týsdagur 4. januar 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 1 - 4. januar 2000
14
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 1 - 4. januar 2000
JÚSTINUS LEIVSSON
EIDESGAARD
Sosialurin, Hamborg: Í
skrivandi løtu eru bara tveir
dagar eftir til ártúsund-
skiftið. Uttanfyri hoyrist
okkurt knallið frá kinesa-
rum og øðrum sum skítur.
Hásar rakettir toga seg upp
í tokuna. Her er Nacht und
Nebel. Nátt og mjørki. Og
hví seti eg meg so at skriva
hesa allarseinastu greinina
hesumegin ár 2000. Eg veit
ikki sjálvur, havi hugin,
men dugi ikki rættuliga at
síggja gøtuna fram til
seinasta punktum. Tank-
arnir eru so fløktir av at siga
farvæl til gomlu og góðan
dag til nýggju øldina. Havi
hugsað nógv um orðið
nítjanhundrað seinastu dag-
arnar og kenni eitt sindur av
sorgblídni at siga hesum
viðkomandi tali farvæl.
Sjálvur eri eg føddur í 1957
og hvørt einasta ár sum eg
higartil havi livað hevur
okkurt við 19 at gera. Men
í ovurmorgin, so er hetta
liðugt. Og ferdugt við tí.
Næstu ferð eg hitti talið
nítjan í einum árstali er um
nítjan ár, tá skriva vit 2019
og tá stundi eg til tey trýss,
verður lív og heilsa.
Vit siga tí best doku-
menteraðu øldini nakrantíð
farvæl og vit eru helst teir
fyrstu føroyingarnir, sum
nakrantí hava trinið inn í eitt
nýtt ártúsund og hava vitað
um tað. Eg haldi so má vera.
Prestar og søgumenn heima
eru ikki heilt samdir, men
Føroyar eru kristnaðar um
hetta mundi fyri 1000 árum
síðan. Ár 2000 er bara
túsundaldarskiftið fyri tey
sum ganga eftir okkara
rómverska kalendara, ella
eftir tí gregorianska kalend-
aranum.
Neyvan
hava
heidnu føroyingarnir sein-
asta túsundaldarskiftið, sum
við makt og snildni vóru
tvingaðir at avnokta teir
norrønu gudarnar og at
trúgva á Hvíta Krist, tving-
aðir av undirbrotligum
sambandssinnaðum skúv-
ingum, norskum lakajum,
verið greiðir yvir at sam-
stundis, so hátíðar-hildu
fólk niðri í Europa, at nú
vóru 1000 ár liðin síðan
Frelsarin varð føddur. Vit
siga tí best dokumenteraðu
øldini nakrantíð farvæl.
Mitt í seinastu øld kom
myndatólið fram, og so at
siga hvør einasta hending av
týdningi hesa øldina er fast
løst á myndum til eftirt-
íðina. Ein stórur partur av
kendum persónum finnast
eisini á ljóðbandi og á filmi
ella sjónbandi. Tað verður
ikki so torført hjá siðsøgu-
rithøvundum í Føroyum í
komandi øld at finna
myndatilfar og at endurgeva
rætt eftir bondum.
Nú knallaði aftur ein
kinesari uttanfyri. Stuttligt
við týskarum. Lógin sigur,
at onki fýrverkarí má verða
selt fytt enn tann 29. des-
ember og so verður heldur
einki selt fyrr enn ásetta
dagin. Ikki sum í Føroyum,
har sama áseting er gald-
andi. Har hoyrir tú um teir
fyrstu skaðarnar av fýr-
verkarí langt fyri jól. Tað
tykist einki mark vera fyri,
at føroyskir handilsmenn
bróta lógina, tá teir tevja
vinning
fyri
framman.
Týskarar halda seg til lógina
og sjálvur havi eg aftur
hildið á einum kinesara í
dag, einum rættuligum
kinesara, við fjúsi og tí
heila. Hetta havi eg ikki
gjørt síðan eg var hálv-
vaksin í Oyndarfirði. Og tað
var ein deilig kensla. At seta
eld í eina bumbu, bíða
spentur eftir brestinum og
síðan kenna angandi roykin
av krúti.
