týsdagur 4. januar 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 1 - 4. januar 2000
16
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 1 - 4. januar 2000
Hvítur : Carl Eli Nolsøe
Samuelsen, rating 2040
Svartur : Martin Brekká,
rating 2100
1.d4 Rif6
2.c4 e6
3.Rif3 d5
4.Ric3 c6
(Byrjanin kallast frúgva-
bragd)
5.cxd5 exd5
6.Bg5 Be7
7.e3 Ribd7
8.Bd3 0-0
9.0-0 Re8
10.Rb1 (Geri meg kláran
til b4_fyri síðani at leika
b5) Rif8
11.Rie5 Ri6d7!? (Mangan
havi eg telva hesa byrjan,
bæði við hvítum og svørt-
um, men handan riddar-
aleikin havi eg aldin sæð
fyrr)
12.Bxe7 Fxe7
13.Rif3 (vildi ikki býta
riddaran av á d7, tí so fær
hann útvikla bispin og fær
samstundis
rókasam-
band) Rif6
14.b4 Bg4
15.Be2 Rad8
16.b5 Rie4! (Martin fær
avviklað støðuna við skili)
17.Rixe4 dxe4
18.Rid2 Bxe2
19.Fxe2 c5
20.dxc5 Fxc5
21.Rib3 Fb6
22.Rfd1 (Her bjóðaði eg
javnleik. Eg kendi meg
Klaksvíkin karmur
um fimta umfar
CARL ELI NOLSØE
SAMUELSEN
Talv: Á aðalfundi í fjør
heyst hjá talvsambandinum
varð avgjørt, at í fimta og
tíggjunda umfari skuldi allir
dystirnir í teimum trimum
deildinum verða telvaðir
undir sama taki. Ósaskúlin
í Klaksvík verður karmur
um fimta umfar nú komandi
leygardag klokkan 12.00.
Tíggjunda- og síðsta umfar
í liðkappingini verður í
Havnini síðst í februar.
Hetta tiltak sum klaksvík-
ingar skipa fyri leygardagin,
er sera umráðandi fyri fel-
agskapin og felagsandan í
føroyskari telving, og tískil
má eitt sovorðið tiltak ikki
detta niðurfyri.
Liðkappingin í ár er nógv
merkt av, at kollfirðingar
bert manna lið í fyrstu deild.
Tíðliga í kappingarárinum
nøgdan við javnleik í hes-
ari støðu, men Martin tók
ikki av) Rie6
23.Fc4 h6
24.a4 (24.Fxe4 Fxb4 gevur
svartan lítlan fyrimun)
Rig5
25.Rbc1 Fg6
26.Fc7!?
(Kongastøðan
hjá mær sær veik út, men
enn er hon trygg) 26_..Rd3
(Svartur fær einki burtur-
úr riddaraskúkunum á f3
ella h3)
27.Ric5 Rxd1+
28.Rxd1 b6 (Báðir eru í
tíðarneyð)
29.Rd8? (Orsøkin til spur-
nartekið sæst um fáar
leikir) Rxd8
30.Fxd8+ Kh7
31.Rib3 Fe6? (31_.Rif3!+
32.Kh1?? Rie1
33.g3 Fg4 og hvítur verð-
ur mátaður. 31_.Rif3+
32.Kf1 Rixh2 33.Kg1 og
svartur hevur fyrimun)
32.Fd1 Fc4 33.Rid4 Fd5
(Martin bjóðaði javnt,
men eg sá ein seinasta
møguleika og leikti víðari)
34.Fc2
Rie6?
(34_.f5
einasti leikur)
35.Ric6! Ric5 (35_.Fd7
36.Fxe4+) 36.Rixa7 Fd3?
