fríggjadagur 20. januar 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. januar 2012 · Nr. 9
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Um dagarnar frættist, at stór
ur partur av lærarum kennir
strongd. Lærarafelagið ger
vart við, hvussu ónøktandi
tað er, at tey ikki fáa hjálpt
limum sínum nóg væl. Tað
er í tøkum tíma, at ljós verður
varpað á hetta – tí nógvir
føroyingar kenna strongd í
arbeiði sínum.
Sum sosialráðgevi og sum
skeiðhaldari havi eg ofta hitt
fólk, sum kenna seg strongd
ella hava starvsfelagar, leið
arar, vinfólk ella familju sum
eru
sjúkrameldað
vegna
strongd.
Okkum tørvar ein alment
orðaðan starvsfólkapolitikk
viðvíkjandi strongd – kann
ingar aðrastaðni vísa, at
strongd er orsøkin til triðja
hvønn sjúkradag, hví skuldi
tað verið øðrvísi her?
Strongd í krepputíðum
Arbeiðsloysið er og uppsagn
arumfør hava verið á arbeiðs
plássum. Tískil kenna fólk
seg ofta ótrygg í størvum
sínum og tora ikki at siga frá,
um arbeiðsbyrðan gerst ov
møtimikil. Fólk koyra á – til
tey koppa .
Álitisfólk ynskja
strongdarpolitikk
Á skeiðum fyri álitisfólkum,
har tosað eisini hevur verið
um strongd, havi eg mangan
hoyrt orðingar sum hesa:
’Tá talan er um setanir, upp
sagnir, alkohol og mangt
annað – so veit eg nágreiniliga,
hvør mín leiklutur er sum
álitisfólk. Men tá talan er um
strongd, er ilt at meta um.
Hevði ein alment orðaður
starvsfólkapolitikkur verið,
so gjørdist tað nógv meiri
ítøkiligt!’
Haldi
áltisfólkini
lýsa
tørvin so væl, og harumframt
er eingin ivi um, at um ein
starvsfólkapolitikkur
varð
orðaður, gjørdist strongd
nógv minni tabuiserað.
Strongdarpolitikkurin
Hvussu skal slíkur starvs
fólkapolitkkur
orðast?
Um ongar reglur ella leið
beiningar eru, er ógvuliga
tilvildarligt
hvørja
hjálp,
kunning og møguleikar fólk
hava, sum gerast sjúk vegna
strongd. Møguleikar og rætt
indi verða ymisk. Tað veldst
um leiðara, arbeiðspláss og
yrkisfelag.
Um hetta var ein partur
av alment orðaða starvs
fólkapolitikkinum,
kundi
innihaldið eitt nú verið hetta:
•
Hvussu fyribyrgja ar
beiðsplássini strongd?
•
Hvussu hjálpi eg strongda
starvsfelaganum?
•
Hvør er leikluturin hjá
leiðaranum/stjóranum?
•
Hvør er kunningin til
starvsfelagarnar?
•
Hvør er leikluturin hjá
álitisfólkinum?
•
Hvørji rættindi og skyld
ur hevur strongdi starvs
felagin?
•
Hvussu
fær
strongdi
starvsfelagin eina góða
uppliving/
byrjan,
tá
hann/ hon kemur aftur
til arbeiðis?
Til seinasta spurningin er
umráðandi, at tosað verður
um, hvørjar uppgávur kenn
ast kveikjandi, hvørjar eru
møtimiklar. Ella eigur starvs
felagin møguliga at byrja
niðursetta tíð, tá hann/ hon
kemur aftur til arbeiðis? Ein
samrøða um tað at koma aftur
til arbeiðis er ofta skilagóð.
Eingin uppfylging
Tá fólk eru sjúkrameldað er
eingin uppfylging, sum lógin
er í dag. Tað merkir, at fólk
kunnu verða sjúkraskrivað í
fleiri mánaðar uttan at nakar
(burtursæð frá læknanum)
tosar við tey um heilsustøð
una. Tað er ikki nóg gott.
Eingin orðing í sam
gonguskjalinum
Farna valskeið setti Tjóð
veldi
fyrispurningar
um
hesi álvarsmál – einki spurd
ist burturúr. Í samgongu
skjalinum er heldur onki um
hetta á hesum sinni.
Mín vón er tó, at politikarar
síggja samfelagsliga gagnið
av einum slíkum politikki
og fáa sett ferð á ein slíkan
politikk sum skjótast – í
samstarvi við partarnar á
arbeiðsmarknaðinum, um
framt kommunulæknum og
psykitriini.
Góðan arbeiðshug!
Nýggja fólkasjúkan
Bergtóra Høgnadóttir
Undir slagorðunum ”Sam
band við framtíðina” fór
Sambandsflokkurin til løg
tingsval við lyftinum um, at
gera føroyingar enn meira
heftar av donskum veitingum
við at hækka blokkin við 200
mió. kr. Slagorðini ”Samband
við fortíðina” høvdu helst
hóskað betur.
