Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. januar 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 1 - 4. januar 2000 10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 1 - 4. januar 2000 JÁKUP MØRK Bæði á Landssjúkrahúsin- um í Havn, og á sjúkrahús- inum í Klaksvík høvdu tey úr at gera, og tilsamanas sóu 4 fýra nýggir føroyingar dagsins ljóst fyrsta dagin í nýggja túsundáraskeiðnum Seinast í 20. øld Seinasta dagin fyri túsund- áraskifti var tó eisini nakað at gera á Landssjúkrahús- inum, og hálvan annan tíma fyri midnátt, kom seinasti føroyingurin í 20. øld til verðina. Talan var um eina lítla havnardiddu, sum á henda hátt kom at skriva ein lítlan part føroyskari søgu, hóast lítla gentan enn ikki man vera varug við, at so er. Tey bæði erpnu foreldrini at hesi gentu eru Malan Nolsøe Samulsen og Uni Arge. Vanliga hevur tað helst verið soleiðis, at tað hevur verið pápin, sum hevur fjøl- miðlarnir hava hugsað mest um, men í dag noyðist hann so at víkja fyri yngstu dótt- rini, men tað man hann heldur ikki hava nakað í- móti. Frammanundan eiga Ma- lan og Uni fimm ára gomlu Turid, og sum vera man, so var eisini hon sera erpin um økta barnatalið hjá hús- kinum. Eysturoyingar fyrst í Havn Nýggjársdag vóru sum omanfyrinevnt heili trý pinkubørn, sum vildu sleppa framat í Havnini, og í øllum trimum førum var talan um nýggjar eysturoy- ingar, tveir dreingir og eina gentu. Ivaleyst hevur staðið á gomlum nøglum nýggjárs- dag á Landssjúkrahúsinum, tí innan fyri góðar 20 min- uttir, komu tey bæði fyrstu børnini. Klokkan 16.16 fingu Maria og Jens Bech av Skála eina dóttir. Sostatt fekk eldra dóttir teirra eina skjóta føðingardagsgávu, við tað at henda verður 4 ár í dag. Lítla gentan hevði ikki meira enn rópt fyri fyrstu ferð, so var aftur grátur at hoyra á føðideildini, við tað at kl. 16.39 fingu Gunnleyg og Petur Páll Juul av Eiði sítt fimta barn. Talan varð um ein lítla beiggja, sum longu nú hevur 4 systkin. Beint fyri midnátt kom so seinasta nýggjársbarnið í hesum umfarinum, tá Linda Debes av Oyri átti eitt dreingjabarn. Hon hevði annars saman við manni- num, Dánjal, bíða í nakrar Fimm ára gamla Turid sæst her saman við lítlu systur sínari. Ikki man hon hugsa um, at hon gjørdist seinasti føroyingurin í 20. øld Mynd: Jens Kr. Vang Seinasta barnið var úr Havn Nýføddu børnini munnu enn ikki hava fingið skil á degi og klokku, men hóast tað, so var talan helst um eitt sindur av føroyskari søgu, tá seinasti føroyingurin í farnu øld og fyrstu føroyingarnir í inniverandi øld sóu dagsins ljós Martina Steffensen úr Klaksvík, sum nýggjársdag átti fyrsta norðoying í nýggja túsundáraskeiðnum Fyrstu børnini á Lands- sjúkrahúsinum vóru øll eyst- uroyingar. Frá vinstru eru tað Linda Debes av Oyri og Gunnleyg Juul av Eiði við hvør sínum dreingjabarni, ímeðan Maria Bech av Skála sæst uttast til høgru við dóttur sínari Mynd: Jens Kr. Vang dagar, við tað at hon var sett til at eiga jólaaftan. Sostatt varð lítli drongurin nakrar dagar og eitt túsundáraskifti ov seinur, men hetta man helst ikki gera gleðini hjá foreldrum hansara minni. Bíðaðu ein dag Norðuri á Klaksvíkar Sjúkrahúsið slapp einki barn fram at fyrsta dagin í árinum, men næsta dagin í hesum túsundáraskeiðnum bar tó til, tá fyrsti norðoy- ingurin í hesari øldini kom í heimin. Tá vildi ein lítil Klaks- víksdama ikki bíða longri, og fyrstu foreldrini í Norð- oyggjum hetta túsundára- skeiðið gjørdust tískil Mart- ina Steffensen og Óli Han- sen úr Klaksvík. Frammanundan hava tey eina gentu, sum nú gongur á triðja ári, og saman við foreldrinum kann hon so- statt fegnast um nýggja fa- miljulimin. Sum nevnt, so munnu pink- ubørnini tó enn ikki vera varug við, at júst teirra