(Frúgvaavbýtið er ikki
besta loysn í tílíkum enda-
talvi)
37.Fxd3 exd3
38.Kf1 Rixa4
39.Ke1 Kg6
40.Kd2 Kf6
41.Kxd3 Ke6
42.Kc4 Ric5
43.f3? Rid7? (Her var
neyðugt hjá mær at leika
við tað sama 43.Ric8, so-
leiðis at svarta støðan
læstist. Eg var heppin, tí
Martin
átti
at
leika
43_.Kd6 og tá er sera tor-
ført hjá mær at vinna)
44.Ric8 g5 (Martin kann
ikki flyta riddara ell kong,
tí antin missir hann finnu
afturat ella letur hann
kongin hjá mær koma inn
í støðuna)
45.Kd4 h5
46.h3 f5
47.f4 g4
48.Kc4 h4
49.Kd4 g3
50.Kc4 Rif6
51.Rixb6 Rie4
52.Rid5 Rid6+
53.Kc5 Rixb5
54.Rie7! (Stuttlig støða,
báðir riddarnir standa í
deyða, og eingin kann
drepast) Ria3
55.Ric6! (Síðsti kjansur
hjá Martin er, um eg leiki
55.Rig6 Ric2
56.Rixh4 Rixe3 og javn-
leikur er besta boð) Rib1
56.Rid4+ (55_.Ric2 56.-
Rid4+
riddaraavbýtið)
Kf6
57.Rif3 Ria3
58.Kd4 Rib5+
59.Kd3 1-0
tóku teir sítt 3. lið úr kapp-
ingini, og mátti stutt seinni
eisini taka 2. liðið úr kapp-
ingini. Teir eiga nógvir góð-
ir telvarar sum kundu telva
við, men manglandi áhugi
hjá hesum monnum er helst
orsøkin til hetta stóra for-
fall.
Eftir fýra umfør er Havn-
in klárt á odda í fyrstu deild,
men klaksvíkingar liggja og
lúra tvey og eitt hálvt stig
aftanfyri. Í aðru deild eru
vestmenningar
eitt
vet
frammanfyri næstu liðini. Í
triðju deild og unglinga-
deildini er kappingin somu-
leiðis hørð og opin.
Talvið hesa vikuna
Talvið niðanfyri varð telvað miðskeiðis í november, tá Hval-
vík og Havnin møttust í liðkappingini. Frammanundan varð
roknað við einum jøvnum dysti, men havnarmenn vunnu 3,5-
0,5. Talvið sum er millum meg sjálvan og Martin Brekká á
fyrsta borði er langt, áhugavert og ikki heilt feilfrítt.
Tíðindaskriv
frá Mjølnir
45 lið hava boðað frá lut-
tøku í ár. Hetta tal er væl
lægri enn undanfarin ár. Í
ár er kappingin fyrsta viku-
skifti í árinum, sum er naka-
ð fyrr enn vanligt, og er
hetta møguliga ein av or-
søkunum til lága luttakara-
talið.
Kappingin fer annars
fram í KÍ høllini og í fim-
leikarhallum skúlans, og
verða innleiðandi dystirnir
leiktir leygardagin. Sunnu-
dagin verður so farið undir
at leika finaluumførini.
Vinnandi liðini fáa steyp
og heiðurstekin, og er tað
P/F Kósin Seafood, sum let-
ur hesi.
Í samband við kappingina
verður skipað fyri dansi
leygarkvøldið, og verður
hesin hildin í Lognbrá.
Komandi vikuskifti fara
bestu kvinnuliðini í land-
inum undir seinnu helvt av
landskappingini.
Størsti
spenningurin man helst vera
tengdur at, um klaksvíks-
genturnar fara at halda fast
um oddasessin, ella um nak-
að av hinum liðunum man
megna at taka tær aftur.
Tað av hinum liðunum,
sum á pappírinum hevur
besta møguleikan at taka
Stjørnuna aftur, er Kyndil,
men kyndilsliðið verður
nakað skert, nú vit fara und-
ir seinnu helvt.
Semona og Beinta
burtur
Tað er nevnliga soleðis, at
bæði Beinta Sørensen og
Semona Fjallstein verða
burturstaddar meginpartin
av dystunum í seinnu helvt,
og tískil er líkt til, at kynd-
ilsvenjarin,
Flemming
Raben, verður noyddur at
finna aðrar streingir at spæl-
a upp á.
Beinta fer um fáar vikur
niður til Danmarkar, har
hon ætlandi skal útbúgva
seg til fysioterapeut, meðan
Semona fer at nýta komandi
hálva árið at ferðast í.
