týsdagur 4. januar 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 1 - 4. januar 2000
S A N S I R · T E L 3 5 5 3 5 5
Annika Joensen, hevur
sagt seg úr starvinum, sum
stjóri á Ferðaráð Føroya
savnsmynd
DAGFINN OLSEN
Útvarpið visti í gjár at siga,
at stjórin í Ferðaráð Føroya
hevur gjørt av at siga seg úr
starvi. Einki var nevnt um
orsøkirnar til, at hon hevur
tikið avgerðina, men hon
segði seg hava rokkið nøkur
av teimmálum, ið hon setti
sær, tá hon tók við starv-
inum sum stjóri á Ferðaráð
Føroya.
Annika Wardum Joensen
tók við starvinum, tá táver-
andi stjórin Johan Morten-
sen tók við starvi hjá Føroya
Arbeiðsgevarafelag.
Stjórin fer frá
Stjórin í Ferðaráð Føroya, Annika
Wardum Joensen, hevur gjørt av at
siga seg úr starvi
Annika Wardum Joensen
sat í áramálsettum starvi, og
gekk sáttmálin út seinni í
ár. Men hóast hon hevur valt
at fara úr starvinum í úrtíð,
so hevur hon játtað at starv-
ast á Ferðaráðnum eina tíð
enn, so hon m.a. kann seta
komandi stjóra inn í viður-
skiftini.
Tað eydnaðist ikki at fáa
eina viðmerking frá Anniku
Wardum Joensen í gjár.
Fyrsti løgtingsfund-
ur 18. januar
JOHN JOHANNESSEN
Formansskapur løgtingsins
hevur gjørt av, at fyrsti løg-
tingsfundurin í ár skal hald-
ast týsdagin 18. februar.
Enn eingin klokkutíð sett
fyri fundin somuleiðis, sum
heldur eingin dagsskrá er
lýst. Hetta verður sambært
heimasíðu løgtingsins tó
gjørt í næstum.
Seinasti løgtingsfundurin
í 1999 varð hildin týsdagin
22. desember klokkan fimm
seinnapartin. Tá vóru tvey
mál á dagsskránni, og var
talan um tvær triðju við-
gerðir.
Hesin løgtingsfundurin
var ikki serliga drúgvur.
Hann var lokin tíggju min-
uttir eftir, at hann var settur.
Fundurin var nevniliga bert
ein avgreiðslufundur, har at-
kvøtt varð við triðju við-
gerð.
Málini, atkvøtt varð um,
vóru tingmál nummar 14/
1999, ið var uppskot til løg-
tingslóg um áseting og javn-
ing av almannaveitingum
og tingmál nummar 25/
1999, ið var uppskot til løg-
tingslóg um uppihald á
stovni og líknandi. Bæði
málini vórðu samtykt við 30
atkvøðum fyri ongari ímóti
og ongari blankari.
Løgtingslimirnir skulu ikki til arbeið-
is aftur fyrr enn 18. januar, men enn
er eingin skrá fastløgd
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
Niclas Johannesen
Yngd: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Vælkomið ár 2000
VIT hava nú gloppað dyrnar inn í ár 2000 og
kaga innar í ta stóru óvissu, sum eitt nýtt 10 ár,
eitt nýtt 100 ár og eitt nýtt 1000 ár hava at bjóða.
Vit fara á hesum týðandi og lutvíst friðaliga veg-
amóti at ynskja øllum okkara viðskiftafólki og
øllum Føroya fólki vælkomin inn í ár 2000 og
ynskja øllum eina góða og trygga framtíð.
