Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. januar 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 1 - 4. januar 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 1 - 4. januar 2000 Fekk stóran skaða Friðarligt í Havn á nýggjárinum Tað hevur sum heild verið sera friðarligt í Havn á nýggj- árinum. Talan var bert um smærri tilburðir, sigur Súni Winther støðleiðari í Havn Sløkkiliðið í Havn lítið at gera um ársskiftið Sløkkiliðið í Havn hevði óvanliga lítið at gera um ársskiftið. Onki frættist um brandskaðar ella skaðar av fýrverki annars, sigur varaleiðarin á sløkkiliðs- støðini í Havn, Kartni Jacobsen Ein smádrongur í Leirvík fekk stóran skaða, tá rakettin hann stóð við í hondini brádliga brast. Av løgreglustøðini í Runavík frætta vit annars, at talan var um eitt rokaligt nýggjár JÁKUP BOGI JOENSEN - Tað letur til, at fólk hava tikið ávaringarnar um nýtslu av fýrverki í størsta álvara. Hetta sigur varaleið- arin hjá Tórshavnar sløkki- liði, Kartni Jacobsen, við Sosialin. Heili tíggju mans vóru til arbeiðis á sløkkiliðsstøðini í Havn nýggjársaftan, men Kartni Jacobsen vísir tó á, at hetta var meira fyri at tryggja seg móti tí so nógv umrødda ár 2000 trupul- leikanum. - Vit høvdu óvanliga lítið at gera, og eg má siga, at hetta var eitt nýggjár av teimum heilt frægu. Vit fingu ikki eina uppringing, og sum heild haldi eg, at fólk hava ansa sær meira hesaferð enn seinastu árini, tá talan kemur til fýrverk, sigur Kartni Jacobsen. Eini hús á Argjum fóru illa um nýggjársskiftið, men Kartni Jacobsen sigur við Sosialin, at húsini vóru ov illa sikraði, og tí ikki stóðu til at bjarga. Varaleiðarin á sløkkiliðs- støðini í Havn sigur, at teir hava ikki frætt um nakrar skaðar runt um landi, sum kunnu setast í samband við nýggjárshaldið. Av sløkkiliðsstøðini frætta vit annars, at teir komu inn í nýggja árið á besta hátt. - Vit vóru tíggju mans til arbeiðis og saman við kon- um og børnum okkara, høvdu vit ein góðan døg- urða á støðini, og aftaná skutu vit eitt sindur av fýr- verki. Jú, vit høvdu eina hugnaliga løtu saman, og alt gekk upp á stás, sigur Kartni Jacobsen, varaleiðari á sløkkiliðsstøðini í Havn. JÁKUP BOGI JOENSEN Nýggjárshaldið í Eystur- oynni hevur verið eitt sind- ur meira rokaligt enn aðra- staðni í landinum. Størsta óhappið hendi í Leirvík, har ein smádrong- ur fekk stóran skaða í hondina. Júst sum hann var farin at rigga seg til, sprongdist rakettin hann stóð við í hondini. Drong- urin, sum við skundi var fluttur suður til Havnar, hevur mist eitt petti av ein- um fingri. Av løgreglustøðini í Runavík frætta vit, at teir hava havt úr at gera. Nýggjársaftan fekk løg- reglan fráboðan um innbrot á bókasavninum í Fugla- firði, har tveir rútar vóru brotnaðir. Nýggjársnátt var løgregl- an boðsend, tí húsaófriður valdaði í Skálabotni. Eisini vóru tveir rútar brotnaðir í einum pylsu- vogni, og ein jakki varð stolin í dansinum í Runa- vík. Ein var tikin