føð- ingar hava ein feril av søgu yvir sær. Uttan mun til føðingardag skal undirritaði tó enda við at ynskja tykkum øllum at vera væl komin í heimin.. Mynd: Símun av Høvdanum DAGFINN OLSEN MYNDIR: HERI MORTEN- SEN Tað eru tvey glað og errin foreldur, ið kunnu siga seg at vera foreldur at fyrsta føroyingi í ár 2000. Harvið fyrsta føroyingi í hesi øld- ini og ártúsindinum. Klokkan 04:20 tann 1. januar ár 2000 fingu Thom- ar Hermansen av Tvøroyri og Guðrun Debes úr Por- keri ein son. Framman- undan eiga tey dóttrina Bjørt, ið er tvey og eitt hálvt ára gomul. Alt gekk, sum tað skuldi, tá fyrsti føroyingur ár 2000 kom í verðina. Drongurin vigaði 3700 gram og var 53 cm langur. Mamman og pápin, Tho- mar og Guðrun, eru fødd fødd ávíkavist í 1971 og 1976. Yvir tíðina Guðrun var sett at eiga tann 26. desember 1999, so hon hevur gingið nakað yvir tíð- ina. Eisini gekk hon leingi við verkjum, men nýggjárs- morgun átti hon. Thomar Hermansen er fá- mæltur og ger ikki nógv burturúr, men tað skilst, at eins og tey bæði foreldrini og stóra systurin, so er eisini restin av familjuni fegin. Á vitjan á sjúkrahúsinum hava bæði abbar, ommur og lang- abbi og langoamma verið og heilsa uppá. Men so mikið skilst á Thomar, at alt hetta við fyrsta føroyingi í ár 2000 var ikki ætlað frammanund- an. - Í hvussu er ikki uppá dagin, leggur hann afturat. Foreldur og familja eru glað og errin, men gera einki stórvegis burturúr. Heldur ikki hava tey frætt um, at nakað verður gjørt burturúr hesum frá aðrari Ikki ætlað uppá dagin Klokkan 04:20 sá fyrsti føroyingur í ár 2000 dagsins ljós. Hetta hendi á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Burðartølini hava annars verið órógvandi lág í oynni. Hvussu er og ikki, so gjørdist tað samstarv millum Porkeri og Tvøroyri, ið endaði við fyrsta føroyingi í hesi øldini og ártúsindinum, men hetta var ikki ætlað frammanundan, í hvussu er ikki uppá dagin, frættist av Tvøroyri síðu, sigur Thomar, tá spurt verður, um t.d. kommunan ger nakað burturúr. Hann heldur, at hevði tað kanska verið í Havn, so hevði kanska okkurt verið gjørt burturúr og eftir tí hann hevur frætt, so er ikki langt frá, at tey har so smátt vóru til reiðar, um nakað skuldi hent. Hann hevur ikki prátað við so nógv fólk enn, hevur mest verið á sjúkrahúsinum, Bæði ommur og abbar og langabbi og langomma hava verið og heilsa uppá á Suð- uroyar Sjúkrahúsi. Fyrsti føroyingur ár 2000 og foreldrini Guðrun Debes og Tho- mar Hermansen og stórasysturin Bjørt. Omma og abbi, Bethina og Herjálvur Her- mansen og langabbi og langomma, Thorbjørn (Tobbin) og Oddvør Hermansen so enn veit hann ikki so nógv at siga um, hvussu fólk hava tikið ímótið tíð- indinum um suðuroyingin, ið gjørdist fyrsti føroyingur í øldini. Men Thomar væntar, at tá hetta hevur verið fjølmiðl- unum, so fara fólk kanska at vita meira og fara at siga meira. Sosialurin ynskir tillukku og alt tað besta framyvir. DAGFINN OLSEN - Mítt ynski er alt tað besta fyri framtíðina og tillukku, sigur Heri M. Mortensen, tá hann sum býráðslimur á Tvøroyri verður spurdur um eina viðmerking, nú fyrsti føroyingur í ár 2000 skal búleikast har. Men hann leggur afturat, at tað er stór avbjóðing at fara inn í nýggja øld, tí so sera nógv er hent í farnu øld. - Skal ein sum eg, brátt seksti ára gamal, meta um, so dugir ein ikki at hugsa sær, at líka nógv skal henda nú. Alt er uppfunnið, bilar, tok, teldur og rakettir. Men kanska okkurt av hesum verður ment víðari og innan tøkni verður óivað stór menning og hetta krevur nógv av fólki og krevur fólk við góðari útbúgving, sigur Heri M. Mortensen. Burðartølini Burðartølini hava ikki verið góð í oynni. - Tey hava hóast alt verið betri í norðaru-, enn í sunnaru helvt