HVAT hevur so henda nýggja øldin at bjóða
okkum - ella hvat hava vit at bjóða henni? Talan
er nevniliga bæði um at taka og geva. Og grund-
arlagið undir hesum báðum fevnir um evni og
førleika okkara at handfara tilfeingið, náttúruna
og hvør annan rætt. Hvussu náttúran annars fer
at bera seg at í framtíðini eru vit ikki harrar yvir at
avgera. Tó so at vit eisini kunnu hava ávirkan á,
hvussu Guds skapanarverk lagar seg. Og her
kunnu vit bert sanna orðini hjá fyrrverandi fiska-
sølumanni í Sosialinum á nýggjárinum, har hann
kemur við eini rættiliga álvarsligari og áhuga-
verdari áheitan á okkum føroyingar, nú farið
verður inn í eina nýggja øld. Har appelerar hann
til vit og skil og kenslur okkara um at geva einum
reinum umhvørvi og einum skilagott troyttum
tilfeingi 1. prioritet. Útvarpið hevði sera áhuga-
verda sending nýggjársdag um framtíðina á hes-
um klettum. Samanumtikið varð sendingin merkt
av bjartskygni og varð víst á nógvar gongdar
leiðir at vinna fólki og landi nýggj arbeiðspláss
og inntøkur. Hinvegin varð kanska gjørt í so lítið
burtur úr teimum vandum, sum eru/kunnu vera
fyri framman. Nú er sjálvandi ilt at spáa um
framtíðina, men kortini eiga vit at brúka nógva
orku uppá at forða fyri teimum negativu avleið-
ingunum av framhaldandi virksemi á hesum
oyggjum.
OG í báðum førunum - tá talan er um at síggja
nýggjar møguleikar og at vera varugur við vandar
- er brúk fyri góðum fólki við innliti og sunnum
fornufti. Okkara politikarar eru settir til at umsita
og stýra okkara ynskjum og krøvum til hvør annan
og til umverðina sum so. Men teir hava brúk fyri
serkunleikanum og eisini krittiskum og konstruk-
tivum leikmonnum/fakfólki at vegleiða seg í menn-
ingini av samfelagnum. Vit eiga nógv góð fólk,
men stóra kynstrið er at vilja og duga at brúka
hesi mongu góðu fólk. Tað er at halda teimum til.
Tað krevur, at vit leggja Jantelógina á hillina, at
vit hyggja út um okkum sjálvi, at vit vísa øðrum
við øðrvísi meiningum virðing osfr. Tað krevur so
eisini, at hesi fólki kenna tað sum sína skyldu at
geva sítt íkast til samfelagstjakið/menningina. Og
tað krevur eisini, at vit geva pláss fyri sjónar-
miðjum, sum ganga Róma beint ímót tvs. fólki, ið
eru atfinningarsom móti tí etableraðu skipanini
og teimum stýrandi á øllum hugsandi rókum. Í
farna ári mistu vit tríggjar sera virknar samfelags-
kritikkarar og debatørar,nevniliga Tórmóð Dahl,
John Smith og Karl Nolsøe. Allir vóru teir seregnir
og mettir ójavnt at øðrum. Antin vit kundu taka
undir við teimum ella ikki, so røktu hesir tríggir
sína demokratisku skyldu, nevniliga við at brúka
egnu evni, útbúgving og lívsroyndir til at tjakast
um stórar og álvarsligar samfelagsspurningar. Teir
tordu at seta spurningar og at koma við svarum,
ið ikki altíð vóru so væl móttikin. Vónandi fara vit
í hesi nýggju øldini eisini at seta við onnur, sum
kunnu taka við eftir teir og fullføra teirra verk, ið
hevði sum stevnu at byggja eitt enn betur sam-
felag. Her kunnu fjølmiðlarnir eisini vera við til at
lyfta, og tað skal vera okkara vón, at lesarar
okkara fara at brúka tann karm/forum, sum eitt
nú Sosialurin hevur skapt.
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæri sonur
mín, pápi, abbi og bróðir okkara
HERLUF JOENSEN
ættaður úr Havn
andaðist í heiminum í Oslo 2. jóladag, 65 ára gamal.
Jarðarferðin verður fríggjadagin 7. januar kl. 9.45
í Østre Gravlund, Helsfyr, Oslo.
Fyri tey avvarðandi
Jona
✝
DÁNJAL HØJGAARD
Føroyar sluppu um gáttina
til 21. øld uttan at tað nerv-
aði tær stóru telduskipanin-
ar.
Elektron, SEV, Føroya
Tele og teir almennu stovn-
arnir eru eftir øllum at døma
slopnir snikkaleysir frá árs-
skiftinum. Enn eru heldur
ongar fráboðanir komnar
um brek í stóru telduskip-
anunum í privata vinnulív-
inum.
Hetta upplýsir ár 2000
bólkurin undir landsstýrin-
um, sum hevur fylgt gong-
dini í sambandi við túsund-
ára skiftið.