fyri at koyra við kenning. JÁKUP BOGI JOENSEN Tað hevur verið sera friðar- ligt um ársskiftið. Av løgreglustøðini í Havn frætta vit, at talan bert var um smærri tilburðir. Ein rútur brotnaði í eysturbý- num, tá fýrverk varð kastað inn í hann. Nýggjársnátt var løgreglan í Havn tó boðsend tríggjar ferðir vegna húsa- ófrið, og uttan fyri róðrar- neystið á Argjum, komu fólk til hjálpar, tá tveir mans fóru til hendurs. Súni Winther, støðleiðari í Havn sigur við Sosialin, at talan sum heild var um eitt sera friðarligt nýggjárs- hald. Sosialurin frættir annars, at talan í flestu býum og bygdum hevur verið um eitt gott og friðarligt nýggjár. THE DUBLINERS Aldarinnar konsert 8. januar 2000 í høllini á Hálsi. Stu›la tiltakinum hava: Hestprent • Atlantic Airways • Føroya Bjór Sølustø›ini eru hesi: Nor›oyggjar: Statoilstø›in í Klaksvík Kioskin hjá Ann Eysturoy: Shellstø›in í Gøtudali Statoilstø›in í Skálabotni Streymoy: Shellstø›in í Vestmanna Kunningarstovan í Havn 3´arin í SMS Sandoy: Shellstø›in á Sandi Su›uroy: Shellstø›in á Tvøroyri Shellstø›in á Bakka í Vagi Nólsoy: Matvørubú›in Alive Music Lønirnar í Havnini eru tríggjar ferðir so høgar sum í Suðuroy Ein nýggj kann- ing vísir, hvussu grefligur munurin er á livikorunum í Suðuroynni aft- urímóti aðra- staðni í landin- um. Eitt nú eru miðal lønirnar fyri hvørt fólk tríggjar ferðir hægri í Suður- streymoy, enn tær eru í Suðuroynni ÁKI BERTHOLDSEN – Skal Suðuroynni verða lív lagað, er tað neyðugt at seta tiltøk í verk í stundini. Hetta er tann stutta og greiða niðurstøðan hjá fýra studentaskúlanæmingum í Suðuroynni. Teir fýra næmingarnir í 3 G, sum er tað seinasta árið á studentaskúlanum, hava gjørt eina uppgávu, sum vísir, hvussu grefligur mun- ur er á ymsum viðurskiftum í ymsum landspørtum í Før- oyum. Kanningin er bygd á upp- lýsingar úr Árbókini fyri Føroyar og á tilfar frá Hag- stovu Føroya, umframt aðrastaðni frá. Eitt nú vísa teir á gongd- ina í fólkatalinum, inntøku- viðurskiftini o.s. fr. – Saman við sváru krepp- uni hevur flytingin til mið- staðarøkið ført til eina stig- vísa oyðing av útjaðaranum, siga teir fýra næmingarnir, Rakul Vang, Debora Hjelm, Elin Mortensen og Rúni Nielsen, sum hava gjørt kanningina við Ole Laur- sen, lærara, sum vegleiðara. Tey siga, at endamálið við uppgávuni er at lýsa støð- una í ymsum pørtum í land- inum við veruligum tølum. Fyri at lýsa støðuna, hava tey samanborið ymisk við- Talva 1: Hendan talvan vísir gongdina í fólkatalinum ymsastaðni í landinum, og sum tað sæst, er Suðuroyggin fullkomiliga smokkað niður ímillum. Í 1930 búði 22,8%, ella næstan fjórðihvør føroyingur í Suðuroynni. Nú býr bara níggjundi hvør føroyingur í Suðuroy- 11,2%. Samstundis hava bæði Eysturoy og Norðoyggjar hildið tørn. Gongdin í Suðurstreymoy talar fyri seg Talva 2: Hendan talvan vísir munin á miðal lønunum í Norðoyggjum, Suðuroynni og í Suðurstreymoy. Í miðal eru lønirnar fyri hvørt fólk yvir 152.600 krónur. Í