týsdagur 4. januar 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 1 - 4. januar 2000
12
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 1 - 4. januar 2000
Gott kvøld góðu landsmenn
Nýggjársaftan er fram um onnur
kvøld kvøldið, tá høvi er hjá tí
einstaka at líta aftur um bak og
minnast árið, ið fór.
Hetta kvøldið er eisini eitt gott
høvi hjá okkum sum tjóð at líta
aftureftir.
Tjóðin livir longur enn hvør ein-
stakur okkara, og sum tjóð kunnu
vit bæði líta aftur á 1999, á tey
10, tey 100 og enntá tey 1.000
árini, sum vit í kvøld leggja aftur-
um.
Tað, sum okkara landsmenn
hava stríðst fyri alla hesa tíðina er
tað, sum okkara samfelag stendur
á í dag. Okkara grundarlag er
skapt av øllum teimum ættarlið-
um, sum hava kent hetta landið
sum sítt.
Nú vit fara inn í eitt nýtt ár-
túsund, er hóskandi at spyrja, hvat
tað er, sum hevur bygt okkara
land, og hvørji virði hava verið
grundarlag undir samfelagnum.
Hvør var drívmegin hjá teimum,
sum í fjøru fóru og sum taraleyp-
arnar bóru í tíðunum sum fóru?
Hvat fekk Nólsoyar Páll at
byggja Royndina Fríðu?
Hvat fekk føroyingar at vakna
tjóðskaparliga í farnu øld?
Hvat fekk føroyskar sjómenn at
søkja sær fong við fremmandar
strendur, og at byggja ein heilan
bý í Grønlandi í royndunum at
víðka okkara inntøkugrundarlag?
Hvat er tað, sum drívur verkið,
tá hálvtannaðhundrað bøkur koma
út á føroyskum á hvørjum ári?
Hvat er tað, sum ger, at tey, sum
máttu flyta burtur undir kreppuni
fyri nøkrum árum síðani, nú leita
heim aftur?
Sjálvbjargnisstríð í
hálvum gekki
Hvat er tað, sum dregur? Og
hvat er tað, sum er drívmegin aftan
fyri alt tað ósjálvsøkna arbeiði,
sum gjørt verður?
Eg hugsi, tað er kenslan av at
vera partur av einum livandi sam-
felagi. Tað er kærleikin til hesa
tjóðina. Og tað er virðingin fyri
tí, sum fleiri ættarlið hava skapt á
hesum oyggjum. Tað er kenslan
av felagsskapi, bæði millum tey
livandi og tey, sum undan fóru.
Tí mugu vit í øllum, vit gera,
hava tann mentanarliga førningin
við okkum.
Hvat er tað so vit finna, tá vit
hyggja aftur á tey 1000, 100 og
10 árini, sum farin eru?
1000 ár —
kristindómurin
Fara vit 1.000 ár aftur, koma vit
til tíðina, tá kristindómurin fyri
fyrstu ferð varð boðaður í Føroy-
um.
Tann kristna siðalæran vann
fram í Føroyum, og tey virði, sum
í henni eru, hava líka síðani verið
roknað sum tað mest heilaga hjá
okkara fólki.
Tað ber neyvan til at yvirmeta
tann týdning, gudstrúgvin hevur
havt fyri tey, sum gjøgnum øldir-
nar hava búð í Føroyum.
Í tí harða og mangan troystar-
leysa stríði og strevi sum kravdist
av teimum, var tørvur á nøkrum,
sum rakk upp um gerandisdagin.
burður var.
Tað var eisini gudstrúgvin, sum
eggjaði teimum til at seta felags-
skapin hægst. At gleðast í felag,
og at bera sorg og byrðar í felag.
Eins og í øldunum sum fóru, er
henda trúgv í dag virðismikil ogn
á seg.
Hetta stríð setti dám á allan tann
fyrra partin av teirri øldini, sum
endar í kvøld.