Talan er tó ikki bara um
frágongd, tí Frida Johanne-
sen, sum fyrr hevur verið at
sæð á besta kyndilsliðnum,
er nú heimafturkomin, og
hon hevur longu verið og
vant nakrar ferðir.
Flemming Raben við-
gongur eisini, at tað fer at
krevja eitt sindur av um-
skipan, tá hópurin broytist
soleiðis, men sum hann sig-
ur, so er ikki so nógv at gera
við hetta, og tær, sum eftir
eru, mugu so royna at klára
seg sum frægast.
Talan hevur annars verið
um at fáa onkran útlendskan
leikara hendan vegin, men
higartil er einki komið burt-
ur úr hesum práti, o g nú er
helst somikið langt fráliðið,
at einki fer at spyrjast burtur
úr hesum.
Líkt er sostatt til, at tað
verður eitt nakað skert
Broytt kyndilslið
Talan er um bæði til- og frágongd hjá føroyameistarunum
úr Kyndli, nú endaspælið í hondbólti fer av barkastokki
kyndilslið, sum í vár fer at
taka kappingina upp við
Stjørnuna, men hópurin má
framvegis metast sum ein
hin sterkasti í landinum, so
ikki er óhugsandi, at tað
kann fara at gerast heilt
spennandi.
Beinta Sørensen fer í
næstum av landinum í
útbúgvingarørindum
Hevur tú eina søgu ella tíðinda-
stubba til ítróttin, ber altíð til at
seta seg í samband við okkum á
tlf. 311820 ella við at senda
teldupost til:
jakup@sosialurin.fo
Komandi vikuskifti skipar Mjølnir fyri árligu flogbólts-
kappingini fyri eldri deildum í Klaksvík
Hendan seinasta dagin í ár-
inum er náttúrligt at taka
samanum. Í samanumtøkuni
av skeiðinum hjá sitandi
landsstýrissamgongu
má
standa ovast á breddanum,
at pengarnir fossa úr lands-
kassanum. Síðani fullveld-
ismenninir tóku við leiðsl-
uni í Tinganesi, eru útreiðsl-
urnar á fíggjarlógini øktar
eina slaka millión krónur
hvønn einasta yrkadag!
Hetta eru sjálvsagt tøl, ið
tala. Men áðrenn eg nemi
við fíggjarliga óskilið í
Tinganesi, ætli eg at líta eitt
sindur aftur um bak. Flestu
okkara munnu verða samd
um at nógv er broytt hesi
seinastu hundra árini, og
einki er at ivast í, at broyt-
ingarnar fara at ganga skjót-
ari í komandi øld. Eg skal
bert stutt nema við fyrstu
árini í hesi øldini. Tíðin í dag
er so nógv ørvísi, enn tíðir-
nar vóru tá. Politiska skip-
anin, mentanin og fólka-
hugsanin vóru ørvísi, og tað
er ein royndur lutur, at hvør
tíðin skilir ikki aðra.
Tó var tað fyrst í hesi øld-
ini, at føroyskur partapoli-
tikkur kyknaði, og fleir-
flokka skipanin sá dagsins
ljós. Samfelagið, sum vit
síggja í dag, er framhald av
teirri menning, sum grund-
arlag varð lagt undir tá.
Tvey heimskríggj vóru í
fyrru helvt av 20. øld, og
hesi høvdu stóra ávirkan á
føroyska
gerandisdagin.
Serliga tað seinna kríggið,
broytti føroyska samfelagið
og politisku skipanina nógv.
Føroyar eftir 1948 Eftir at
Føroyar og Danmark undir
Seinna
Heimsbardaga
høvdu verið hertikin av hvør
sínum stórveldi í fimm ár,
dugdu øll at síggja, at ikki
bar til at venda aftur til
gomlu amtstøðuna. Mikið
politiskt stríð var um hvørja
skipan, Føroyar skuldu hava
í staðin. Men endin var so,
at vit fingu heimastýrislóg-
ina. Tað var undir Heima-
stýrisskipanini, at rættilig
ferð kom á menningina av
føroyska samfelagnum.
