Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. januar 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

TERJI NIELSEN Á kunnandi limafundi á Hotel Føroyum seinasta mikukvøld, legði nevndin í Havnar Handverkarafelag nýggju pensiónsskipanina, sum felagið sjálvt hevur greitt úr hondum, fram fyri limum sínum. Inngjaldið verður óbroytt Í høvuðsheitinum kann sig- ast, at nýggja skipanin fer at løna seg betur fyri tann einstaka handverkaran, tá ið hann fer á pensión. Hóast nýggja skipanin gevur tí einstaka handverk- aranum meiri í pensión, so merkir hetta ikki, at limirnir í Havnar Handverkarafelag skulu gjalda meiri í pen- siónskassan. Inngjaldið verður óbroytt; tað vil siga, at arbeiðsgevarin rindar 2%, meðan handverkarafelagið somuleiðis rindar 2%, altso 4% íalt. Útrokningar hjá arbeiðs- bólkinum vísa, at varisliga mett kann ein limur, sum umvegis tey 4% rindar 4.000 krónur í nýggju pen- siónsskipanina um árið, fáa peningin aftur fýrafaldaðan, tá ið hann gerst pensionist. Tað vil siga 16.000 krónur. Um limurin hevur høgan ancennitet, tað vil siga, um hann hevur verið leingi við í skipanini, so veksur upp- hæddin munandi. Solidarisk skipan Nevndin í Havnar Hand- verkarafelag vísir á, at skip- anin er solidarisk. Tað merkir, at allir limir gjalda 4.000 krónur í skipanina um árið. Hjá teimum flestu lim- unum í felagnum fara tey 4%, sum verða goldin í pen- siónskassar, væl upp um tær 4.000 krónurnar, og í slík- um førum fer hvørt oyra, sum verður goldið meiri enn 4.000 krónur, í eina kapitalpensión. Nýggja solidariska skip- anin kemur at virka á tann hátt, at tá ið handverkarin gerst pensionist, fer hann at fáa eina fasta upphædd hvønn mánað, so leingi sum hann livir. Alt eftir hvussu stóran ancennitet, ið hand- verkarin hevur í skipanini, gerst mánaðarliga pensiónin hjá honum, men tað er ikki óhugsandi, at í miðal fer ein pensioneraður handverkari at fáa eini 3.000 krónur aftr- at fólkapensiónini útgoldnar frá skipanini hvønn mánað. Við at hava bæði nýggju pensiónsskipanina umframt vanligu kapitalpensíonina hjá handverkarafelagnum, fer handverkarin at vera væl fyri, tá ið hann verður pensioneraður. Hann fær ein posa við pengum frá kap- italpensiónini, umframt at hann fer at fáa eina fasta upphædd hvønn mánað. Arvarættindini eru eisini tryggjað Sum nakað heilt nýtt, hevur Havnar Handverkarafelag tilevnað nýggju pensións- skipanina soleiðis, at hon er arvatryggjað í heili 10 ár. Hetta merkir, at um tann pensioneraði handverkarin doyr 2 ár eftir, at hann er farin á pensión, so arvar konan ella onnur av hansara nærmastu pensiónsútgjaldið tey næstu átta árini. Hetta er nakað heilt nýtt í føroysk- um pensiónsviðurskiftum. Somuleiðis er hetta heilt nýtt í Norðanlondum, og sambært formanninum í Havnar Handverkarafelag, Eyðfinni Petersen, er nýggja pensiónsskipanin tann fyrsta arvatryggjaða í Norðanlondum. Orsøkin til, at nýggja skipanin kann bera seg við so mikið høgum upphædd- um, er tann, at Havnar Handverkarafelag upprætt- ar ein grunn til skipanina, sum fær eitt stovnsfæ frá felagnum, sum fer at