
á bistandshjálp og fekk
eftir skatt 6.400 krón
ur umframt 1.200 krón
ur í leigustuðli um mán
aðin. Og av hesum 7.600
krónunum skuldu hon av
við 5.500 í leigu um mán
aðin.
So tað sigur seg sjálvt,
at tá ein 4-5 daga long
ferð til Føroya kundi kasta
10.000 krónur av sær, og
tað ringasta, ið kundi hen
da, var ein bót, var hetta
vandan vert.
Og so var peningurin
eisini skattafríur. So tá
hon aftur fekk eitt tilboð
tíðliga í mai, helt hon tað
vera funnin frensur.
Tað, sum hon skuldi fáa
at kenna, var, at alt ikki var
so líkatil, sum bakmaðurin
hevði latið hana trú.
Hon gjørdist tí ovfarin
og seinni ræðslusligin, tá
hassjhundurin
hjá
toll
valdinum leiddi tollararnar
fram til hana. Og síðani
yvirtók narkoløgreglan.
Hesaferð hevði hon væl
meira av hassji inni í sær,
og tí var avtalan eisini,
at hon skuldi fáa 15.000
krónur heldur enn 10.000 í
ómaksløn.
Í staðin fekk hon fýra
mánaðar fongsulsrevsing.
Ólukkuliga
kvinnan
Tað var týðiligt, at 29 ára gamla danska
kvinnan var skelkað av tí, sum hendi henni.
Ein varðhaldsfongsling og ein fýra mánaðar long
fongsulsrevsing var ikki akkurát tað, sum ein
snildur bakmaður hevði givið henni í eygsjón, tá
hann sannførdi hana um, at smugla hassj til Føroya
Eitt undarligt tilboð
Í sambandi við rættarmálið móti einum 45 ára gomlum dana
í Føroya Rætti í gjár, fekk samákærdi føroyski hjálparmaður
hansara eitt tilboð, sum kann tykjast undarligt
Tað var um flogvøllin í
Vágum, at unga kvinnan
í mars smuglaði hassj,
og í mai varð tikin fyri at
royna at smugla meira
Í Føroya Rætti í gjár fekk ákærdi maðurin lovað
eina linari revsing, um hann játtaði seg sekan