Barnið vaknaði í mær
aftur. Eg var garvillur við
fýrverkarí, tá ið eg var smá-
drongur. Vit skutu og skutu
og skutu. Tað var ikki eitt
lyklarhol í úthurðunum í
Oyndarfirði, sum ikki var
meir ella minnið meislað av
kinesarum. Vit sleptu kines-
arum niður í rør,vit grovu
teir niður og vit royndu
okkum í vatni. Einaferð var
eg so óheppin, at ein kine-
sari gekk av innundir
hurðina í einum kjallara Í
Oyndarfirði. Innanfyri stóð
ein kviðin kúgv. Kinesarin
brast og kúgvin gjørdist so
kløkk, at neyðugt var at
loysa hana og sleppa henni
út eina løtu í kavan og
frostið, til friður aftur kom
yvir hana. Annars hevði hon
hongt seg í ketuni. Sjálvur
var eg keddur av hesi
hending, ikki ætlaði eg, at
leikur skuldi enda soleiðis.
Eina aðruferð gekk ein
rakett av inni í Víkum. Tí
hugnaliga handlinum, sum
tíverri brendi í grund fyrst í
sjeytiárunum.
Rakettin
drønaði rund millum stúttur,
liting, innpakningspappír,
hárnet, vaniljusukur, petro-
leumspumpu, fýrverkarí-
goymslu, hattin á fitta
handils-mannininum Petur
Klein og gav upp anda undir
trappuni niðan á mjøl-stov-
una og uttan at seta eld á
nakað sum helst av øllum tí
eldfima, sum kannst inni i
hesum deiliga handli. Vit
smádrongir
stóðu
sum
Kánus uttanfyri skivuna.
Ongin visti rættuliga hvussu
alt var byrjað. Í úthurðini í
Vikahandlinum var ein hol,
og í hesum holi var loyvt at
bresta kinesarar. Holið
víðkaðist eitt sindur hvørt
árið, men gott tilfar var í
Víkahandlinum. Tað vóru
ikki kinesarar, sum beindu
fyri handlunum, men rættu-
ligi eldurin seinni. Í dansi-
stovuni, sum ikki stendur
uppi longur, var mangan
gangur á nýggjárinum.
Dansistovan var ómálað,
innan hon var klødd við
ógvuliga kvistutum viði.
Fleiri staðir vóru kvistarnir
dottnir úr og í holunum,
sum eftir stóðu, brestu vit
kine-sarar. Eitt av hesum
var serliga populert. Her
hevði onkur jassur telgt
formarnar av eini naknari
blómandi kvinnu rundanum
holið og so meislaðu vit
hesa neyð-ars Madonnu á
hvørjum ári við dukku-
fretum og sterk-ari kinesa-
rum, tó ongantíð bumbum.
Gentlemenn vóru vit hóast
alt.
Og kanska eru kinesarar-
nir eitt úrslit av tíðini, hóast
teir nú hava verið bannaði í
Føroyum í mong ár. Vit siga
eini øld farvæl, eini øld,
sum hvat harðskapi við-
Meðan
øldin
gleppur
okkum av
hondum
víkur hevur verið tann rá-
asta í mannasøguni. Mynd-
in sýnir tveir menn tveita
bumbur eftir russis-kum
tanksum í Berlin í 1953. Eitt
verkfall elvdi til rættuligan
harðskap og Reyði Herurin
bardi tað niður. Verk-falls-
menninir vildu hava betri
kor og síð-an vildu teir av
við her-set-ingarvaldið.
Lærdu vit einki av sein-
astu øld? Søgan endur-tekur
seg. Bumburnar regna í
Grozsny, russisk tanks eru
aftur at síggja og fyrr í ár
garteraðu teir sameindu
niðri á Balkan.
Týskarar óttast fram-tíð-
ina. Teir vórðu sjálvir at-
voldin til tvey heimskríggj
í farnu øld og nú bera teir
ótta fyri russum fyri eystan.
Teir vita, at ein svong stór-
magt er størsta hóttan fyri
friði í heiminum. Í løtuni
svølta russar, teir eru fyrst
og fremst eyðmýuktir av at
teirra
samfelagsskipan,
kommunisman fór á húsa-
gang, síðan hevur vestur-
heimurin spælt hástórur, nú
russar fíggjarliga liggja á
knøunum. Tyskarar er tað
fólkið í heiminum, sum ger
størstu íløgurnar í Russ-
landi. Teir vita av egnum
royndum, hvat ein fátækur
russi hevur at siga.
Øldin stóra, tann tjúgunda
hveppir sær, nú er lítið eftir.
