fríggjadagur 20. januar 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 20. januar 2012 · Nr. 9
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TØKK
Tey síðstu jólini hava heilt
víst ikki verið tey somu,
sum tey hava verið hini 20
jólini eg áður havi hildið.
Jólini vóru tey flestu árini
hildin hjá ommu og abba
yviri í Fútalág, og har var
lív í. Omma byrjaði langt
undan jól, at pynta húsini
bæði uttan og innan við
perum og tílíkum, og fekk
eingin í lag til at hjálpa við
at hanga perur á húsini
uttanfyri, ja so fór omma
sjálv upp í stigan! Húsini
lýstu langan veg av hugna,
og innan var ikki at forsmáa.
Og so vóru tað køkurnar, ið
vóru bakaðar í langar banar.
Jólatræðið, ið angaði so væl
av granni kundi ikki fjala
jólagávurnar, tí tær vóru so
nógvar, at sjálvt ikki garagan
kundi húsa teimum. Hvørt
ár segði omma, at í ár skuldu
vit ikki vænta okkum so
nógv til jólar, tí pengarnir
vóru ikki so nógvir, men
hvørt ár blivu vit líka yvir
raskaði. Omma var ein, ið
vildi gera øll glað, og tað
gjørdi hon eisini.
Omma plagdi ofta at
fortelja um, at tá eg var
fødd græt eg so øgiligt, men
tá var hon tann fyrsta at
geva mær ein koss, og tá
steðgaði eg beinanvegin við
grátinum. Soleiðis minnist
eg hana eisini – eina sum
altíð var har fyri meg, og
var altíð har, at troysta og
ugga. Hon kundi fáa gjørt
tað keðiligasta um til nakað
gott.
Omma var altíð klár við
einum stórum klemmi, og
ikki einum minni brosi, tá
man kom inn á gátt í Fútalág,
síðani at seta alt hon átti á
borðið, so borðið bognaði.
Og var man ikki svangur,
so skuldi etast alíkavæl. Um
man var í ringum lag, ella
bara hevði havt ein ringan
dag, so royndi hon at gera
alt so jaligt, at tann ringi
dagurin
bleiv
gloymdur.
Altíð hevði hon onkra sól
skinssøgu, ið hon hevði lisið
í einum blaðið, ella sæð í
sjónvarpinum. Hon valdi at
hugsa og tosa jaligt, og tí
skil var hon ein sól, at vera
saman við.
Tað er eingin ivi um, at
omma var ein trúgvandi
persónur. Hennara trúgv
hevði alt at siga fyri hana,
og var Guðs orð altíð ovast
á breddanum. Hon hevði
dirvið til at tosa um Guðs
orð, hvar hon so var, og
einki kundi steðga henni.
Hon stóð sterk við tað, sum
hon trúði uppá, og átti ivin
ikki pláss í hennara hjarta.
Hon hevði eina trúgv sum
kundi flyta fjøll, og segði
hon oftani hvussu hon hevði
upplivað undur.
Tá abbi var farin her
frá, fyri einum smáum árið
síðani, fekk omma eina bók,
har hon kundi skriva sínar
tankar o.a. í. Ístaðin fyri,
valdi hon at skriva nøvnini
niður á øllum hon kendi,
allari familju, vinfólki, ná
búgvum o.s.fr. og bað hon
síðan hvørt kvøld fyri øllum,
ið stóðu í bókini. Síður oman
á síður við nøvnum, ið tóku
langa tíð at remsa upp,
men hon valdi at leggja tíð
av hvørt kvøld, til at biðja
fyri øllum hesum fólkum.
Hetta segði nógv um hana
sum persón. Hon hugsaði
fyrst um øll onnur, áðrenn
tankarnar fóru til sín sjálvs.
Góða mamma, gumma
og gubbi. Nú tit hava mist
tykkara mammu, stutt eftir
tit hava mist pápa tykkara,
kann vera ógvuliga trup
ult at hugsa sær, hvussu
nógvan
sakn
tit
mugu
hava. Men uggan eiga tit í,
at bæði foreldur tykkara
áttu Jesus í hjartanum, og
eina ómetaliga sterka vón,
og tí kunnu tit vera vís í at
tey bæði sita í himmiríki og
hyggja niður á tykkum við
einum stórum brosi. Ein dag
skulu tit sleppa at síggja tey
aftur.
Góða omma. Hevði vilja
havt teg her. Bert eitt lítið
bil afturat. Tað er so nógv
eg hevði vilja sagt tær.
Men tá tað tíanverri ikki
er gjørligt, vil eg bara siga
tær hvussu stóran týdning
tú hevur havt fyri meg, og
hinum
rundanum.
Takk
fyri at tú vísti mær á, at við
trúgv, vón og kærleika er alt
gjørligt. Tú ert heilt víst mín
fyrimynd!
Heidi Karolina
Minningarorð um Hellu Olsen
F. 18. juni 1948 - D. 27. apríl 2011
Húsið, har góðskaðar laksa
vørur hava verið framleiddar,
hevur staðið stongt í longri
tíð.
Bakkafrost
Processing
hevur sett húsið í fullgóðan
stand,
so
tað
lýkur
øll
krøv, sum marknaðurin og
myndugleikar krevja.
Nútímans tøkni er sett upp
og farið er undir framleiðslu
av luksus laksavørum, ið
eru klárar at leggja í frysti
diskin hjá teimum heilt stóru
handilsketunum
á
konti
nentinum.
Kári
E.
Jacobsen
er
Manager
hjá
Bakkafrost
Processing og Jógvan Martin
Hansen er formaður fyri
deildina í Fuglafirði, har 30
fólk arbeiða.
Góðir møguleikar eru fyri
at víðkað um framleiðsluna
til tvær vaktir, so 60 fólk
kunnu arbeiða á virkinum.
Eins og hini virkini í
Fuglafirði, virkar Bakkafrost
Processing lokalt og handlar
globalt, tað sokallaða glokala
hugtakið.
Bakkafrost
samtakið
brúkar Corporate governance
– “tann góða leiðslan” av
felagnum, so sum at fara væl
um starvsfólk og kundar og
vísa sosiala ábyrgd.
Alt má gerast til tess, so
at virkið vinnur nógvan
pening,
men
samstundis
mennir teir menniskjaligu
eginleikarnar.
Royndir
vísa,
at
gert
tú nógv við hesi bæði fyrr
nevndu ting, so fær man
eitt nógv betri úrslit, enn
man hevði roknað við – tað
sokallaða Human Ressource
Management.
Tað verður arbeiði til
nógvar hendur, um tað fer at
gangast, sum leiðslan vil, og
tað skapar trivnað og gleði í
bygdini.
Fuglfirðingar vilja gera alt
tað, ið teir eru mentir, so tað
fer at gangast felagnum væl.
Bakkafrost Processing –
vælkomin til Fuglafjarðar,
takk
fyri
arbeiðsplássini,
ið tit hava skapt og fara at
skapa.
Dánjal Vang
varaborgarstjóri
Bakkafrost Processing – Vælkomin til Fuglafjarðar!