Vóru tilbúgvin
Orsøkin til at fyritøkur og
stovnar fyribils eru sloppin
so snikkaleys er, at tey hava
tikið 2000-trupulleikan í
álvara og hava búgvið seg
til ársskiftið, verður sagt.
– Tað hevur verið gjørt
eitt stórt arbeiði at forða fyri
2000-trupulleikanum, stað-
festir Hjørdis Gaard, sam-
skipari í ár 2000 bólkinum.
Vanligt nýggjár
Størsti spenningurin hevur
kanska verið um hvussu tað
fór at gangast Elektron, sum
avgreiðir lønarflytingarnar.
Og sum hevur ment sína
egnu telduskipan.
– Hetta ársskiftið hevur
líkst einum og hvørjum øðr-
um ársskifti, og vit hava ikki
staðfest nøkur ár 2000-brek,
Eingin trupulleiki av 2000
Fyribils hava tær stóru telduskipaninar í Føroyum eftir øllum at døma klárað
túsundáraskiftið við ein glans. Tilbúgvingin hevur loyst seg, sigur almenni ár
2000 bólkurin.
sigur Niels Christian Nols-
øe, stjóri í Elektron.
Men allar súður eru ikki
syftar enn. Í gjárkvøldi
skuldu teldurnar á Elektron
standa enn eina roynd, tí tá
fóru fyrstu lønirnar gjøgn-
um skipanina. Og seinni í
hesum
mánaðinum
og
seinni í ár skulu teldurnar
aftur standa sína roynd.
– Men vit hava longu
roynt allar hesar koyringar-
nar, so tað er eingin grund,
at halda at tað verður nakar
trupulleiki.
– Skuldi kortini onkur lítil
trupulleiki hent í kvøld, so
er ikki sannlíkt at nakar fer
at merkja nakað, segði Niels
Christian Nolsøe á miðdegi
í gjár.
Føroya Tele overvað
Sambært Hjørdis Gaard
hevur
telefonsambandið
ikki verið nervað av 2000-
trupulleikum.
– Einasti trupulleikin var,
at millum kl. 00.10 og 00.25
nýggjársnátt var uttanlands-
telefonin yvirbelastað, so at
tað ikki fekst samband. Men
tað var yvirbelastningur,
leggur Hjørdis Gaard dent
á.
Samskiparin sigur, at Før-
oya Tele hevur fyrst og
fremst lagt dent á, at tryggja
telefonsambandið. Harnæst,
at teldurnar duga at halda
skil á og skriva út telefon-
rokningarnar, tá tær koma
fyri í næstum. Og eingin
vandi skuldi verið fyri
skeivum rokningum.
– Føroya Tele hevur
kannað eftir, um avrokning-
arnar eru sum tær skulu
vera, og higartil hava roynd-
irnar verið í lagi, sigur
Hjørdis Gaard.
Teldan vísti 1980
Á SEV hava teldurnar held-
ur ongar trupulleikar havt av
ártúsundskiftinum, sigur
Hjørdis Gaard, sum hevði
samband við SEV nýggjárs-
nátt.
Á Landsverksfrøðings-
stovninum var tó onkur
telda, sum ikki megnaði
skiftið til 2000, sigur sam-
skiparin. Men eftir øllum at
døma var brekið lítið og lætt
at rætta.
– Teldan vísti árstalið
1980. Har fór mann so bara
inn í datoskipanina og trýsti
2000 í staðin, sigur Hjørdis
Gaard.
Privata vinnulívið
Ár 2000 bólkurin undir
landsstýrinum hevur eisini
havt samband við privatar
KT-veitarar. Og fyribils eru
heldur eingi tekin um, at
privata vinnulívið í Føroy-
um er nervað av 2000-trup-
ulleikanum.
– Men enn er ov stutt frá-
liðið, at siga nakað við
vissu. Flestu starvsfólkini
eru ikki farin til arbeiðis fyrr
enn í morgun. So er okkurt
brek kemur tað kanska ikki
til sjóndar fyrr enn seinni í
vikuni, segði Hjørdis Gaard
á miðdegi í gjár.
Hóast nógv var talað um tað frammanundan, so er enn eingin í Føroyum, ella aðrastaðn i í heiminum fyri tann skuld,
sum hevur sæð nakað til 2000 trupulleikan, tíbetur
(tilvildarliga vald mynd)