Skjótt letir hon eyguni aftur
og vit leggja minnini á
eygnalok hennara. Nógv
avrikaði hon og seint verður
hon gloymd. Mjúk eru
minnini, sveipt um tey
beisku. Og framtíðin, hon
er ikki hvat hon hevur verið
Kanska um hundrað ár
fellir ein ungmoy tár
yvir teir frægu, ið
fullu í randargný,
kanska av summardá
sóljum og baldursbrá
bindur hon farnum krans,
áðrenn hon fer í dans
J.H.O. Djurhuus (1929)
20. øld prógvaði at kommunisman, hóast teoriin er góð, so kann hendan ikki nýtast av jarðbúgvum. Tað eru vit alt
og sjálvsøkin til. Klassasamfelagið kann ikki útruddast. 21. øld skal fylla holið eftir kommunismuna.
Ja, hesaferð vóru tað so
pensiónistarnir sum fingu
ferðina!
Nú í langa tíð, hava vit
bara hoyrt um, at pensi-
ónistarnir skuldu fáa betri
umstøður, pensiónirnar
skuldu hækka munandi,
men tað sum vit uppliva í
hesum døgum er, at teir
næstan hava mist svøvn-
in. Teir vita ikki síni liv-
andi ráð, hvussu teir skulu
fáa mat í munnin, tíans-
heldur hvussu teir skulu
gjalda sínar føstu útr-
eiðslur, heilivág og ann-
að.
Meira peningur kundi
ikki játtast til sjúkrahúsini
t.d., tí nú áttu pensión-
istarnir tørn!
Tað var ein jólagáva hjá
teimum at fáa! - næstan
allir pensiónistarnir hava
fingið
fleiri
hundrað
krónur minni, enn teir
áður fingu. Hvat hugsa tit,
okkara landstýrismenn-
og kvinnur, høvdu tit
fingið hesar endarnar at
rokkið saman? Og hvussu
tá ein milliard minni
verður at deila?
Vit vilja átala, at tit ikki
virða
okkara
gomlu,
sjúku og brekaðu meira!
Ironiskt nokk, so var
1999 eldraár......
Sosialistiskt Ungmanna-
felag í Vágum
v/ Kristoffur Gaardlykke
Rúni Olsen
Ragnhild Olsen
Aftur ein forsmakk-
ur av fullveldi?
Hvat fer komandi árið at
bera okkum? Ei undur í, at
so verður spurt við byrjan-
ina til nýggju øldina. Skulu
vit spent bíða, er orsøk at
óttast ella skulu vit gleðast?
Hava tey rætt, sum vænta
tað ringasta, tey, ið hava
brúkt tíð og orku at fyrireika
seg til verju móti tí ókenda?
Eitt kent citat millum
trúgvandi
seinast
árini
ljóðar soleiðis: stúr ikki fyri
morgindegnum, Guð er
longu har! Gud er longu har.
Vit vita um stórar polit-
iskar avgerðir, ið fara at
verða tiknar komandi árið,
um nú fjalt ríkidømi, sum
Hugleiðingar um aldarskiftið
Evnið til hugleiðingarnar hevur ikki verið bundið. Einasta kravið var, at hugleitt skuldi verða um ársskiftið. Tað eydn-
aðist okkum tíverri ikki at fáa hugleiðingarnar hjá Jenisi av Rana við áðrenn nýggjár og tí prenta vit tær nú
fer at vísa seg ella kanska
ikki, um longu fráboðaðar
lógarbroytingar, sum fara at
ávirka dagliga lívið, um-
framt tær enn ókendu. Eg
hugsi m.a. um: endaligu av-
gerðina um framtíðarstøðu
okkara (sum hvør einstakar
eigur sína atkvøðu í) møgu-
liga oljuævintýrið (sum
neyvan bert førir gott við
sær) fráboðaðar skattalættar
nýggjar pensiónslógir og vit
kundu hildið á við øllum tí,
ið bíðar fyri framman.
Men í øllum hesum ó-
kenda eiga vit hesa trygdina-
Gud er longu har- og hann
er trygd teirra, ið seta álit
sítt á Hann. Hann er trygd
samfelsagsins, familjunnar
og einstaklingsins, hvat so
enn fjalir seg handan ártús-
undsýnið!
Vónir og ynski fyri
komandi árið.
Úr útheimi koma árin,
syngja vit í einum av vøkru
sangum okkara. Bøn okkara
má verða, at vakra og ríka
tjóð okkara verður vard móti
Eitt vita vit
um nýggju
øldina - Hann
er har!
spilluni.