Suðuroy er miðallønin ikki meiri enn næstan 52.500 krónur fyri hvørt fólk. Talva 3: Hend talvan vísir samlaðu lønarúgjaldingarnar í ymsum pørtum í Føroyum tey fýra árini frá 1995 til 1998. Sum tað sæst er bara vøksturin í Suðurstreymoy næstan líka stórur sum samlaðu lønarútgjaldingarnar í Norðoyggjum talinum ymsastaðni í land- inum tað mesta av hesi øld- ini. Og sum tað sæst hevur Suðuroyggin als ikki megn- að at fylgt við restini av landinum. Talvan vísir, at í 1930 búðu 22,8% av øllum før- oyingum í Suðuroynni, tað er næstan fjórðahvørt fólk. Men nú búgva ikki meiri enn 11,2% av føroyingum í Í kanningini verður víst á, at ikki minst kreppuárini frá 1989 til 1995 fóru illa við Suðuroynni, tí bara hesi seks árini minkaði fólka- talið í okkara syðstu oyggj heili 13%. Og gongdin tey fýraárini frá 1995 til 1998, hevur eisini verið nøkur prosent tann skeiva vegin. Tølini fyri 1999 var ikki liðug, tá ið kanningin varð gjørd, so tey eru ikki tikin sæst eina best av talvu 2, sum vísir, hvussu stórur munur er á lønarút- gjaldingunum fyri hvørt fólk í ymsum pørtum í land- inum. Tí hendan talvan vísir, at lønarútgjaldingarnar fyri hvørt fólk, eru tríggjar ferðir so høgar í Suðurstreymioy, sum tær eru í Suðuroynni. Og tær eru eisini væl lægri í Suðuroynni, enn tær ar, har 5.787 fólk búðu, Eysturoynna við 9.934 fólk- um og Suðurstreymoy við sínum 16.385 fólkum. Tey hava ikki nakra upp- skrift uppá, hvat kann gerast fyri at venda gongdini. Men við tølum og mynd- um vísa tey á, hvar tað er mest átrokandi at seta tiltøk í verk skal gongdin vendast. Og tað er heilt greitt, at Suðuroyggin er nógv ring- eru í Norðoyggjum. Talvan vísir, at í Suður- streymoy er miðallønin fyri hvørt fólk 152.615,20 krón- ur um árið. Í Suðuroynni er miðal- lønin fyri hvørt fólk hinveg- in ikki meiri enn 52.513,07 krónur. Í Norðoyggjum er hon 65.560,74 krónur. Ongin tøl eru fyri Eyst- uroynna um lønarviður- skiftini, tí í Árbókini eru hon ikki tikin undir einum. Kanningin hjá teimum fýra studentaskúlanæming- unum vísir eisini, at frá 1995 til il 1998, er lønarút- gjaldið í Suðurstreymoy hækkað 342 milliónir til- samans í rundum tølum. Í Norðoyggjum er hækk- ingin 11 milliónir, í Megin- eysturoy 215 milliónir og í Suðuroynni eru lønarút- gjaldingarnar hækkaðar 98 milliónir tey fýra árini frá 1995 til 1998. Og sum tað sæst, er vøksturin í Suðurstreymoy so stórur, at hann er størri enn vøksturin í hinum trim- um økjunum tilsamans. Og bara hækkingin í løn- arútgjaldingunum í Suður- streymoy er næstan líka stór sum allar lønarútgjalding- arnar Norðoyggjum tilsam- ans, tí í Norðoyggjum vóru 379,4 milliónir útgoldnar í lønum í fjør, og bara vøkst- urin í Havnini er 341,9 milliónir tey fýra árini frá 1995 til 1998. Hetta kann eisini setast í sambandi við fólkatalið. Og tá sæst, at hóast tað „bara“ býr gott tríggjar ferðir so nógv fólk í Suðurstreymoy, sum tað býr í Suðuroynni, eru lønarútgjaldingarnar í