Føroyar gjørdust eitt nú-
tímans vælferðarsamfelag,
sum fylgdi menningini í
okkara grannalondum.
Men føroysku loysingar-
flokkarnir vildu alla tíðina
hava hesa skipanina burtur
- uttan at hava nakað betri
at seta í staðin. Sambands-
flokkurin hevur tó - frá
fyrsta degi - vart hesa skip-
an. Hon gav víðastu karmar
hjá føroyska samfelagnum
at fáa lut í samfelagsmenn-
ingini, og hon tryggjaði
Føroya fólki bestu kor.
Sambandsflokkurin í 20.
øld
Sambandsflokkurin
hevur síðan stovnanina í
1906 haft ein tíðandi leiklut
í føroyskum politikki. Frá
tí at fyrsta landsstýrið varð
skipað í 1948 og til dagin í
dag, hevur Sambandsflokk-
urin verið í samgongu í um-
leið 31 ár - harav hevur
flokkurin átt løgmann í um-
leið 20 ár. Sambandsflokk-
urin var við til at seta Heim-
astýrislógina í verk. Flokk-
urin var við til at endur-
nýggja fiskiskipaflotan, og
at seta fólkapensiónina í
verk. Hann var eisini við til
at fremja samtíðarskatta-
skipanina og at útbyggja
farmaskipaflotan. Tá bú-
skapurin var ovurupphitað-
ur í 80-árunum, var flokk-
urin við til at seta bundna
uppsparing í gildi o.s.fr.
Sambandsflokkurin hev-
ur altíð verið hornasteinurin
í
føroyskum
politikki.
Kreppan í 90-árunum Tá
føroyska samfelagið fyri
umleið tíggju árum síðani
varð rakt av búskapar-
kreppu, góvu loysingar-
flokkarnir Heimastýrislóg-
ini skyldina fyri, at kreppan
kom. Hetta gjørdu teir fyri
at tváa hendur. Øll vistu, at
vit í nógv ár høvdu havt
bæði almenna og privata
ovurnýtslu í Føroyum Vit
høvdu lænt pening og ve-
hildið, so tað forsló. (Car-
agata álitið s. 33) Árini frá
1994 til 1998 eydnaðist tað
við
Sambandsfloksins
leiðslu at rudda upp og
reisa samfelagið á føtur aft
ur undir somu stjórnarskip-
an, sum aðrir søgdu seg ikki
kunna stýra við. Tað sigur
seg sjálvt, at ein skipan,
Nakrar viðmerkingar á gáttini til ár 2000
sum megnar at lyfta eitt
samfelag úr djúpari búskap-
arkreppu og samfelags-
kreppu, kann ikki vera ors-
økin til, at samfelagið kom
í hesa somu kreppu. Broyt-
ingar eru náttúrligar Flestu
lógir og skipanir mugu kort-
ini av og á dagførast fyri at
fylgja við tíðini og samfel-
agsmenningini. Soleiðis er
eisini við Heimastýrislógini
og Heimastýrisskipanini.
Sambandsflokkurin hevur í
farna ári tilevnað eitt ný-
skipanaruppskot, sum skal
tryggja framhaldandi menn-
ing av føroyska samfelagn-
um í Ríkisfelagsskapinum.
Eftir hesum uppskoti
skulu Føroyar gerast alt
meira sjálvbjargnar, væl-
ferðarsamfelagið
verður
varðveitt og ment, og kom-
andi ættarlið fáa fjølbroytt-
ar møguleikar í altjóða høpi.
Tað einasta vissa sitandi
landsstýri hevur hinvegin
sett sær fyri, at Føroyar
skulu gerast fullveldi.
Longu í komandi ári er
ætlanin, at loysa Føroyar úr
Ríkisfelagskapinum. Sostatt
verður ár 2000 eitt avger-
andi ár fyri framtíð Føroya.
Landstýrið ætlar, at ein av
bestu og tryggastu samfel-
agsskipanum í heiminum
skal takast frá føroyingum.
Helvtin av búskapinum skal
hvørva, og somuleiðis skulu
rættindini, sum føringar
hava í ríkinum, hvørva.