av oynni, sigur Heri og ásannar, at í løtuni er ov lítið at bjóða fólki. - Suðuroyggin hevur altíð verið „útatvend“. Fólk hevur havt lætt við at farið burtur, men vit hava altíð havt nakað at bjóða, tá tey komu aftur, líka til nú, sigur Heri Mohr Mortensen. Hann metir tó, at vón er fyri framman og hann sær t.d. eina komandi oljuvinnu, sum bjarging. Eisini heldur hann, at tøknin kann gerast álit hjá føroyingum. Samstarv norður/suður Jóannes Eidesgaard, løgtingslimur av Tvøroyri, fegnast um nýggja suðringin, ið gjørdist tann fyrsti í ár 2000, og Jóannes vónar, at hetta er tekin um betri samstarv millum suður og norð í oynni DAGFINN OLSEN - Tað er gleðiligt. Sjálvsagt fegnist eg um, at fyrsti før- oyingur ár 2000 kom í heim á Tvøroyri, ella í Suðuroynni. Eg skilji, at hetta er samstarv milum Tvøroyri og Porkeri, so vónandi er hetta ímynd av betri samstarvi millum sunnaru og norðaru helvt av Suðuroynni í nýggju øldini, tí oyggin má standa sum eitt framyvir. Vit hava sæð ov nógva togan aftur og fram, heldur Jóannes Eidesgaard. - Serliga sunnara helvt hevur verið illa fyri, hvat burð- artølum viðvíkur. Einaferð í 1999 vóru bert 6 børn fødd sunnanfyri Hovegg, talið er kanska komið uppá eini 8 ella 9, men fyrr vóru ofta tveir flokkar í sama árgangi í skúl- anum í Vági, so gongdin er ikki góð, sigur Jóannes Eides- gaard. Hann sigur seg sjálvsagt ikki kenna beinleiðis orsøkirnar til lága barnatalið, men vísir á, at trupulleikin eisini er politiskur. Hann sigur, at her mugu lands- og komm- unalpolitikarar samstarva og hetta verður eisini gjørt. - So leingi tað er lív, er eisini vón, sigur Jóannes Eides- gaard. Gleðilig hending Hergeir Nielsen, løgtingsmaður úr Vági, fegnast um, at fyrsti føroyingurin í ár 2000, gjørdist suðuroyingur, men vísir á, at hetta loysir ikki trupulleikan við lágum burðartølum í oynni Nummar 4 og tað 5. á veg Langomman, Oddvør Hermansen er glað fyri langommu sonin, ið gjørdist fyrsti føroyingur í ár 2000 DAGFINN OLSEN - Jú, tað er deiligt, sigur Oddvør Hermansen, tá hon verður spurd um nýggja langommusonin, ið sá dagsins ljós á Suðuroyar Sjúkrahúsið klokkan 04:20 nýggjársmorgun og harvið gjørdist fyrsti føroyingur í ár 2000. Hon veit tó ikki, um nakað serligt verður gjørt, tá mamma og barn koma heim. Men glað og errin eru hon og maðurin Thorbjørn. Sjálv er hon fødd 14/10 í 1922 og er sostatt 77 ár ogThorbjørn er 80 ára gamal. Tey bæði eru røsk og væl fyri og fyri 3 árum síðani høvdu tey gullbrúdleyp. Tey eiga 4 børn, harav 3 eru á lívi. Men hetta er ikki fyrstu ferð, at tey gerast lang- omma og langabbi. - Hetta er nummar 4 og tað 5. er á veg, sigur Oddvør Hermansen av Tvøroyri. Framtíðin krevur nógv Hetta heldur Heri Mohr Mortensen, býráðs- limur á Tvøroyri, í samband við, at fyrsti føroy- ingur í ár 2000 kom í verðina á Tvøroyri DAGFINN OLSEN Hergeir Nielsen heldur tað vera stuttligt hjá teimum, ið vara av, og hjá øllum suðuroyingum, at fyrsti føroyingurin í ár 2000 var føddur í Suðuroynni. - Hetta er gleðilig hending. Men ein kann ikki siga, at hetta sigur nógv um burð- artalið í oynni. - Hetta er jú tilvild og sigur einki um hin trupulleikan við lága burðartalinum í oynni, sigur Hergeir Niel- sen. Hann vísir á, at sum tølini síggja út, so eru framtíðar- útlitini ikki góð í oynni. Sum er, so manna øll børn- ini í oynni ein 1. flokk um nøkur ár og vit hava 10 skúlar, vísir Hergeir á og legur afturat, at 20 børn manna ikki 10 skúlar. Men hann fegnast um, at tá fíggjarlógin var fyri í løgtinginum, so varð sam- tykt at seta av 500.000 krón- ur til at kanna viðurskiftini í útjaðaranum og longu á ólavsøku skal hetta umrøð- ast. Henda samtykt sæst á in- ternetinum á heimasíðu løg- tingsins undir gransking.