Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. januar 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 1 - 4. januar 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 1 - 4. januar 2000 Góð nýggjársgáva frá foreldrum til lesandi uttanlands... Ella vilt tú vita hvat hendir á pappírinum... Tíðindablaðið sosialurin Box 76 110 Tórshavn ÓKEYPIS Sosialurin rindar postgjaldið 64 Send lepan til Tíðindablaðið Sosialin Móttakari: Navn: Búst.: Postnr., bygd/býur: Rokning skal sendast til: Navn: Búst.: Postnr., bygd/ býur: Undirskrift: ❑ Haldaragjaldi í Europa ❑ Haldaragjaldi til Internetið Um talan er um eitt internethald, skal e-mailadressan hjá móttakaranum skrivast her: Skriva títt brúkaranavn og loyniorð. Brúkaranavn: Loyniorð: Góðkenn meg....! Prísur fyri haldaragjald í Europa kr. 490,-/ársf. Ella eitt internethald fyri bert kr. 240,-/ársf. Ymiskir prísir fyri lond uttanfyri Europa, ring og hoyr nærri. Gerst haldari av Sosialinum Gerst haldari av Sosialinum Nýggjár, fýrverk og standmynd Nýggjárshaldið í Vági hevur verið tiltikið í mong ár og nú farið varð inn í ár 2000, var ikki minni gjørt burturúr, enn vanligt. Býráðið bjóðaði til morgunmatarborð og til veitsluna vóru eini 550 gestir DAGFINN OLSEN Í yvir 30 ár hevur Vágsbygd ligið á odda, tá um nýggj- árshlad ræður. Hetta tykist eingin ivi vera um. Og eis- ini við árskiftið 1999/2000 var nógv gjørt burturúr, Aldarskiftið og byrjanin til nýtt túsundáraskeið settu dám á og ljós og buldur ser- merktu vøkru náttarmynd- ina meira enn nakrantíð áð- ur. Útvið hálvan tíma, ella meira, lýsti fyrverk og bál upp í Vági og brestirnir vóru nógvir. Stór skrá Veitsla, skemt, fýrverk og kyndlar og bál hava átt fast- an lut í haldinum í Vági og so var eisini hesaferð. Men longu klokkan 10 tann 31. desember 1999 hevði Vágs Kommuna morgunmatarborð vesturi í VB Húsinum, har eini 800 fólk fingu kaffi, rundstykkir og skrivaðu navn sítt í gestabókina, nú aldamótið nærkaðist. Eftir hetta var standmynd avdúkað í Trýkantinum, sum nýggjársnevndin ogn- aði sær í 1972 og har bál og fýrverk síðani hevur ver- ið. Har er fríðkað um og virkið í Vági, ið ger trol- lemmar, hevur framleitt eina standmynd av trimum monnum við kyndli í hond. Á middegi helt Hans Joen- sen, vanliga róptur Hans í Líðini, røðu og avdúkaði standmyndina. Síðani var eldur festur í teir 3 kyndl- arnar. Henda minnisvarða eiga Vágbingar so til prýðis og minnis. Væntandi verða seinni gøtuljós sett í, har eldur var í kyndlunum. Skemtarar gevast Á kvøldi var stóra veitslan. Vanliga luttaka eini 300 fólk í VB húsinum, men hesaferð varð veitslan flutt í høllina, har eini 550 fólk sóu teir tiltiknu skemtarar- nar, ið hava staðið á palli- num seinastu 30 árini til nýggjársskemt. Robert, Niels Petur, Petur og seinnu árini eisini Arnfinn hava ó- troyttiliga undirhildið og sett dám á við skemti og tættum. Á veitsluni hesa- ferð fingu teir frá fyrireik- arunum Dennis Holm og Búa Dahl heiðursgávu og í hesum sambandi varð spurt, um nakað var í tíð- indunum um, at teir um- hugsa at gevast við skemti- num. Nakað greitt svar samdust teir ikki um, men møguliga hava teir staðið á palli fyri seinastu ferð á nýggjársveitslu. Eisini kokkarnir fingu gávu, eins og maðurin, ið hevur staðið á odda øll ár- ini, Mogens Dahl. Eisini Rúni Brattaberg luttók á veitsluni. Hann sang stykki eftir Mozart, ið Niels Petur Nolsøe hevði føroyska. Ljómur sang við og Dorte Tilma leikaði tan- gentar. Eftir veitsluna, umleið klokkan 22, savnaðust stór og smá til kyndlagongu, sum var longri og stórfingn- ari, enn nakrantíð áður. Kyndlarnir festu í bátin, ið stóð á bálplássinum og Hulduríman varð kvøðin, sum siður er. Klokkan 02:00 var dansur við Hans Jacob og Vinmonnum og gekk dansurin til umleið klokkan 8 tann 1. januar ár 2000.