Hetta er tað einasta, sum við
vissu kann sigast, at føroy-
ingar fáa burtur úr ætlanum
landstýrisins. Hvussu sam-
felagsmyndin annars fer at
síggja út, er tí ikki trupult
at ímynda sær.
Seinasta árið Tá vit
hyggja eftir seinasta árin-
um, so er eitt stórt kanning-
ararbeiði gjørt, og nógvar
milliónir krónur eru brúktar
í samband við fullveldisætl-
an landsstýrisins. Hvítabók,
Caragata álitið, »Íslendsku
tølini« o.s.fr. Alt hetta
skuldi »hjálpa føroyingum
at taka støðu til spurningin
um ríkisviðurskiftini«. Men
higartil má sigast, at hetta
rúgvismikla og sera kostn-
aðarmikla tilfar, ikki hevur
sannført vanliga føroyingin
um tað, sum landsstýrið
vildi - tvørturímóti. Mong
ivast meira nú, enn tey
gjørdu
frammanundan,
meðan onnur hava vent
loysingini bakið. Tey sum
enn ikki hava vent ætlani
bakið, mugu helst hava
meira kunning frá landsstýr-
inum, áðrenn tey síggja ørv-
itisætlanina í rætta ljósin-
um. Vit, sum vilja halda
fram í Ríkisfelagsskapin-
um, fegnast um veljara-
kanningina, sum Útvarp
Føroya
gjørdi
herfyri.
Kanningin, sum varð al-
mannakunngjørd beint eftir,
at Hvítabók var útkomin,
vísti, at 60,6% av føroysku
veljarunum ynskja at verða
verandi í ríkisfelagsskapin-
um. Veljarar eru »gummi-
stempul« Sambært veljara-
kanningini hjá Útvarpinum,
so halda 60,5% av teimum
spurdu at spurningurin um,
hvørt Føroyar skulu verða
innan fyri ella uttan fyri
Ríkisfelagsskapin, eigur at
verða lagdur fyri veljarar-
nar, áðrenn samráðingarnar
við danir byrja. Sambands-
flokkurin legði eisini í heyst
eitt uppskot fyri Løgtingið
um at halda eina slíka fólka-
atkvøðu. Men uppskotið fall
- bara Sambandsflokkurin
atkvøddi fyri tí. Í veruleik-
anum merkir hetta, at Før-
oya fólk verða ikki eftir-
spurd, tá okkara framtíðar-
støða skal avgerast. Ikki fyrr
enn samráðingarnar við
donsku stjórnina eru lidnar,
og sáttmálin er góðtikin av
bæði Løgtingi og Fólka-
tingi, sleppur vanligi føroy-
ingurin at siga sína hugsan.
Føroyski veljarin skal tá
einans virka sum eitt
»gummi-stempul«, ið skal
góðtaka ein sáttmála, sum
longu er avgreiddur. Ein
tepur meiriluti er nøktandi,
sigur landsstýrið, og fólka-
atkvøðan verður ikki bind-
andi. Fíggjarlógin hækkar
So koma vit til fíggjarliga
svansið í Tinganesi, sum
hevur við sær, at pengarnir
í veruleikanum fossa úr
landskassanum. Tað er eitt
faktum, at útreiðslurnar á
V i ð m
e r k i n g :
fíggjarlógini eru hækkaðar
við meira enn 400 millión-
um krónum, síðani sitandi
landsstýri tók við.
Hetta svarar til einar 4 - 5
milliónir krónur um vikuna.
Ella sagt við øðrum orðum:
Fyri hvønn einasta yrkadag
hjá hesi samgonguni eru út-
reiðslurnar øktar eina slaka
millión krónur! Hetta eru
fíggjarligu úrslitini higartil
hjá einari samgongu, ið hev-
ur sum høvuðsmál, at Før-
oyar skulu rekast uttan rík-
isveitingar. Nú skuldu Før-
oyar hava eina fullveldis-
fíggjarlóg, søgdu teir. Vorð-
ið sum fullveldisfíggjarlóg!