liggja um hálvafimtu millión krónur. Rentirnar av hesi stóru upphædd fáa skip- Havnar Handverkarafelag aðalfund: Tilevnað forkunnuga pensiónsskipan Eftir tvey ára fyrireikingararbeiði, hevur ein arbeiðsbólk- ur hjá Havnar Handverkarafelag tilevnað eina nýggja og slóðbrótandi pensiónsskipan, sum hevur so nógvar fyri- munir, at fleiri fakfeløg í grannalondum okkara hava víst henni sera stóran áhuga anina til at bera seg. Hjá summum kann tað kanska tykjast eitt sindur løgið, at teir eldru limirnir í Havnar Handverkarafelag fyrstu árini fara at fáa meiri útgoldið frá nýggju pen- siónsskipanini, enn teir yngru gjalda inn, men í ver- uleikanum er tað so, at teir eldru bert fáa eitt sindur aft- ur av tí stovnsfæ, sum teir sjálvir hava verið við til at gjalda. Alt er føroyskt framleitt Tað serliga við hesi nýggju pensiónsskipanini hjá Havnar Handverkarafelag er, at øll skipanin, sum hon er, er føroysk framleiðsla. Sjálvt hugskotið til skipan- ina, bygnaðurin av skipan- ini, og enntá teldubókhalds- skipanin, ið nýtast skal til pensiónirnar, er framleidd í Føroyum. Tað er Vision Software í Klaksvík, sum hevur framleitt telduskip- anina. Eyðfinnn Petersen, for- maður í Havnar Handverk- arafelag, sigur, at teir eru sera ernir av skipanini, og hann sigur, at advokaturin hjá felagnum, Óla Jákup Kristoffersen, eigur sín stóra part av æruni fyri nýggju pensiónsskipanina hjá handverkarunum í høv- uðsstaðnum. Eftir at nevndin í Havnar Handverkarafelag hevði kunnað limirnar um nýggju skipanina, var stovnandi að- alfundur av pensiónsgrunn- inum, sum fer at vera rætt- uliga atskiltur frá øllum øðr- um aktiviteti hjá Havnar Handverkarafelag. Aðal- fundurin samtykti einmælt at seta á stovn pensións- grunnin, og fyrsta nevndin hjá grunninum bleiv eisini vald. Í hana komu Tummas Kjærbo, Bjarni Petursson, Eli Brimsvík, Jens Meitil- berg og Eyðfinn Petersen. Fleiri av hesum høvdu verið við í arbeiðsbólkinum, sum hevði tilevnað pens- iónsskipanina, og tað vóru eingi onnur valevni til nevndina. Nýggja pensiónsskipanin hjá Havnar Handverkarafelag hevur vakt so stóran ans í granna- londum okkara, at fleiri útlendsk fakfeløg hava víst skipanini áhuga Mynd: 7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 1 - 4. januar 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 1 - 4. januar 2000 Skipað verður fyri skeiði í innaneftirliti. Skeiðið er í trimum eindum. Til ber at melda seg til eina, tvær ella tríggjar eindirnar. Pláss er fyri 20 luttakarum á hvørjari eind. Eind 1: Heilsufrøðilig viðurskifti 31. jan., 1. og 2. febr. 2000 Eind 2: HACCP 14., 15. og 16. febr. 2000 Eind 3: Íverksetan og viðlíkahald av innaneftirlitinum 28. og 29. febr. og 1. mars 2000 Málbólkur: Stjórar, góðskuleiðarar og starvsfólk, ið saman við góðskuleiðaranum hava ein virknan leiklut í inn- aneftirlitsarbeiðinum á fiskavirkjum, kryvjivirkjum, verksmiðjuskipum o.