Tjóðskaparrørslan kyknaði í
eini tíð við stórum samfelagslig-
um broytingum, sum høvdu við
sær mentanarligt ráðaloysi og
miðloysi. Ivi og ósemja var um,
hvørja leið tjóðin skuldi halda, og
mong kendu á sær, at tann ser-
føroyski felagsskapurin var hóttur.
Spurningurin var tá, sum hann
so mangan hevur verið síðani, um
fólk skuldu laga seg eftir umstøð-
unum, ella tey skuldu ganga sínar
egnu leiðir og skapa sínar egnu
karmar.
Tað var hetta seinna, tjóðskap-
arrørslan vildi. Har funnu menn
og kvinnur saman og settu sær stór
mál. So stór, at mong hildu tey
vera vitleys.
Og vitleyst mundi tað eisini
tykjast, tá tey settu sær fyri at lyfta
føroyskt upp til høvuðsmál í Før-
oyum. Tá vóru færri enn 20.000
fólk, ið tosaðu málið. Fá dugdu at
skriva tað, og bløð og bøkur funn-
ust ikki á føroyskum. Harafturat
átti málið hvørki innivist í kirkju
ella skúla.
Uppgávan var stór og krevjandi,
og tað hevði verið munin lættari
at lútað og givið seg undir.
Men tað gjørdu okkara forfedrar
ikki. Teir tóku vinnulig, politisk
og mentanarlig stórtøk og tað
eydnaðist teimum at draga landið
langt fram á sjálvbjargnisleið.
Í dag ivast eingin í, at okkara
mál kann brúkast í øllum viður-
skiftum. Eingin ivast heldur í, at
vit eru ein sjálvstøðug tjóð við
okkara egnu eginleikum og okkara
– Hóast vit eru komin væl á leið, so stendur sjálvstýrisstríðið,
sum farið varð undir fyri 100 árum síðani, enn í hálvum gekki,
segði løgmaður í røðu síni til Føroya fólk nýggjársaftan, og
hann legði afturat, at seta vit okkum ikki sjálvbjargni sum greitt
mál, fer tað ikki at eydnast okkum at standa á egnum beinum. –
Tað verður eingin annar, ið reisir okkum upp at standa, segði
Anfinn Kallsberg, løgmaður
Tí eru flestu flokkar á løgtingi
samdir um at fáa ein nýggjan sáttmála
millum Føroyar og Danmark, sum skal
avloysa heimastýrisskipanina. Sáttmálin
skal verða altjóðarættarligur og skal
áseta, at Føroyar og Danmark eru javn-
bjóðis sáttmálapartar
”
Tá sjúkur og vanlukkur raktu,
var tørvur á eini vón, sum rakk út
um deyðan.
Hetta funnu okkara forfedrar í
gudstrúnni. Hon gav teimum dirvi
og árræði til tað dagliga stríðið,
og hon gav teimum troyst, tá mót-
hjá føroyingum og ein avgerandi
styrki í okkara samfelag.
100 ár —
tjóðskaparstríðið
Fara vit 100 ár aftur, koma vit til
tíðina, tá tjóðskaparstríðið tók dik
egnu eyðkennum.
Vóru teir gomlu ikki farnir undir
hetta stríð, høvdu vit ikki staðið á
egnum mentanarligum grundar-
lagi í dag. Okkara samfelag er eitt
úrslit av teirra hugsjónum og teirra
árræði.
kreppuni. Tann góði fiskiskapurin
gjørdi tað heldur ikki einsamallur.
Høvuðsorsøkin til at allar tær
døpru framrokningarnar vórðu
gjørdar til skammar, var kjølfesti
føroyinga í gudstrúnni, at fólk
løgdu meira fyri og gingu nýggjar
vegis í hálvum gekki.
Vit liva framvegis av veitingum
frá aðrari tjóð. Vit hava framvegis
ikki fingið evsta vald í okkara
egna landi. Og har merkini veittra
úti í heimi, er okkara framvegis
ikki at síggja.