Vit eru helst fleiri, sum við
ljósi og lykt leita eftir trú-
virðinum hjá hesi fullveld-
issamgonguni. Nýggja stýr-
isskipanarlógin Eisini á
stýrisskipanarliga økinum
er syndarliga lítið skil á hjá
hesi samgonguni. Fleiri sera
álvarslig dømi eru um hetta.
Sambært stýrisskipanar-
lógini, er tað løgmaður, sum
hevur eftirlit við og harvið
ábyrgd av, at hvør lands-
stýrismaður situr fyri sínum
málsøki á lógligan og full-
góðan hátt. Tó hava vit í
hesum valskeiðinum sæð, at
hesar reglur verað ikki
fylgdar. Løgmaður sær
ímillum fingrar við lands-
stýrismonnum, og hetta
mágar støðið undan stýris-
skipanarlógini Við embæt-
isførslu síni skapar løgmað-
ur óhepna siðvenju, sum ger
stýrisskipanina
maktar-
leysa. Vit hava í hesum val-
skeiðinum sæð, at ein lands-
stýrismaður var baði ákærd-
ur og dømdur uttan at verða
settur frá. Vit hava í hesum
valskeiðinum eisini sæð, at
ein landstýrismaður ikki
vildi seta lógir í gildi, sum
vóru samtyktar í Løgting-
inum. Og so hava vit í hes-
um árinum eisini verið vitni
til, at landstýrismaður fór
niður í landskassan eftir
peningi, ið hvørki var játt-
aður av Løgtingi ella fíggj-
arnevnd. Heldur ikki hetta
fekk avleiðingar! Hví
landsverksfrøðingurin var
frákoyrdur, er fyri mong ein
gáta. Hetta kostar skatta-
borgarunum milliónir av
krónum í starvsútreiðslum.
Men gátan verður ikki
svarað, og onki fær avleið-
ingar. Nógv avgerandi lýti
Saman um tikið er politikk-
inum hjá fullveldissam-
gonguni sera vandamikil
fyri føroysku tjóðina: Rík-
isrættarliga siktið er skeivt
og í stríð við fólkaviljan.
Veljararnir verða vanvirdir
og misbrúktir í einum kvett-
líknandi talvi, har leikt
verður um lagnuna hjá ein-
ari heilari tjóð. Fíggjarliga
stýringin er ein sonn skand-
ala. Og ferð eftir ferð verða
reglur ikki fylgdar, uttan at
nakað fær avleiðingar fyri
nakran. Úrslitini tala fyri
seg í einari samanumtøku,
sum
fullveldisflokkarnir
valla kunnu erpa sær av her
á gáttini til ár 2000. Vit
síggja inní eitt avgerandi ár
fyri føroysku tjóðina. Eitt
ár, sum í ringasta føri kann
taka bestu møguleikar,
frælsi og tryggleikan frá
okkum, umframt at spjaða
føroysku tjóðina.
Mítt nýggjársynski fyri
lagnuárið 2000 er, at vit í
Føroyum velja røttu leiðina
í málinum um framtíðar-
støðu Føroya, leiðina sum
føroya fólk longu hevur
sæð, men sum politikarar
teirra ikki vilja kennast við.
Á tann hátt seta vit punktum
fyri langdrigna orðaskiftin-
um, so vit sleppa undan pol-
itiskt, og fólksligu polar-
iseringini.
Eisini í 21. øld eiga Før-
oyar og føroyingar at taka
lut í altjóða menningini við
øktum sambandi og sam-
starvi — eisini við londini í
ríkisfelagsskapinum.
Við ynskjum um eitt av
Harranum signað nýggjár.
Edmund Joensen
formaður
Sambandsfloksins
Tað er ikki lukkuligt, um
tú sum føroyingur sigur
tað,tú sjálvur - og øgiliga
nógv onnur - hugsar. Serl-
iga ikki, um tað hevur
nakað við mentan at gera.
Hygg bara at, hvussu teir
ummælarar, sum tora at
vera atfinningarsamir og
erligir, verða viðfarnir.