Blokkhækking - frá
óveruligum vallyfti
til samgongutreyt
Hugsaði tá, at hetta var
eitt óveruligt átak frá Sam
bandsflokkinum,
ið
varð
gjørt fyri at tiltala ávísar
sambandsveljarar. Eitt átak,
ið ongantíð fór at vinna sær
politiska undirtøku. Tí allir
flokkar søgdu seg vilja hava
ein
sjálvberandi
búskap,
og hvør av flokkunum á
Løgtingi vildu taka hetta
søguliga stóra afturstigið
á sjálvbjargnisleið ? Tá løg
tingsvalið varð lokið, og
núverandi løgmaður sat við
samráðingarrættinum
at
skipa samgongu, broyttist
støðan. Sambandsflokkurin
slepti
nú
nærum
øllum
krøvum og kravdi bert at
blokkurin varð hækkaður.
Tey, ið tóku undir við hesum,
skuldu fáa nærum tað tey
ynsktu í samgonguskjalið.
Sjálvbjargniskósin
skal steðgast
Orsøkin er, at sjálvbjargnis
kósin skal steðgast.
Ríkisveitingin er í dag
bert 4,6% av okkara føroyska
framleiðsluvirði
BTÚ.
Tá
blokkupphæddin síðan 2002
hevur verið føst og búskapur
okkara støðugt veksur, vil
blokkurin minka sum partur
av okkara búskapi og um fá
ár gerast minni enn 1% av
føroyska búskapinum. Hetta
er ein sannroynd og ein
gongd, ið fleiri politikarar
vilja steðga. Einasti mátin at
steðga hesum er at hækka
blokkin aftur. Hetta er hetta
orsøkin til, at øll orka er løgd
í hesa ætlan frá Sambands
floksins síðu.
Óskiljandi samgongu
meirluti fyri søgu
ligum afturstigi
Tað
serliga
hugvekjandi
og syrgiliga er, at ikki bert
Sambandsflokkurin,
men
eisini Fólkaflokkurin, Mið
flokkurin
og
Sjálvstýris
flokkurin taka nú undir við,
at senda umsókn til donsku
stjórnina
um
at
hækka
føroysku ríkisveitingina við
33%. Ein hækking á heilar
200 mió. kr. Hetta hendir
enntá samsundis sum danska
samfelagið hevur størri hall
pr. íbúgva enn føroyska
samfelagið – og samstundis
sum mett verður, at ráð er
til skattalættar í Føroyum á
265 mió. kr. serliga til hægru
inntøkurnar, og at nýskipanir
í okkara fiskivinnu verða
steðgaðar. Ein óskiljandi og
ómetaliga óvirðilig støða fyri
føroyingar.
Vilja hækka
blokkin við 33%
Nú løgmaður hevur verið á
næsta fundinum saman við
donsku stjórnini um blokk
hækkingina, fekk føroyska
samfelagið greið boð. Tit fáa
ikki 200 mió. kr. – men smáar
9 mió. kr. í blokkhækking.
Hóast ikki heilt nøgdur,
so gleddist løgmaður um
hetta úrslit og boðaði í KVF
frá, at henda økta inntøkan
á 8-9 mió. kr. hevði bjargað
30-40 størvum. Hetta var
ein tann mest undarliga
niðurstøðan. Merkir hetta,
at løgmaður heldur, at flat
skattalættin,
ið
lækkar
skattainntøkur landsins við
265 mió. kr. merkir, at 1031
størv færri verða í føroyska
samfelagnum ?
Steðga nú – áðrenn
skaðin gerst størri
Løgmaður boðaði eisini frá,
at hann framhaldandi fer at
arbeiða fyri at fáa donsku
stjórnina at játta eina hækk
ing av blokkinum á 200
mió. kr.. Síggi longu nú fyri
mær eina langa fundarrøð
komandi mánaðarnar, har
fremsta leiðslan í Føroyum
fer at biðja donsku stjórnina
um meira pening. Helst við
sama úrsliti hvørja ferð.
Fari tí nú - áðrenn skaðin á
okkara trúvirði og sjálvsvirði
gerst enn størri – at heita á
løgmann um sum skjótast at
steðga við hesi royndini, at
fáa samband við fortíðina.
Framtíðar loysnirnar
finnast í Føroyum
Latið okkum í staðin nýta alla
tíð og orku til at seta greið
mál fyri framtíðina, og seta
ferð á nýskipanir av okkara
samfelag – eitt nú okkara
fiskivinnu, kommunum, pen
sjónum, skúlum, fyrisiting og
almanna- og heilsuverki.
Tí tað er í Føroyum at
framtíðar loysnirnar finnast.
Loysnir, ið gera, at vit røkka
einum sjálvbjargnum og
framkomnum Føroyum, ið
ikki eru heftar av donskum
veitingum,
men
heldur
kunnu veita grannalondum
okkara eina hjálpandi hond
um tørvur verður á hesum.
Samband við fortíðina
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi
Hóast ikki heilt nøgdur, so gleddist løg
maður um hetta úrslit og boðaði í KVF frá,
at henda økta inntøkan á 8-9 mió. kr. hevði
bjargað 30-40 størvum. Hetta var ein tann
mest undarliga niðurstøðan. Merkir hetta,
at løgmaður heldur, at flatskattalættin, ið
lækkar skattainntøkur landsins við 265
mió. kr. merkir, at 1031 størv færri verða í
føroyska samfelagnum ?