Tí eru flestu flokkar á løgtingi
samdir um at fáa ein nýggjan sátt-
mála millum Føroyar og Dan-
mark, sum skal avloysa heimastýr-
isskipanina. Sáttmálin skal verða
altjóðarættarligur og skal áseta, at
Føroyar og Danmark eru javn-
bjóðis sáttmálapartar.
Hetta fer bæði at tryggja okkum,
at tað søguliga samstarvið við
Danmark heldur fram, og at vit
fáa fulla ábyrgd av øllum okkara
viðurskiftum.
Tað fer eisini at geva okkum
møguleikan at vera við í altjóða-
samfelagnum sum sjálvstøðugt
land og taka okkara part av
ábyrgdini.
Víst eru vit bæði fá og smá, men
tað merkir ikki, at vit ikki skulu
telja við. Vit eiga at geva okkara
lítla íkast til, at heimurin verður
friðarligur, góður og litríkur.
Fortreytirnar til tess at taka hetta
stóra stigið hava ongantíð verið
so góðar, sum tær eru nú. Mentan-
arliga eru vit vorðin ein sterk eind,
okkara fólk er væl útbúgvið, og
vit hava í fleiri ár havt stór yvir-
skot í landshúsarhaldinum.
Og eitt er púra greitt: seta vit
okkum ikki sjálvbjargni sum greitt
mál, sum vit miðvíst arbeiða fram
ímóti, so fer tað heldur ikki at
eydnast okkum at standa á egnum
beinum. Tað verður eingin annar,
ið reisir okkum upp at standa.
Samanhaldið
Stundum verður spurt, um tað er
rætt at seta sær so stór mál. Um
vit ikki heldur eiga at steðga á, og
sættast við tað, sum vit hava.
Men her eiga vit at minnast til,
at tað, sum vit virðismeta mest í
dag, er tað sum hugsjónarfólkini
stríddust fyri í øldini, sum nú end-
ar. Í fyrstani var mótstøða, men tá
vunnið var á mál, fegnaðist øll
tjóðin um úrslitini.
Ein hugsjón var at vinna málin-
um fullar sømdir. Aðrar vóru at
fáa egnar myndugleikar. At fáa
verandi fiskimark. At fáa ræði á
undirgrundini. Og tað er so nógv
annað, sum vit í dag síggja sum
sjálvsøgd rættindi, men sum í ver-
uleikanum er úrslit av longum
stríði.
Vit eiga at vera takksom fyri, at
tey, sum undan fóru, ikki hopaðu
undan avbjóðingunum, men tóku
við teimum. Og vit eiga at vísa
teimum ta virðing, at vit gera tað
sama. At vit nú taka fulla ábyrgd
av landinum er eitt natúrligt fram-
hald av teirri menning, sum verið
hevur í samfelagnum.
Vit eiga eisini at minnast til, at
royna vit ikki at skapa okkara
egnu umstøður, so verða tað um-
støðurnar, sum skapa okkum. Tá
lata vit onnur avgera, hvør okkara
lagna verður.
Tað er bara við at ganga egnar
Viðhvørt eydnaðist tað hjá teim-
um gomlu at gera hugsjónirnar til
veruleika; viðhvørt eydnaðist tað
ikki. Men tá teir funnu saman at
virka fyri teimum, høvdu teir
longu nátt tí størsta av øllum. Tí
samanhaldið gav teimum felags-
skapin, stoltleikan og trúnna uppá
seg sjálvar. Tað gjørdi samfelagið
stórt í virði, hóast tað var lítið í
vavi.
Hetta eiga vit altíð at hava í
huga. Og hóast vit ikki finna sam-
an um eitt nú tey politisku málini,
latið okkum so kortini eisini í øld-
ini, sum kemur, standa saman um
at virða tað land, tað samfelag og
ta mentan, sum vit hava arvað.
Tá verður tað, sum Rasmus Eff-
ersøe yrkti móti endanum av farnu
øld:
Fámenta fólk!
Fylkist tú øksl móti akslum,
tá gerst tær stálkynt í jakslum -
sameinda fólk!