Vit sóu einaferð herfyri,
hvussu tað gekst Carl Joh-
an Jensen, tá hann dittaði
sær at siga, hvat hann helt
um ávísar føroyskar bók-
aútgávur. Og nú fyri jól
var Eyðun Andreasen so
frekur at siga, hvat hann
heldur um hesar kanning-
arnar, sum verða gjørdar
av aldarinna einum og
hvørjum.
Tað er nærliggjandi at
spyrja, hvat feilar okkum
føroyingum? Eru vit veru-
liga so býtt, at vit halda, at
alt, sum verður gjørt her, er
so avbera gott, at ikki ein
fingur kann setast á nakað
sum helst?
Er tað veruliga so, at vit
ikki tora at siga, hvat vit
halda um tað, sum givið
verður út, tí vit eru bangin
fyri, at tað fer at skaða út-
gevaran fíggjarliga?
Ella er vit so smásár, at
vit verða formermað, bara
tí onkuur dittar sær at siga,
at tað, sum út verður givið
á føroyskum, ikki stendur
mát við tað, útgevarin sjálv-
ur heldur?
Hetta seinasta er ivaleyst
nakað nær veruleikanum.
Og so er spurningurin,
hvørjum vit skulu hyggja at.
Tí, sum gevur út og verður
fornermaður, ella tí freka og
ófantaliga ummælaranum,
sum ikki dugir fólkaskikk
og kann lata hampafólk
sleppa at geva út tað, tey
hava hug til.
Harra Guð, vit hava jú
frælsi til næstan hvat sum
helst. Talifrælsi, skrivifrælsi
og so víðari. Tó er ikki líkt
til, at vit hava frælsi til at
ummæla føroyskar bøkur
og kanningar av aldarinnar
persónur. Og tað er í grund-
ini løgið, at fólk reagera so-
leiðis, sum vit hava sæð í
fleiri førum. Tí hvussu bera
hesi somu fólkini seg at
dagliga? Tey siga akkurát
tað sama, sum slí-kir ditti-
muntar sum Carl Johan og
Eyðun eru so frekir at bera
alment fram.
Munurin er bara, at hesir
báðir tora at leggja navn til.
Og tað er meira, enn sigast
kann um tann stóra ummæl-
araskaran, sum gongur í
krókum og skotum og um-
mælir bæði líkt og ólíkt.
Væl kvalifiserað halda tey
sjálvi.
»Men tú mást ikki siga
tað aftur frá mær. Nei, nei,
ert tú óður. Hvat nú um
systkinabarn gummu abba-
dóttir handan, sum skrivaði,
fær tað at vita. Vit kennast,
og so verður galið, og tey
fara bara at finna upp á okk-
urt at siga um meg. Nei fyri
frið skuld er best at lata
vera. Men tað er heilt sikk-
urt, at hatta var nakað for-
ferdiligt lort, sum kom út
til jólar. Tavavist.« Og so
koma tey dulnevndu lesar-
abrøvini sleingjandi.
Í hesum seinna førinum,
nevnt er, eru tey flestu tó so
fræg, at eitt navn stendur
undir. Og tað er so eitt stig
rætta vegin. Men eg kann
ikki lata vera við atsiga, at
ikki alt, sum borið hevur
verið at Eyðuni Andreasen
hesar dagarnar, hevur verð
líka vælumhugsað, áðrenn
sent er til bløðini.
Til dømis at fara at ivast
í, um vit yvirhøvur høvdu
havt nakað føroyskt mál,
um Victor Danielsen ikki
hevði virkað, sum hann
gjørdi, er helst at leggja
honum í so nógvar dygdir
til.
Tað verður nógv givið
út til olar, og eingin, sum
hugsar eitt lítið sindur,
kann siga annað enn, at
tað er væntaði vinning-
urin av søluni, sum ásetur
útgávutíðina. Og tað er
heilt givið, at sumt verður
eisini merkt av hesum. Tí
tað er eingin ivi um, at
ikki alt í hesi rúgvuni er
líka gott.
Men Guð náði og
troysti tað ólukkudýrið,
sum torir at siga tað alm-
ent.
Edvard í Skorðini
Joensen
Eitt sindur um at siga sína hugsan