ø. Undirvísarar: Serfrøðingar í innaneftirliti. Stað: Hotel Føroyar í Havn, allar dagar kl. 9.00-17.00. Skeið- Kr. 3.000 fyri hvørja eind (verður kravt inn undan kostnaður: skeiðinum) Próvtøka: Skipað verður fyri próvtøku í øllum trimum eindunum eftir lokið skeið. Frálæran fevnir m.a. um: Smáverulívfrøði, framleiðsluumhvørvið, reingerð, sjálvrøkt, vanda- málsgreining, góðskuskoðan, skjalastýring, uppbygging og íverk- setan av innaneftirliti. Freistin at boða frá luttøku er 19. januar 2000. Tilmelding fer fram við at ringja til Fiskivinnuskúlan á tlf. 424573, ella um teldupost: fiskvest@fiskvest.fo. Til ber eisini at senda ella faxa okkum innskriv- ingarseðilin niðanfyri. Tilmelding er bindandi. Skeiðið er treytað av nóg stórari undirtøku. Fiskivinnuskúlin Postrúm 96, 350 Vestmanna Tlf. 424573 - Fax 424428 Skeið í innaneftirliti Innskrivingarseðil til skeið í innaneftirliti Eind 1: ___ Set kross Eind 2: ___ Set kross Eind 3: ___ Set kross Eftirnavn: Føðingardagur: Fornavn: Starv/arbeiðspláss: Gøta: Tlf. arbeiði: Postnr./stað: Tlf. heima: Teldupostur: Gjaldari: ✁ Dánjal Højgaard Leikurin hjá Gullu Øre- gaard og Óla Petersen er ein fer› gjøgnum kreppuna í 90 -unum. Ein sorgarleikur, sum kortini ikki er syrgilig- ur, tí at hann ver›ur borin uppi av humori og satiru, sum vi›hvørt er bítandi hvøss. Kabarettin er ein bland- ingur av sjónleiki og sangleiki. Talan er um brot, smáar sketjur, sum ein frásøgu- ma›ur - ein íspegil - skal binda saman í eina heild. 90-ini og kreppan Leikurin sigur søguna um familjunar, sum noyddust at r‡ma frá húsi og heimi. Um tann hjartaleysa kapitalistin og ríkmannafamiljuna, sum fer á skíferiu til Eysturríkis í gyltum gullbúnum, men fer so syrgiliga av døgum í fer›sluvanlukku. Vit hitta drykkjumannin, sum hokn- ar undir byr›uni og politik- ararnar, i› høvdu ábyrgdina. Frásøgnin er merkt av or›knøppu vi›merkingu- num hjá Óla P. Í mongum førum er frásøgnin flutt í tí› og sta›i›, sum t.d. tá vit síggja politikararnar verja seg mótvegis fólkinum. Her eru høvundarnir eftir øllum at døma farnir heilt aftur í rómverjatí›ina, og í hesum broti hevur leikurin ein farra av Jesus Christ Superstar yvir sær. Strikurnar hjá Óla Strikurnar hjá Óla P. síggj- ast aftur í leikinum. Inn ímillum eru brot, sum næst- an kundu sta›i› á baksí›uni á Sosialinum. Og tú kennir typurnar aftur. Føroyingin í posatroyggju. Keppin. Ball- i› í munnklovanum. Og so Balleba, sum allatí›ina kemur bóltandi inn á pallin. Tónleikurin er eisini ein t‡dningarmikil táttur í Cabarét Óli P - ár 2000 á veg. Leikurin byrjar vi› einum samtí›arkvæ›i, sum Jógvan Bærentsen hev- ur yrkt og Knút Olsen hevur sett lag til. Haraftruat er annar nútímans tónleikur og a›ir tekstir eftir Gunnar Hoydal, Una Arge, Martin Joensen og Knút Olsen. Og sum vera man eru dansigentur vi› í eini caba- rét. Og tá beinini speika upp ímóti R.C Effersøe kennist ta› sum at Sjónleikarahúsi› er blivi› til eina western- salong. Cabarét Óli P - ár 2000 á veg særir ongan og peikar ikki á ávísar syndabukkar. Her eru øll meira ella minni offur. Speiskt sprell Sjónleikara- húsi› byrja›i n‡ggja túsundári› vi› álvarsemi. Cabarét Óli P. - ár 2000 ár veg er eingin Ólavssøku- ella studenta- kabarett. Kabarettin er ein bland- ingur av sjónleiki og sangleiki.