10 ár — kreppan
Fara vit 10 ár aftur, koma vit til
tíðina, tá tann ringasta kreppan í
nýggjari tíð var farin at merkjast.
Eg skal ikki siga so nógv um
hetta, men heldur hyggja at tí
undrunarverda, sum er hent síðani.
Hetta at vit, hóast sviðin frá krepp-
uni situr í okkum enn, longu eru
um at koma uppundan aftur.
Allar vísindaligar framrokning-
ar, sum vórðu gjørdar tá ringast
stóð til, vístu, at tað fór at taka
fleiri ártíggju áðrenn vit fóru at
fóta okkum aftur. Og tað var ikki
so løgið. Samfelagið var kódnað,
og ein partur av tí vinnuføra fólk-
inum var fluttur.
Politiskt vóru tikin illa umtókt,
men neyðug stig til at fáa samfel-
agið aftur á beint, og politikarar
hava lært nógv av teimum mis-
tøkum, sum førdu okkum í óføri.
Vit eru vorðin meira ansin við
pengunum, tað politiska ábyrgd-
arbýtið er vorðið greiðari, og
áherðsla er løgd á, at avgerð og
ábyrgd fylgjast.
Men tað vóru ikki bert politisk
og búskaparlig tiltøk, sum bastu
leiðir, og at tey flestu av teimum,
sum máttu flyta, komu aftur so
skjótt, tað bar teimum til.
Okkara samfelag er livandi, og
har lív er, er altíð gróður. At krepp-
an bert vardi í fá ár, vísir betur
enn nakað, at eitt samfelag við
livandi menniskjum ikki bara
kann setast upp í tølum og striku-
myndum í teldunum hjá væl lærd-
um frøðingum.
Strikumyndirnar kundu einki
siga um, at vit kenna hetta landið
sum okkara heim.
Og so leingi sum tann hugburð-
urin er ráðandi, verða Føroyar
ongantíð eitt roknistykki, sum ikki
gongur upp.
Nútíðin og framtíðin
Venda vit okkum nú til okkara tíð
og líta frameftir, so er greitt, at
eisini hjá okkara ættarliði eru stór-
ar avbjóðingar, sum vit antin
kunnu taka, ella snúgva okkum
undan.
Vit mugu staðfesta, at hóast væl
er komið á leið, so stendur tað
sjálvbjargnisstríð, sum farið varð
undir fyri 100 árum síðani, fram-
leiðir, at vit kunnu skapa okkara
egna.
Tá vit virka fyri okkara hug-
sjónum, liva vit í samljóði við tað,
sum brennur okkum í brósti. Tá
liva vit sum virðilig menniskju,
og tað er í sjálvum sær ein stórur
partur av málinum.
Søgan sigur okkum eisini, at er
tað nakað, sum samansjóðar okk-
um føroyingar og styrkir okkara
samfelag, so er tað, at vit seta
okkum felags mál, og saman virka
fyri at náa teimum.
Nú vit lata dyrnar aftur til 20.
øld og fara inn í eitt nýtt ártúsund,
fari eg vegna Føroya Landsstýri
at takka fyri tíðina, sum er farin,
og ynskja Guds signing yvir okk-
ara land og fólk í tíðini, sum kem-
ur.
Eg fari eisini at lýsa okkara
samkenslu við tykkum, sum mist
hava í árinum, sum fór.
Tá vit í kvøld ynskja gott nýggj-
ár, er tað serliga tykkum, vit hava
í huganum.
Gott nýggjár.
Hetta fer bæði at tryggja okk-
um, at tað søguliga samstarvið við
Danmark heldur fram, og at vit fáa
fulla ábyrgd av øllum okkara viður-
skiftum.”
Og eitt er púra greitt: seta vit okk-
um ikki sjálvbjargni sum greitt mál, sum
vit miðvíst arbeiða fram ímóti, so fer tað
heldur ikki at eydnast okkum at standa á
egnum beinum. Tað verður eingin annar,
ið reisir okkum upp at standa.
”