Enn er hitt ófødda uttan
ta verju, sum annars verjir
teg og meg móti ágangi. Lat
okkum saman virka móti
hesari hóttanini móti tjóð
okkara.
Enn vendir politiska rað-
festingin mangan øvugt-
eftir Miðfloksins tykki. Vit
fara at virka fyri at
samfelagsins veiku verða
prioritera í fremstu røð. Og
vit fara óbroytt at minna á,
at Skaparin ynskir ein
aktivan leiklut í tilveru
okkara- hjá tí einstaka, í
familjuni
og
í
sam-
felagnum.
Verður ár 2000 tað árið,
tá dyr verða opnaðar fyri
honum, ja so hava vit al-
mikið at gleða okkum til.
f.Miðflokkin
Jenis av Rana
Fundur um sosialu pensiónina í MBF-húsinum 30.12.99
Á fundi í starvsnevndini í
MBF í dag kom nevndin til
hesa niðurstøðu: at heita á
Løgtingið og Trivnaðar-
nevndina, um at seta í gildi
aftur ta gomlu pensiónslóg-
ina. Vit meta, at hendan
nýggja lógin er ónýtulig, og
átti hon ikki at verði sett í
gildi í verandi líki.
Tað er ikki hissini, so
skelkaði fólk, ið fáa avlam-
ispensión eru, nú tey síggja,
hvussu nógv niðurskorin
tey eru, síðan tann nýggja
pensiónslógin er komin í
gildi. Hetta er úrslit av, sum
løgtingsmenn sjálvir siga, at
løgtingið hevur skrumblað
ásetingarlógina ígjøgnum til
samtyktar, uttan at hava sett
seg inn í, hvat úrslitið vildi
verða.
Lógin, ið skuldi gerast
lættari at umsita, er í dag so
torskyld, at ongin finnur
hvørki høvd ella hala í
henni.
Tey, ið hava mist nógv av
sínari pensión, hvar skulu
hesi fólk fara, nú tað mangl-
ar í til fastar útreiðslur.
Ein broyting, ið gjørd
varð í pensiónslógini í
summar var, at avlamisveit-
ingin, ið fólk við breki, sum
eru í vunnu higartil hava
fingið, er burtur. Hesa við-
bót hava deyv, hoyribrekað
og onnur, fingið sum kom-
pensatión
fyri
brekað.
Meirútreiðslurnar ið stand-
ast av brekinum, má tann
brekaði nú sjálvur fíggja.
Vit góðtaka ikki, at veit-
ingin nú skal koyrast yvir
forsorgarlógina, við tí øktu
umsitingini, hetta vil føra
við sær.
Starvsnevndin mótmælir,
at tað verður gjørt munur á
pensiónistum: Pensiónistar
áðrenn 1.1.2000, fáa eina
skiftisupphædd upp á 856
kr., um tey eru gift við ikki
pensiónisti, meðan pensión-
istar, ið koma til eftir hand-
an dag, onki fáa. Vit meta
framvegis, at líkarættur skal
verða galdandi millum gift
og ógift.
Álitið á politikararnar er
fokið. Vit minnast t.d. øll
orðini hjá Helenu Dam á
Neystabø, tá hon segði, at
sjúkrahúsjáttanin ikki kundi
verða hægri, tí hon hevði
valt at raðfesta pensiónirnar
hægri. Hetta hevur hon full-
an rætt til, men flestu pen-
sionistar finna ikki hesa
hækking nakra staðni, held-
ur tvørturímóti.
Tað er próvfast, (sí hjá-
løgdu skjøl) at avlamispen-
siónistar nú fáa millum 2-
3.000 kr. minni útgoldið um
mánaðin. Hækkingarnar, ið
landsstýrið boðaði frá, vísir
seg nú at vera ein hvørvi-
sjón, tí hækkingin og meira
afturat verður afturtikið í
skatti. Starvsnevndin kundi
hugsað sær at fingið at vita,
hvar tær fráboðaðu 40-60
milliónirnar til pensiónirnar
eru endaðar.
Vit halda, at Føroya Løg-
ting eigur ábyrgdina av pen-
siónslógini, og ásetingar-
lógini, og heita tí á løgtingið
um, at fáa hesi viðurskifti í
rættlag beinanvegin.
Vegna starvsnevndina
Doris Hansen
Leila Solmunde
Henning Sørensen
Regin