Suðurstreymoy næstan 10 ferðir so høgar um árið, sum tær eru í Suðuroynni. Vit hava meiri um tað for- vitnisligu kanningina hjá studentaskúlanæmingun- um á Miðnámsskúlanum í Suðuroynni í blaðnum í morgin við í kanningina. Men tey høvdu ikki broytt myndina Øgiligur munur á lønini Men hvussu illa Suður- oyggin veruliga er fyri aft- urímóti restini av landinum, Suðuroynni, tað er ikki meiri enn níggjundahvørt fólk. Samstundis hava bæði Norðoyggjar og Eysturoy hildið tørn sum sín part av fólkatalinum. ast fyri av hesum fýra økj- unum, sum verða viðgjørd í kanningini. Minkaði 13% Á talvu eitt sæst, hvussu gongdin hevur verið í fólka- urskifti í trimum pørtum í Føroyum afturímóti Suður- streymoy. Talan er um Suðuroynna, har 4.974 fólk búðu beint fyri jól, tá ið kanningin varð gjørd, umframt Norðoyggj- Hava lakt lok á Suðuroyar Sjúkrahús ÁKI BERTHOLDSEN Tey yvir 100 fólkini, sum tilsamans arbeiða á Suð- uroyar Sjúkrahúsi komu inn í ta nýggju øldina í líka stórari óvissu, sum tey fóru úr teirri gomlu øldini. Tí enn er onki avgjørt um, hvør lagnan verður hjá sjúkrahúsinum, eftir at løgtingið ikki vildi hækka játtina so nógv, sum leiðslan á sjúkrahúsin- um segði var neyðugt fyri at tað skuldi bera til at varð- veita sjúkrahúsið í 2000 á sama støði sum í fjør. Fundur hevur verið ímill- um umboð fyri almanna og heilsumálastýrið og leiðsl- una á sjúkrahúsinum um støðuna, men partarnir eru samdir um at halda tætt til eitt úrslit fyriliggur Leiðslan á sjúkrahúsinum hevur víst á, at skuldi sjúkrahúsið varðveitast á sama støði, sum í fjør, var tað neyðugt at løgtingið játt- aði tvær milliónir meiri enn tað gjørdi. Men tað vildi tingið ikki. Og avleiðingin av tí er, at ímillum 12 og 16 fólk mugu sigast upp. Fólk hava so langa uppsagnartíð, tey flestu 3-6 mánaðir og tí er tað neyðugt at siga so nógv- um fólkum upp fyri at halda játtanina, tí sjúkrahúsið verður ikki leyst av fólki fyrrenn í fyrsta lagi einaferð í vár ella í summar, og so- statt skal alt sparast in uppá 3/4 til 1/2 ár. Tilsamans eru 67, 2 full- tíðarstørv á Suðuroyar Sjúkrahúsi og talan er so- statt um at siga 20-25 av størvunum upp. Og so kann sjúkrahúsið ikki virka sum sjúkrahús longur, hevur annar yvirlæknin á sjúkra- húsinum, Bogi Djurhuus, áður sagt fyri Sosialinum og sjálvur mátti hann umhugsa sína framtíð á sjúkrahúsin- um. Leiðslan á sjúkrahús- inum hevur eisini boðað frá, at talan er um so ógvuligsar sparingar, at tað kann ikki gerast við at siga einstøkum fólkum upp. Tí skal játtanin haldast, er tað neyðugt at taka heilar funktiónir av. Og tað er ein uppgáva, sum landsstýrið sjálvt má taka støði til, hvørjar funktiónir skulu takast av. Fyri jól fekk leiðslan á sjúkrahúsinum boð frá almanna og heilsumálastýrinum um ikki at seta nøkur tiltøk í verk, fyrrenn fundur hevði verið ímillum sjúkrahúsið og almanna og heilsumálastýrið. Tann fundurin var ímillum jól og nýggjár, men partarnir eru samdir um onki at siga enn.