Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. januar 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. januar 2012 · Nr. 9 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Snorri Brend Sandur: Hetta ljóðar kanska av nógvum, men tá ein hugs­ar um, at fyri sjey ár­ um síðani vóru tey 600, so sæst at henda minkingin er rættiliga stór: Í tølum 69 fólk. Í prosentum 11,3 - og sum aftur svarar til eini tvey pro­ sent um árið. - Hetta kemur tíverri ikki óvart á okkum. Vit hava tos­ að um henda trupulleikan í nógv ár, men ringt er at fin­na eina loysn, soleiðis at gong­ d­in kann venda, stað­fest­ir Brandur Sandoy, borg­ar­stjóri á Sandi yvirfyri Sosiali­num. Avtofting Heima á Sandi hava tey eina rúgvu av sjálvsøgdum til­boðum til eina nútíðar kommunu. Her er millum annað nýggjur barnaskúli, gott ansingartilboð, ein dag­ stovn­ur sum skal byggjast út, trivnaðartiltøk og mangt ann­að. Men tað er kortini ein sann­roynd at fólkatalið mink­ar, helst tí at bygdin ligg­ur ov nær uppá Havnina, men kortini ov langt til at fáa gagn og nyttu av hesum. - Vinnulívið hevur tað ikki gott, og er høvuðsorsøkin til tað, at tað er so dýrt at ferðast fyri at kunna flyta vørurnar tvørt­ur um Skopunarfjørð, sigur borgarstjórin, og vísir til, at trupult er at fáa nýggj ar­beiðs­pláss til Sandoynna. Hann sær sera álvar­- samt upp­á støðuna, tí við hesi gongd er vandi fyri at oyggin av­toft­ast. - Vit hava meylað um tað bæði ofta og týtt, men tað er ein sannroynd, at øll oyggin ynsk­ir at fáa Sand­oy­ar­tunnil­in. - Ikki fyrrenn hesin tunnil kem­ur, kann vend koma í, slær hann fast. snorri@sosialurin.fo Kaldbak: Fyrr í vikuni fekk sp/f Faroe4Fish um­hvørvis­góðkenning sína. Virksemið á fiska­ virki­num, sum liggur á Mjólkargøtu 20 í Kald­ bak, verður at skera og pak­ka feskan fisk, sum skal útflytast. Møguleiki er eisini fyri, at ein part­ ur av fiskinum verður fryst­ur. Eitt av málunum í viðgerðini av hesi góð­ kenn­ingini er tann ser­ ligi denturin, sum verður lagd­ur á at dálkandi evni ikki verða leidd út í umhvørvið. Faroe4Fisk hevur upplýst fyri Um­hvørvis­ stovuni, at talan bert verð­ur um at tilvirka hvítan fisk. - Verður talan um ann­an fisk ella annað virk­semi, skal virkið boða frá hesum, verður sagt. Fuglafjørður hev­ ur verið mið­depil fyri upp­sjógv­ ar­fisk í 45 ár (Sigurd Simonsen, borgarstjóri) Vágur: Leygardagin verður Suðuroyarmeistarakappingin í sjavsi í VB-húsinum. Vinnandi parið fær uttanlandsferð frá Atlantsflogi. Oljan: - At vit fingu sjey leitiloyvi í norska landgrunninum, prógvar dugnaskapin hjá starvsfólkum okkara, sigur Graham Stewart, stjóri í Faroe Petroleum. Klaksvík: 26.602 bøkur vórðu læntar út av Klaksvíkar Bókasavni í fjør. Hetta eru 1600 fleiri enn árið fyri. Hvalba: Leygardagin verður fundur fyri foreldur at børnum í yngru deildunum, og sum ætla at spæla við Royn í summar. 531 fólk! So mong – ella so fá – fólk búðu á Sandi, tá gjørt varð upp í november mánaði í fjør kring landið Tunnilin kann steðga afturgongdini VANDAKÓS - Eg harmist um støðuna, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri, nú fólkatalið á Sandi er í minking savnsmynd Vit hava tosað um henda trupulleikan í nógv ár, men ringt er at finna eina loysn Fiskavirkið fingið góðkenning