Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. januar 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. januar 2012 · Nr. 9 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nøvn Sambært fundarfrágreiðing frá stýrisfundi hildin hin 22.september 1981, stendur undir punkt. 2: at “stýrið skipaði seg við Hans Jacob­ sen, sum formanni….” - og knapt 20 ár seinri stendur at lesa frá fundi á Eysturoyar Røktar-og ellis­ heimi 28.12.00 undir pkt,4: ”Hans Jacobsen, boðar frá, at hann nú leggur frá sær..” Hann var valdur fyri Runavíkar kommunu og hóast ikki limur í býráðnum tey seinru árini, so vísti bý­ ráðið honum tað álit, at lata júst hann vera umboð teirra í stýrinum. Hevði júst sett føtur aftur á føroyska jørð, tá konan fortaldi mær, at ”nú var Hans á Bakka farin”! Hesi boð kendust mær sera svár og runnu fram fyri meg mangar góðar løtur saman við hesum merkismanni! So vítt eg minnist, var tað fyrstu ferð eg hoyrdi røddina á Hansi, tá hann á sumri 1983 ringdi og boðaði frá, at stýrið hevði samtykt at ganga umsókn míni á møti og at eg var settur í starv sum fyristøðumaður frá 1. oktober 1983 at rokna. Hetta gjørdist byrjanin til eitt langt og sera,sera huga­ ligt samstarv, har mær untist, at læra hendan álitsmann at kenna. Hans, tað var so hugaligt og lívgandi at arbeiða saman við tær. Minnist løtur, har eisini álvarsmál vóru til við­ gerðar og bylgir kundu til tíðir ”ganga høgt”, men tú var hin sami - róligur,leyp ongantíð framav, men gav fólki høvi at framføra síni sjónarmið og hóast ósamdur, so fekst tú ”mótpartin” at kenna seg væl, tí hann merkti, at tú lurtaði og eisini hevði áhuga í hansara sjónarmiðum. Tú dugdi so ómetaliga væl at fáa tingini at glíða! Tú tagdi,tá tað var skilagbest onki at siga og talaði í ”røtt­ um tíma” og á slíkan hátt, at lurtað var eftir tær. Greið og klár sjónarmið! Og so dugdi tú so sera væl, at fáa onnur við - á slíkan hátt, at tey kendu, at júst tey áttu lut í tínum sjónarmiðum, ja, sum um sjónarmiðini júst vóru teirra! Hans tú vart lættur av lyndi, dámdi væl at skemta og soleiðis fekst tú ”ísin at brána”, tá tað til tíðir tyktist sum ”luftin var køld” og tað ”stóð í botni”. Hans tú dugdi hetta: ikki at missa málið úr eygsjón! Sum stýrisformaður ,væl stuðlaður av stýrislimunum, virkaði tú fyri tí, sum var til gagns fyri Eysturoyrar Røktar-og ellisheim – og so­ leiðis fyri tí sum gagnaði allari Eysturoynni! Skaldið tekur soleiðis til: ”Undir Heimsins súlugangi Sita mong enn í meingi: Tey,ið kallað verða veik Ongan lut í lívsins talvi Flyta ei av egnum alvi HVØR vil flyta teirra leik?” Hans góði, tú flutti teirra leik!. Tað var tær eitt hjartamál, at virka tí eldra ætttaliðnum at frama og var tað ein stór løta fyri teg, tá Heimið stóð liðugt og varð tikið í nýtslu í februar 1984. Tú gleddist saman við bygginevndini, stýrinum – ja, allari Eysturoynni. Og tá so komið var á mál við útbyggingini í 1992, síggi eg teg fyr mær, har tú heldur røðu og fegnast um úrslitið av góðum kommununalum samstarvi, valaverki sum økti um møguleikar teirr eldru í Eysturoynni, tá tørvur fyri ”hjálpandi hondum” á ellisárum gjørdi seg gald­ andi. Hans, onnur høvdu tik­ið við tá útbyggingin av heim­ inum á sumri 2006 var liðug og tikin í nýtslu. Tú vart við til hátíðarløtuna og tú frøddist, at nú var komið á mál við tí, sum longu 5. januar 1961 var gróðursett! Tú tókst ikki orðið, men ”lat verkið tala fyri seg”! Eysturoyar Røktar-og ellis­heim stendur sum ein varði um títt áhaldni, ar­ beiðs­semi og hjartalagi fyri sakini! Tú gekst undan – væl stuðlaður av øðrum! Hans, takk fyri samstarvið øll hesi mongu ár – eitt sam­ starv sum eg við gleði og takksemi minnist afturá. Takk fyri vinararlagið! Hans tú vart virkin á so mongum øðrum øki. Tað fari eg at lata liggja. Men kann tó ikki lata vera við at siga, at tú vart ”heilhjartaður” í øllum, sum tú hevði við at gera. Onkuntíð helt eg, at ljósið ”brendið í báðum endum”! Men, sum onkur hevur tikið til, tað er betri at ”brenna upp” enn at ”rusta upp”! Í samskiftinum okkara millum og eisini á annan hátt kom greidliga til sjóndar, at tú gleddist um lívið! Ja, tilvera tín var so lívsjáttandi! Men tú livdi eisni í ljósinum av hesum, at ”alt hevur tíð sína” og løtan kemur, tá ”vit mugu koma tí æviga nær og stíga um markið tá yvir”. Hans, hóast tú á mangan hátt komst ”hátt í hesi verð”, og tú nú skuldi hugleitt og tikið saman um, so veit eg , at tú hevði gjørt orð skaldsins til tíni og av heilum huga lati ljóða: ”Lít at teim farnu døgum, minst á tey svunnu ár Hugsa um gleðitíðir, hugsa um sorgartár! Hvat hevur havt sítt virði, hvar var hin trygga havn? Gjøgnum alt íð tær møtti , uttan Jesu navn!” 28. desember 2000, legði tú frá tær sum stýrisformaður fyri Eysturoyar Røktar-og ellisheim. 17. desember 2011 legði tú frá tær á heimsins víðvølli. Mong við mær sakna teg! Størstur er tó saknurin hjá konu tínari, børnum og øllum tínum kæru, sum tú elskaði fram um alt her á fold! Hóast sakn og sorg so veit eg, at tey hava tikið hesi lívsjáttandi orð til sín: ”Aldri tey, sum Harran kenna, hittast skulu síðstu fer. Táið tár við skilnað renna, troyst í hesum orðum er” Ærað veri minnið um Hans á Bakka. Tordur J. Niclasen Ognað minninum um Hans á Bakka 10. januar fingu Malan H. og Mads Kristoffur Hentze, Sandur, eina dóttur. Hon vigaði 3195 gr og var 51 cm long. 11. januar fingu Tórunn og Dan Olsen, Hósvík, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 3890 gr. 15. januar fingu Hanna og Gunnar Nielsen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3900 gr. Føðingar 12. januar fingu Brynhild Bláhamar og Hallur Mikkel­sen, Skála, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3775 gr. 12. januar fingu Elena-Loredana Nedelcu og Ion- Nicolae Nedelcu, Leirvík, ein son. Hann var 49 cm langur og vigaði 3160 gr. 11. januar fingu Eyð Berg og Arnhold Ólavsson av Tvøroyri ein son.